
Hugaligt, at Ása á Neystabø er aftur á neistaliðnum. Gentan við bóltinum eitur Birita Jacobsen. (Mynd Álvur)
Seinnapartin var dystur í Klaksvík millum kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Neistanum, og longu frá byrjan í dystinum løgdu neistakvinnur seg á odda, tí um miðjan hálvleik var Neistin á odda 10-3. Tað sýntist, sum neistakvinnur eru í nógv betri venjing enn stjørnukvinnur. Hetta er víst á áður í øðrum dystum. Neistaverjan stóð væl og málverjarnir væl, og tá ið neistaverja var góð, fekk Stjørnan ov fá mál. Durita Chirstophersen var komin úr Danmark, meðan Simona Petersen ikki var við, tí hon hevur knæskaða. Neistafólk fingu eyga á ungt stjørnuskot, og ungi spælarin spældi á høgra veingi hjá Stjørnuni. Og hvør er so hon?
Í nógv ár hevur Bára Klakstein verið ein av berandi spælararum hjá Stjørnuni, men úr neistaleguni verður sagt, at dótturin unga Eyðvør Klakstein veruliga gjørdi um seg í Klaksvík í dag. Eyðvør er skjót og arbeiðssom, og hon skeyt trý mál. Eisini verður sagt, at Ella Petersen úr Stjørnuni kann vera væl nøgd við sítt avrik. Hon spældi eisini væl ímóti Kyndli í Havn. Læs resten








