Neistin – VÍF 14-20 (5-12) Bartal helt Neistanum inni í dystinum

Filip Jojic skeyt níggju mál seinnapartin, og hann er saman við Sveini Justinussen úr StÌF vandamiklasti álopsspælarin í  landinum.

Eirikur Magnussen sá í dag dystin millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF, og hetta skuldi gerast ein málfátækur dystur. Neistin mansvardi Filip Jojic, men hóast hetta, so skeyt frálíki spælarin níggju mál. Besta vápnið hjá Neistanum higartil í kappingini er verjuspælið og málverjarnir. Bartal Kamban stóð óivað sín besta dyst nakrantíð, tí fekk VÍF ikki fleiri enn tjúgu mál. Ov lítil broddur er í neistaálopini, og tølini tala fyri seg. Fimm mál í fyrra hálvleiki, og nýggju mál í seinna hálvleiki. Eg haldi vit kunnu siga, at dysturin í dag var serliga merktur av góðum verjuspæli og góðum málsmanssspæli, sigur Eirikur í stuttari viðmerking. Thomas Juul Thomsen og Arnar Dam dømdu dystin.

Taka vit saman um dystirnar higartil, so sæst týðuliga, at vit einki fullfíggjað lið hava í bestu mansdeild. Her meini eg við, at liðini hava tildømis ikki vintrahentar spælarar bæði á høgra bakki og høgra vongi. Vintrahentir spælarar í Føroyum er mangulvøra. KÍF hevur bara tapt eitt stig, og tað var fyri Kyndli í Kollafirði, VÍF tapir fyri KÍF í Vestmanna, Kyndil tapir fyri H71 á heimavøll, og KÍF vinnur tepran sigur á StÍF á heimavølli. Tað tykist, at hesi liðini koma at taka stig hvør frá øðrum. So er tað H71, sum eg haldi stendur og fellur ov nógv við Bogdan Florea, sum ikki heldur støðið í summum dystum. H71 kemur tó at liggja framvið um FM-finalupláss.

Team Klaksvík hevur fingið nýggjan útlendskan málverja, og møguliga kemur ein útlendingur aftrat. Nú knappliga fær Team Klaksvík kanska eitt frálíkt lið. Neistamenn hava frálíka verju og frálíkar málverjar í Bartali Kamban og Mikkjali Hansen, men alt ov fá mál eru skotin í dystunum higartil. Kann Neistin fáa broytt hetta? Ok. Guðfinnur Thorsteinsson hevur spælt væl á vinstra bakki, men hann var skaddur í gjár.

Sjálvt um fáir dystir eru spældir, so sær út til, at KÍF kemur í FM-finalurnar, men vónleyst er at siga, hvussu hitt liðið eitur. Í løtuni fýra lið um boðið. (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: Teitur Magnusson 6, Jugoslav Djumic 3, Andras Joensen 2, Grímur Pedersen 1, Rói Hansen 1 og Beinur Davidsen 1

Málskjúttar VÍF:Filip Jojic 9, Andrias Eriksen 3, Magnus á Rógvu 2, Joen Pauli Høgnesen 2, Sámal Jákup Djurhuus 1, Jákup Andreas Joensen 1, Regin Joensen 1, Magnus Müller 1 og Agnar Joensen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 5 146 129 17 9
2 VÍF 4 113 89 24 6
3 Kyndil 4 112 101 11 5
4 StÍF 5 132 119 13 4
5 H71 4 104 110 -6 4
6 Neistin 4 87 95 -8 2
7 Team Klaksvík 4 75 126 -51 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *