
Gamli parturin er frá 1935. Bygt varð upp í heimið vestureftir miðskeiðis í 70 árunum. (Mynd Vagnur)
Gerast vit nóg gomul, kemur tíðin, tá ið brúk er fyri plássi á ellisheimi ella onkrum líknandi stovni. Framtíðarhagtølini siga í løtuni, at fleiri og fleiri eldri fólk verða í Føroyum, tí barnsburðartalið minkar, kvinnur fáa færri børn, og at ov nógvar ungar kvinnur flyta av landinum. Seinnu árini hava eg vitjað nógv á Lágargarði og Tjarnargarði, og nú býr mamma mín á Ellisheiminum í Havn. Gamla Ellisheimið er frá 1935 og er í grannalagnum, har eg eri uppvaksin. Ellisheimið er ein perla í míni verð. Har er heimligt, starvfólk vinarlig, og tey gomlu trívast væl. Men so gott skotsmál fær tildømis Tjarnargarður ikki, tí uppí bygningurin skuldi ongantíð verið bygdur soleiðis. Læs resten








