Kyndil-VÍF/Tjaldur 24-22 (12-16) Tomma avgjørdi dystin í Havn StíF-Neistin 29-36(17-19)

VÍF/Tjaldur 7. november 2012. St. Adina Petrea, Amanda Kristensen, Kathrin Jacobsen, Vivian Petersen, Steinbjarta Marnersdóttir, Rannvá Jacobsen, Liljan Djurhuus og Kristina í Dávastovu. Fremst f.v: Ansy Sevdal, Barbara Nygaard, Halla Durhuus, Tóru Seloy, Heidi Sevdal, Sarah Hansen, Eilin Hansen og Linda Davidsen. (Mynd Vagnur) 

Tomma Petersen í Kyndilsmálinum og mansverjan í seinna hálvleiki av Adinu Petrea førdi til, at kyndilskvinnur vunnu dystin ímóti VÍF/Tjaldur, sum í hálvleikinum var á odda 16-12. Og alt bendi á, at VÍF/Tjaldur fór at vinna dystin. Eg haldi ikki, at vit sóu ein væl spældan dyst, heldur rótuttan dyst. VÍF/Tjaldur spældi góðan fyrra hálvleik, men tá ið Adina bleiv mansvard í seinna hálvleiki, var tað eingin annar spælari hjá VÍF/Tjaldur, sum veruliga bjóðaði av,  sigur Claus Rasmussen úr høllini á hálsi. (Niðast eru hagtøl frá dystinum millum StÍF og Neistan kvinnur á Skála) 

Tomma stóð ótrúliga væl í málinum ímóti VÍF/Tjaldri. (Mynd Vagnur)

Leikgongdin var annars henda: Liðini fylgdust fyrstu tjúgu minuttirnar, og í hesum tíðarskeiði var javnleikur 10-10. Men so steðgaði Kyndil upp, og VÍF/Tjaldur dró frá til støðuna 14-11, tá ið fimm minuttir vóru eftir at spæla av hálvleikinum. Hálvleikstøðan var 16-12 til VÍF/Tjaldur. Tað gekk av skriðuni hjá samansetta liðnum fyrst í seinna hálvleiki, tí eftir bara sjey minuttir var javnleikur 17-17. Eftir tjúgu minuttir var javnleikur 20-20, men tá ið VÍF/Tjaldur ikki fekk loyst mansverjuna av Adinu, so dró Kyndil frá seinast í dystinum og vann dystin 24-22.

Tað er sær út, sum Neistin í løtuni er besta liðið í kappingini, meðan Stjørnan, VB, Kyndil og StíF kunnu taka stig hvør frá øðrum, tí liðini eru ógvulig jøvn. Tað er ein spælari, sum tú hvørja ferð fært eyguni á hjá Kyndli í dómaraseðlinum, og tað er Guðrið G. Eystberg, sum higartil í kappingini hevur skotið nógv mál. Í kvøld blivu tey til sjey mál. Turið Arge, sum var ótrúliga góð seinasta vetur, hevur ikki veruliga bitið frá sær enn í kappingini, men í kvøld skeyt hon fýrá mál. Eg rokni við, at sum tíðin líður, so gerst VÍF/Tjaldur eitt betir lið, tí tað tekur tíð at fáa samanspælið at rigga. Fyri dystin tók eg mynd av samansetta liðnum VÍF/Tjaldur. (Vagnur)

Málskjúttar Kyndil: Guðrið G. Eystberg 7, Turið Arge 4, Ásleyg Súnadóttir 3, Jórun Ludvig 2, Bjarta Johansen 2, Anna Brimnes 2, Randi S. Wardum 1, Annika Sigurdsdóttir 1, Anja Heinadóttir 1 og Birita Mortansdóttir 1

Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 5, Liljan Djurhuus 5, Sarah Hansen 5, Amanda Kristensen 3, Tóra Seloy 1 og Heidi Sevdal 1 

Dómarar: Karstin Joensen og Kári Hansen

StíF-Neistin 29-36(17-19)  Nógv mál skotin í dystinum á Skála

Kvinnurnar hjá StÍF og Neistanum spældu á Strondum í kvøld, og sum eg frætti av Skála, so var seinni hálvleikur nógv betri spældur av báðum liðunum enn fyrri hálvleikur. Liðini fylgdust mest sum allan fyrra hálvleik. Tá ið tíggju minuttr vóru spældir, var Neistin á odda 9-6 og var eisini framman fyri 16-11, tá ið tjúgu vóru  spældir. Men so gjørdi StÍF gott hál og kom upp á javnleik 17-17 tríggjar minuttir fyri hálvleik, men Neistin fekk tvey mál seinast í dystinum. Hálvleikstøðan var 19-17 til Neistan.

Barbara Brauer skeyt trettan mál á Skála. (Mynd Álvur)

Í seinna hálvleiki gekk javn á fyrsta korterið, tí tá var Neistin á odda 14-12, men tað  eydnaðist Neistanum at verja betur serliga Rebekku Justinussen, og Neistin kom frammum 33-25 sjey minuttir fyri endabríksl. Endaliga støðan gjørdist 36-29 til Neistan. Eg spurdi neistavenjaran Kára Horn eftir dystin, hvat gjørdi, at neistakvinnur fingu snútan veruliga frammum í seinna hálvleik. – Serliga eydnaðist okkum at fáa verjuna at rigga nóg væl í tíggju minuttir í seinna hálvleiki, so Rebekka ikki slapp so lætt til skot. Tí drógu vit frá.

– Tað var ikki nógv ferð á dystinum, og serliga helt eg, at neistakvinnur gjørdi nógv fleiri villur enn vanligt serliga í fyrra hálvleiki. Og eg havi sæð neistaverjuna betri enn í kvøld. Dysturin var annars góður, og eg haldi, at StÍF liðið er nógv betri enn í fjør, sigur Kári í stuttari viðmerking av Skála. Tummas Juul Thomsen og Arnar Dam dømdu dystin, og teir dømdu væl, verður sagt av Skála. (Vagnur)

Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 11, Fríðrun Danielsen 5, Bára Berthelsen 4, Rebekka Poulsen 3, Erla Petersen 2, Oddrun Danielsen 2, Paula Høgnesen 1 og Birna Tummasardóttir 1

Málskjúttar Neistans: Barbara Brauer 13, Nicoleta R. Hansen 6, Bára Hansen 5, Ása á Neystabø 5, Jacklin Durhuus 4, Eir Berg 2 og Marjun Danberg 1

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 5 169 122 47 10
2 VB 4 98 99 -1 5
3 Kyndil 4 94 101 -7 5
4 StÍF 3 76 89 -13 2
5 VÍF/Tjaldur 3 66 75 -9 0
6 Stjørnan 3 58 75 -17 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *