Kyndil – StÍF 27-24 (12-10) Dysturin bleiv avgjørdur miðskeiðis í seinna hálvleiki

StÍF menn 2012. St.f.v: Leivur Justinussen, Marius Joensen, Allan Norðberg, Steinar Prestá, Borgar Danielsen  og Sveinur Justinussen. Fremst f.v: Jørmund Joensen, Jón Rasmussen, Eli Gærdum, Levi Nybo, Jógvan Joensen og Rógvi Danielsen. (Mynd Vagnur)

Klokkan 16.00 seinnapartin meðan EB/Streymur stríddist ímóti NSÍ við Margáir um at vinna FM-heitið, og TB stríddist í Trongisvági ímóti B68 um ikki at fara í næst bestu deildini, fóru mansliðini hjá Kyndli og StÍF á vøllin í Høllini á Hálsi. Heilt fáir áskoðarar sóu dystin, tí óivað vóru nógvir kyndilsáskoðarar til fótbóltsdyst í Gundadali ella í Fuglafirði. Kyndil vann dystin á StÍF, men tað sást tíðuliga í dystinum, at talan er um fyrstu dystirnar í landskappingini, tí samanspælið hjá báðum liðunum var ikki av tí besta. Dystur skuldi eisini spælast í dag millum kvinnurnar hjá Kyndli og StÍF, men dysturin er útsettur, tí nakrar StÍF kvinnur eru á námsferð.

Alexsandur Johansen er venjari á StíF. Hann kundi eisini spælt, men hann er skaddur í øðrum knænum. (Mynd Vagnur)

Kyndilsmenn byrjaði dystin best og kom á odda 6-2 og helt leiðsluna við tveimum, trimum málum til hálvleik. StÍF byrjaði seinna hálvleik best og skeyt trý mál beinanvegin, so støðan knappliga bleiv 13-13, 14-14 og 15-15, men næstu seks minuttirnar fór Kyndil frá StÍF til støðuna 21-16. Hesa støðu við fýra, fimm málum í leiðslu helt Kyndil líka til støðuna 27-20, og tá vóru fýra minuttir eftir at spæla. Men tá fekk StÍF knappliga fýra mál, ja, eitt mál um minuttin, so dysturin endaði 27-24 til Kyndil.

Kyndilsliðið hevur góða manning, og tað sæst, at serliga Høgni Klein og Andrias Sólsker eru blivnir eitt ár eldri, og at íslendinguirn Hørður Sigtórsson er ein fongur hjá liðnum, men tað vantar enn nógv í samanspælinum. StÌF liðið er eisini gott, men er ikki enn nóg væl samanspælt. Liðið liggur eitt sindur aftanfyri núverandi toppliðini, men eingin ivi er um, at StÍF fer at vinna dystir. StÍF hevur spælt ímóti Team Klaksvík á heimavølli og ímóti VÍF og Kyndli á útivølli.

Fyri dystin tók eg mynd av StÍF liðnum, og eg legði til merkist, at Leivur Justinussen var á liðnum, men tað var hann ikki í Vestmanna ímóti VÍF fyri viku síðani. – Leivur er sjómaður, tí er hann við, tá ið hann er heima, segði venjarin. Tað sær út til, at torført er at meta um liðini, og torført er í løtuni at fáa eyguni á eitt rættiliga vælspælandi topplið, tí nógv av liðunum eru ógvuliga jøvn. Úrslitatænastan er at síggja ovast á breddanum. StÍF og Kyndil hava spælt tríggjar dystir. StÍF hevur tvey stig og Kyndil trý stig. (Vagnur)

Málskjúttar Kyndils: Andrias Sólsker 6, Høgni Klein 6, Hørður Sigtórsson 6, Birgir Poulsen 2, Ludvík Súnason 2, Josep Abrahamsen 2, Finnur Hansson 1, Hjalti Bachman 1 og Torvald Abrahamsen 1

Málskjúttar StÍFs: Sveinur Justinussen 10, Marius Joensen 4, Jørmund Joensen 4, Rógvi Danielsen 2, Leivur Justinussen 2 og Allan Norðberg 2

Dómarar:Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen

Heilt fáir áskoðarar sóu dystin, men hetta mann fara at batna, nú fótbóltskappingin er av. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *