Fólk vóru spent at síggja nýggja samasetta liðið VÍF/Tjaldur spæla seinnapartin, men vit sóu ikki røttu myndina av liðnum, tí Liljan Djurhuus úr Vestmanna var skadd og spældi ikki. Tí lá ov nógv av skotstyrkuni á herðunum á Adinu Petrea, sum skeyt tíggju mál í dystinum, sigur Claus Rasmussen, sum sá dystin. – VÍF/Tjaldur var á odda fyrst í dystinum og kom fram um bæði 3-1 og 5-4, men tá ið hálvleikurin var hálvrunnin, var javnleikur 6-6. Liðini fylgdust til sjey minuttir vóru eftir av hálvleikinum, tí tá var aftur javnleikur 10-10. Men næstu minuttirnar kom Neistin fram um 15-12, og liðini fóru til hálvleik við úrslitinum 15-13 til Neistan. (Hagtøl frá dystinum VB-StÍF niðast í greinini)
-Neistin vann sær trygga leiðslu fyrst í seinna hálvleiki, og henda leiðslan helt sær til dystarendan. Eg haldi, at samansetta liðið er ógvuliga spennandi, men hyggja vit at úrslitinum, so kann tað bara gerast betur hjá VÍF/Tjaldur, tá ið Liljan Djurhuus er tøk aftur, tí tá fær liðið meira skotstyrki, og ikki sum nú, har alt ov nógv liggur á herðunum á Adinu. Tað var ógvuliga áhugavert at síggja, at báðir venjararnir brúktu nógvar ungar spælarar, og serliga stuttligt at síggja ungu Biritu Jacabsen úr Neistanum, sum kláraði seg avbera væl, sigur Claus.
– Eg haldi meg síggja, at neistakvinnur í løtuni er liðið, har spælararnir eru í best venjing. Neistakvinnur sýntust róligar í dag, og tú merkti, at tær høvdu tak á støðuni, sjálvt um javnt var part av fyrra hálvleiki. Og so er 5-1 verjan hjá neistakvinnum farin at rigga væl. Tá ið tað er sagt, so kundi skjótálopini verið betri, tí liðið misti alt ov nógvar bóltar fram eftir vøllinum. Verjan hjá neistakvinnum var góð.
– Einki er at ivast í, at vit fara at síggja meira frá VÍF/Tjaldur, tá ið millum annað Liljan Djurhuus er tøk aftur, tí hon hevur nógv at týða fyri nýggja liðið. Vit skulu minnast til, at hetta er fyrsti dystur hjá nýggja og spennandi samansetta liðnum úr Vestmanna og Runavík, sigur Claus úr høllini á Hálsi. (Vagnur)
Málskjúttar Neistans: Barbara Brauer 7, Nicoletta R. Hansen 6, Marjun Danberg 5, Bára Hansen 4, Birita Jacobsen 4, Liljan Mohr 1, Ása á Neystabø 1 og Jacklin Durhuus 1
Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 10, Sarah Hansen 4, Heidi Sevdal 3, Eilin Hansen 2, Barbara Nygaard 2, Amanda Kristensen 1, og Tóra Seloy 1
Dómarar: Thomas Juul Thomsen og Arnar Dam
VB – StíF 32-25 (16-10) StÍF argaði VB í seinna hálvleiki
StÍF kvinnur spældu fyrsta dystin í kappingini í Vági seinnapartin. Úr Vági verður sagt, at VB mangan hevur havt stórar trupulleikar við StÍF í Vági, og soleiðis var eisini í dystinum í dag. StÍF stríddust væl og liðini fylgdust fystu tjúgu minuttirnar, tá ið støðan var 11-9 til VB. Tað hilnaðist ikki væl hjá StÍF seinastu tíggju minuttirnar í fyrra hálvleiki, tí meðan VB skeyt fimm mál, skeyt StÍF tvey mál, tí gjørdist hálvleikstøðan 16-10 til VB.
Sama frástøðan var fyrsta korterið, men StÍF kvinnur stríddust væl, verður sagt úr Vági. Tá ið sjey minuttir vóru eftir at spæla, var munurin bara tvey mál 26-24 til VB, men eins og í endanum í fyrra hálvleiki, so misti StíF flogið seinast í dystinum, og tí gjørdist munurin heili sjey mál. VB skeyt seks mál seinastu seks minuttirnar, meðan StÍF bara skeyt tvey mál, so dysturin endaði 32-25 til VB
Úr Vági verður sagt, at dysturin í dag líktist nógv undanfarnum dystum í Vági millum VB og StÍF, tí StÍF stríðist altíð væl í Vági. Men tað kann tykjast løgið, at StÍF missir so nógv í endanum av báðum hálvleikunum. Er tað breiddin á liðnum, ella er venjingarstøðan ikki nóg góð? Hetta fáa vit at síggja seinni í kappingini. (Vagnur)
Málskjúttar VB: Tamara Radic 8, Gurið Mortensen 8, Rannvá Johannessen 5, Marijana Trbojavic 4, Helga Eyðunsdóttir Kjærbo 3, Christina Holm 2, Una Nolsøe 1 og Andrea Nielsen 1
Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 8, Fríðrun Danielsen 5, Oddrun Danielsen 5, Paula Høgnesen 4, Erla Petersen 2 og Rebekka Poulsen 1
Dómarar: Kári Hansen og Karstin Joensen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 2 | 61 | 46 | 15 | 4 |
| 2 | VB | 3 | 75 | 76 | -1 | 4 |
| 3 | Kyndil | 1 | 21 | 18 | 3 | 2 |
| 4 | Stjørnan | 2 | 37 | 41 | -4 | 0 |
| 5 | VÍF/Tjaldur | 1 | 23 | 29 | -6 | 0 |
| 6 | StÍF | 1 | 25 | 32 | -7 | 0 |
