
Søgulig mynd av mansliðnum hjá VB í 1991. VB flytir upp í bestu deildina. St.f.v: Kim Quist, spælandi venjari, Jens Sivar Djurhuus, Niels Petur Jacobsen, Rúni Nolsøe og Egil Steintórsson. Fremst f.v: Magni Jaoobsen, Eyðun Jacobsen, Bogi Mortensen, Bjarni Johansen og Bjartur Nolsøe. (Myndaeigari VB)
Nógv tos var um F.C. Suðuroy og TB, nú fótbóltskappingin lækkaði ímóti endanum. FC. Suðuroy fór úr EFFO-deildini, meðan eydnan var við TB í seinasta dystinum ímóti B68. Eitt mál bjargaði TB at vera verðandi í deildini. Í hondbólti hava bæði TB og VB spælt í bestu deildini. Meðan TB í nógv ár spældi í bestu deildini, og summi ár hevði frálíkt manslið, so hevur VB bara einaferð í søgu felagsins spælt í bestu deildini, og tað var kappingarárið 1991/1992. Eg havi hitt formannin í VB Egil Steintórsson og spurt hann, hví ikki eydnast at fáa manshondbólt at trívast í Vági, tá ið VB kvinnur, alt eg veit, hava hildið tørn millum tey bestu liðini í landinum.
-Eg kom til Vágs í 1988, og tá høvdu manslið hjá VB spælt í 2. deild ella 3. deild. Hetta vóru mest fótbóltsspælarar, sum eisini høvdu hug at spæla hondbólt, men fótbólturin var høvuðsítróttagreinin hjá monnum. Í 1988 var besta deildin í fótbólti víðkað til tíggju lið, og nú skuldu spælast átjan landskappingardystir. Torført var at fáa spælt hondbóltsdystirnar, og mangan var soleiðis, at tá ið menn fóru norðanfjørðs at spæla fótbólt, so skuldi summir menn eisini spæla hondbólt. Og tað kom eisini fyri, at vit fóru norðanfjørðs at spæla hondbólt bæði leygardag og sunnudag.
-Trupulleikin var serliga, at fótbóltsvenjingin byrjaði fyrst í januar mánað, tá ið hondbóltskappingin var hálvrunnin. Í 1990 hendi so tað, at VB fekk útvega sær góðan danskan spælandi venjara. Hann æt Kim Quist, sum var stórur og sterkur maður og góður skjútti. Hann hevði spælt í bestu deildini í Danmark. Menn vóru ungir og í góðari venjing, og VB megnaði kappingarárið 1990/1991 at spæla seg fyri fyrstu ferð í bestu deildina. Men tíverri var Kim Quist bara í Vági tað eina árið, tí okkurt persónligt kom í vegin hjá honum.
-Vit spældu bara tað eina árið í bestu deildini, tí vónleyst var hjá monnum bæði at spæla fótbólti og hondbólt í bestu deildini. Nú er uppaftur verri at fáa gongd á manshondbólt í Vági, tí nú byrjar fótbóltskappingin nógv fyrr um várið og endar nógv seinni um heystið, og spælast skulu nú 27 dystir, sigur Egil at enda.
Tá ið vit tosa um fyrrverandi manslið í bestu deildini, so er nógv broytt. Sjálvur havi eg spælti í bestu deildini ímóti Stjørnuni, NSÍ, EB, TB og SÍF og seinni ímóti GÍ í næstbestu deildini. Øll hesi liðini eru ikki til longur. (Vagnur)