Neistin – Team Klaksvík 27-20 (12-5) H71 – KÍF 27-31 (12-16) Einki lið hevur nú fult stigatal

Éingin ivi er um, at KÍF verður heilt frammi í oddinum. (Mynd Álvur)

Seinnapartin spældi mansliðið hjá Neistanum ímóti Team Klaksvík í høllini á Hálsi, og í Hoyvíkshøllini spældi H71 ímóti KÍF. Neistin og KÍF vunnu dystirnar, og eftir bara fá umfør, hevur einki lið í Atlantic Airways deildini fult stigatal, og hetta boðar frá spennandi og javnari kapping. Fara vit fyrst til dystin Neistin og Team Klaksvík, má sigast, at liðið úr Klaksvík er nógv viknað síðani seinasta kappingarár. (Frásøgn niðanfyri)

Neistin tók leiðsluna beinanvegin, og fyrri hálvleikur endaði 12-5 til Neistan. Spátt verður av hondbóltskønum, at Neistin og Team Klaksvík verða niðarliga í kappingini, men Neistin hevur betri kort í hondini enn Team Klaksvík, hvat manning viðvíkur. Tó er at siga, at Team Klaksvík hevur nógvar góðar spælarar.

Tað gekk nógv betur hjá Team Klaksvík í seinna hálvleiki, og miðskeiðis í hálvleikinum nærkaðist so mikið nógv, at bara fýra mál vóru á muni millum liðini. Men serliga seinastu fjúrtan minuttirnar var broddurin farin úr Team Klaksvík liðnum, har Neistin fór frá støðuni 22-17 til endaligu støðuna 27-20 til Neistan. (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: Jugoslav Djumic 6, Teitur Magnusson 4, Terji Mørk 4, Grímur Pedersen 3, Guðfinnur Thorsteinsson 3, Rói Hansen 2, Andrias Joensen 2, Torstein Balle 2 og Jón Ludvik 1

Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 9, Beinur Heðinsson 6, Dánjal Kjærbo 2, Andrias Ellingsgaard 1, Vilhelm Vilhelmsen 1 og Jákup Ziskason 1

Dómarar: Karstin Joensen og Kári Hansen

KÍF hevði leiðsluna allan dystin í Hoyvíkshøllini

So tapti mansliðið H71 fyrsta dystin í landskappingini, og hetta hevði eg eisini roknað við, eftir at hava sæð H71 ímóti Neistanum. H71 er eitt viðbrekið lið, tí breiddin er ov lítil í bakketuni, har ov nógv ábyrgd liggur á herðunum hjá Bogdan Florea hvat skotstyrki viðvíkur, men nú er Poul Kjartan Dam komin aftur á liðið, og hetta boðar frá meiri skotstyrkju. KÍF var longu á odda 8-5 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og liðið sær út at hava tak á støðuni. Seinastu minuttirnar í fyrra hálvleiki sær longu út til, at KÍF fer at vinna dystin, tí liðið kann fara til hálvleik við tryggari leiðslu 16-12.

Dysturin var tó endaliga avgjørdur nakað miðskeiðs í seinna hálvleiki, tá ið KÍF var á odda 26-19. Fimm minuttir fyri leiklok var KÍF á odda 31-24, men H71 fekk trý mál seinastu minuttirnar, so endaliga støðan gjørdist 31-27 til KÍF. Einki lið hevur longur fult stigatal í Atlantic Airways deildini.

Málskjúttar H71: Bogdan Florea 8, Tróndur Arge 4, Poul Kjartan Dam 4, Rúni Højgaard 3, Sigmundur Nolsøe 3, Sigmundur Dahl 2, Hallur Biskupstø 2 og Høgni Djurhuus 1

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnson 9, Nicklas Selvig 5, Andrias Nielsen 4, Tony Weihe 4, Rógvi Weihe 4, Rúni Joensen 3 og Ási Dam 2

Dómarar:Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 3 91 83 8 5
2 H71 3 78 79 -1 4
3 Kyndil 3 82 81 1 3
4 StÍF 3 78 69 9 2
5 Neistin 2 50 44 6 2
6 VÍF 2 55 53 2 2
7 Team Klaksvík 2 33 58 -25 0

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *