
Longu frá byrjn var greitt, at Klaksvíkar Badmintonfelag ikki megnaði at reka nýggju høllina. (Mynd Vagnur)
Tá ið eg í dag hoyrdi í Kringvarpi Føroya, sveimaðu tankarnir. Seks ítróttafeløg í Klaksvík vilja hava Klaksvíkar kommunu at taka yvir KÍ-høllina og Badmintonhøllina, sum sigla í tungum fíggarligum sjógvi. “Vit vilja ikki reka hallir, men vilja heldur taka okkum av tí ítróttaliga í býnum”, verður sagt í skrivi. Í Havn og aðrastaðni er eisini hetta ráki, at kommunurnar skuldu reka hallirnar og fótbóltsvallirnar. Tankarnir leitaðu aftur í tíðina, tá ið hallirnar vórðu bygdar, og tá ið ítróttaleiðarar bæði megnaðu at taka sær av tí ítróttaliga og at reka hallirnar. Men tíðir broytast, og ítróttaleiðarar broytast.Sjálvur havi eg nógvar royndir at reka bæði ítróttafelag og nú Gundadalshøllina síðani 1991, so eg veit alt um tøl og tað fíggjarliga í ítróttahøll. Tað áhugaverda í øllum tosinum er, at ítróttafeløgini guldu fleiri ferðir so nógv í hallarleigu fyrst í 70 árunum, tá ið høllin á Hálsi varð bygd í 1970, og tá ið Gundadalshøllin varð bygd 1984. Í mínari verð er tað stoltleiki at kunna reka Gundadalshøllina, og mín áskoðan hevur altíð verið, at tú kanst so nógv meira og hevur fleiri rættindi í høllini, tá ið tú sjálvur hevur lykilin og ikki kommmunan.
Tá ið nú ítróttafeløgini kasta handklæðið í ringin í Klaksvík, so eru hetta sjálvandi neyðarróp, tí feløgini megna ikki at gjalda stóru skuldina, sum báðar hallirnar skylda óivað alt til Norðoyar Sparikassa. Hvørt ár hoyra vit, at ítróttafeløg koma í stórar fíggjarligar trupulleikar, tí felagskassin er tómur. Ì dag verður peningur í feløgum brúktur øðrvísi, enn tá ið eg var nevndarlimur í ítróttafelag. Tá fingu eingir spælarar pening at spæla hondbólt, og venjarin fekk bara heilt lítla samsýning. Nú eru spælarasamsýningar til bæði útlendingar og føroyskar spælarar størsta útreiðslan hjá feløgum. Her hugsi serliga um fótbóltsspælarar og einstakar útlendskar hondbóltsspælarar og flogbóltsspælarar.

Eg fann hesa mynd í einum faldara, tá ið høllin á Hálsi varð bygd. Hesir slóðu fyri at byggja nýggju høllilna.
Tá ið alt hetta er sagt, so skilji eg ógvuliga væl leiðslurnar í ítróttafeløgunum, tí vanliga mannagongdin er, at stórur gjøgnumtrekkur er í nevndunum í flestu feløgum kring landið, tí alt nevndararbeiði snýr seg um at savna inn pening. Fólk blíva skjótt troytt, tí arbeiðið er frítíðararbeiði. Alt var øðrvísi fyrr, og onkur heldur, at tað er so lætt bara blaka alt inn á kommunurnar. Tað eru fólk, sum halda, at tað er uppgávan hjá kommununum at útvega og reka hallir og fótbóltsvallir, meðan feløgini taka sær av tí ítróttaliga.
Í mínum hugaheimi er greitt, at sjálvt um kommunurnar í framtíðini reka hallir og vallir, so eru felagskassarnir framvegis altíð tómir við kappingarenda, tí øll vilja upp á tindin, og hetta kostar pening. Hetta er ein ringrás uttan enda.
Tað vóru ítróttafeløgini og einstaklingar, sum á sinni tóku stig at byggja hallirnar kring landið. Eg minnist væl, tá ið fyrsta høllin í Havn varð bygd í 1970. Øll Havnin bygdi høllina í felag, og tað vóru bæði umboð úr feløgum og tí almenna, sum tóku ábyrgd og róku nýggju høllina í Havn. Hetta riggaði væl, til teir gomlu leiðararnir fullu frá. Nú eigur og rekur Tórshavnar kommuna høllina á Hálsi. (Vagnur)