Team Klaksvík-StÍF 22-31(10-11) Teir tíma væl hóast mótgongd

Málið um skuldarbundnu hallirnar í Klaksvík er ikki endaliga loyst. (Mynd Vagnur)

Seinnapartin í dag spældu mansliðini hjá Team Klaksvík og StÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík. StÍF liðið var skert, tí Sveinur Justiunussen var ikki við vegna skaða, og hjá Team Klaksvík var Sámal á T. Olsen við aftur og eisini Matthias Samuelsen, sum er heima í løtuni. Óivað tí gjørdist dysturin javnur frá byrjan, men einaferð í seinna hálvleik dró StÍF veruliga frá Team Klaksvík. Eg hitti formannin í Team Klaksvík Hera Johnsson í telefonini, og hann sigur.

– Spælararnir hjá Team Klaksvík vita væl, at liðið ikki er nóg gott at standa seg ímóti bestu liðunum, og at breiddin ikki er nóg stór. Men eg haldi, at menn tíma kortini væl at spæla hondbólt, sjálvt um umstøðurnar ikki eru tær somu og seinasta ár. Vit hava sett okkum málið at vinna á Neistanum, sum kemur til Klaksvíkar 21. november, sigur formaðurin Heri Johnsson í stuttari viðmerking.

Leikgondin í dystinum var annars henda: StÍF fekk betri byrjan og legði seg á oddan 4-2 eftir fimm minuttir, og helt eisini leiðsluna 10-5 miðskeiðis í hálvleikinum. Men so kom Team Klaksvík veruliga  við í dystinum, og StÍF steðgaði upp og fekk einki mál við 11-6 leiðslu eftir átjan minuttir spæl og til hálvleiks. Í hesum tíðarskeiði kom Team Klaksvík nærri og nærri, so hálvleikstøðan gjørdist 11-10 til StíF.

Í seinna hálvleiki gekk javn á frá byrjan, tí eftir seks minuttir var javnleikur 14-14 og eftir tíggju minuttir spæl 19-17 til StÍF. Men so fekk Team Klaksvík einki mál í tíggju minuttir, og StÍF kundi økja um leiðsluna til 26-18 eftir tjúgu minuttir. Seinastu tíggju minuttirnar øktist munurin bara við einum máli. Endaliga úrslitið 31-22 til StÍF.

Tað sæst á dómaraseðlinum, at Sámal á Tjaldrafløtti Olsen er við aftur, og hevur hann stóran týdning fyri Team Klaksvík. Eisini styrkti Mathias Samuelsen um liðið við góðum verjuspæli og trimum málum.

StÍF greiddi setningin og fekk stigini, og tá ið Sveinur ikki er við, so sleppa aðrir at royna seg. Heili átta ymsir StÍF spælarar skutu mál seinnapartin. Havi sagt tað áður, at við fullmannaðum liði, hevur StÍF eins góðar møguleikar at vinna sær pláss í FM-finalunum sum KÍF, VÍF, H71 og Kyndil, tí StIF hevur gott manslið og fer at mennast enn meira, sum kappingin líður. (Vagnur) 

Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á T. Olsen 9, Beinur Heðinsson 5, Andrias Ellingsgaard 3, Matthias Samuelsen 3, Vilhelm Vilhelmsen 1, Jens Pauli Mohr 1 og Heri Johnsson 1 

Málskjúttar StÍF: Pætur Joensen 10, Allan Norðberg 6, Steinar Prestá 3, Borgar Danielsen 3, Marius Joensen 3, Jón Rasmussen 2, Teitur Nilssen 2 og Jógvan G. Joensen 2 

Dómarar:Kári Hansen og Karstin Joensen

.m. Munur Stig
1 KÍF 6 188 136 52 11
2 StÍF 7 192 161 31 8
3 VÍF 6 163 141 22 8
4 H71 6 168 151 17 8
5 Kyndil 6 161 147 14 7
6 Neistin 6 129 151 -22 2
7 Team Klaksvík 7 119 233 -114 0

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *