Ingi Olsen og familjan eru farin til Grønlands, har Ingi arbeiðir hjá BankNordik í Nuuk. Hondbóltur fyllir framvegis nógv hjá Inga, og børnini spæla eisini hondbólt í Grønlandi. Hondbóltur er ikki gomul ítróttagrein í Grønlandi. Hondbóltssambandið GHF varð sett á stovn 11. mai 1974, og átjan hondbóltsfeløg við 1600 spælarum og 155 liðum eru limir í sambandinum. Í lítla viku einaferð um árið verður kappast um meistaraheitið í bestu deildunum og eisini fyri U19 ár og U16 ár gentur og dreingir. Yngru liðini spæla økiskappingar. Tað kann ikki gerast øðrvísi, tí frástøðan millum býir og bygdir eru stór í Grønlandi, og tí eru ferðaútreiðslurnar kostnaðarmiklar. Í vikuni fekk eg heilsu frá Inga úr Grønlandi.
Felagið í Nuuk GSS, sum Ingi Olsen er knýttur at, skipaði fyri viku síðani fyri “Faxe Kondi cup” í Nuuk fyri kvinnulið, og fimm lið vóru við í kappingini, sum er ein steypakapping. Myndamaðurin Leiff Josefsen tók frálíkar myndir frá dystunum, og á myndunum sæst, at fleiri óivað danskar kvinnur spæla hondbólt í Grønlandi.
Ingi Olsen arbeiðir hjá BankNordik í Nuuk, og um dagarnar fekk eg heilsu frá honum, har hann millum annað kemur inn á dómaratrupulleikarnar í Grønlandi, sum eru av øðrum slagi enn teir, vit av og á hava í Føroyum.
– Støðan er tann, at dómarafelagið hevur boykottað GHF Grønlendska hondbóltssambandið, tí dómararnir ikki fáa tað løn, teir ynskja. GHF hevur kravt av dómaraunum, at dómararnir skulu vera limir í sambandinum, men so løgið tað ljóðar, so eru teir tað ikki, og teir eru uttanfyri GHF. Tað skilji eg ikki heilt, men soleiðis er tað.
– Felagið GSS úr Nuuk, sum eg eri knýttir at, skipaði herfyri fyri “Faxe Kondi Cup”, men dómararnir vildu ikki døma dystirnar í kappingini. Og úrslitið var, at eitt dómarapar kom úr Danmark, umfram at eg og formaðurin í nýggja dómarafelagnum eisini dømdu. Vit dømdu seks dystir hvør. Tað sama hendi eisini fyrr í ár, tá ið kappast varð um Grønlendska meistaraheitið, tí tá koma tvey dómarapør ú Danmark og eitt danskt dómarapar var í Grønlandi um hetta mundið.
– So Føroyar hava kanska dómaratrupulleikar, men trupulleikarnir eru væl størri í Grønlandi. Hvussu teir skulu loysast, veit eg ikki, men tað sær ikki gott út. Í løtuni eru so eingir dómarar, og vit eru fleiri, sum bíða spent, hvussu hondbóltssambandið loysir trupulleikan.
– Vit eru knýtt at hondbóltsfelagnum GSS í Nuuk, har børnini eisini spæla. Um vikuskiftið spæla tey yngstu býarkapping í Nuuk, sigur Ingi at enda úr Grønlandi.
Hondbólturin í Grønlandi er knýttur at Pan Amerikanska økinum, sum er stórt hondbóltsøkið umfatandi Norður-og Suður Amerika, Canada og Grønland. Manslandsliðið í Grønlandi hevur kappast í hesi kapping síðani 1998, og kappingin gevur atgongd til OL-luttøku og HM-luttøku. Besta úrslitini hjá Grønlandi vóru triðja pláss í 2002 í Buenos Aires í Argentina, tá Grønland vann bronsu, og Grønland vann eisini bronsu í Avacaju í Brasilia í 2006.
Grønland hevur á hondbóltsøkinum eisini nært samband við norðurlondini, og fleiri grønlendingar spæla í Danmark og onkur í Týsklandi. Kendasti grønlendski spælarin er Jakob Larsen, sum í fleiri ár hevur spælt við GOG á Fjóni. Hann hevur spælt flest landsdystir og skoti flest mál fyri Grønland.
Føroyar hava spælt landsdystir ímóti Grønlandi, og tað er bara trý ár síðani, at grønlendska kvinnulandsliðið var í Føroyum. (Vagnur)

Grønlandska kvinnulandsliðið hevur spælt ímóti Føroyum, og nógvir góðir ungir spælarar eru í Grønlandi. (Mynd Leiff Josefsen)

Fimm lið vóru við í kappingini, og sum sæst á myndunum, so eru nógvir ungir spælarar. (Mynd Leiff Josefsen)




