Í kvøld 12. oktober spældu bestu mansliðini hjá Team Klaksvík og VÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík, og fyrstu fimtan minuttirnar var hampuliga javnt á vøllinum, tí ikki fyrr enn miðskeiðis í fyrra hálvleiki dró VÍF veruliga frá Team Klaksvík. Um tað mundið var støðan 10-6 til VÍF. Seinastu tíggju minuttirnar av hálvleikinum gjørdist munurin alt ov stórur, tí meðan Team Klaksvík bara skeyt eitt mál, skutu vestmenningar heili ellivu mál, og tá var 21-9 til VÍF.
Í seinna hálvleiki byrjaði Team Klaksvík heilt væl, tí fyrstu átta minuttirnar vann Team Klaksvík 5-1, men so komu sjey góðir minuttir hjá VÍF, har skotin vórðu nógv mál, og knappliga var støðan 28-15 til VÍF. Síðan gekk javnt á, men seinastu fimm minuttirnar av dystunum fekk VÍF seks mál á rað, og endaliga støðan gjørdist 38-22 til VÍF.
Eingin ivi er um, at VÍF er í løtuni eitt nógv betri lið enn Team Klaksvík, og sum eg skilji á lagnum úr Klaksvík, hevur Team Klaksvík alt ov lítla breidd, og fleiri av spælarunum eru ikki í nóg góðari hondbóltsvenjing. VÍF má metast sum eitt av toppliðunum í vetur, og vert er at nevna, at Filip Jojic, sum spældi við Team Klaksvík seinasta kappingarár, og nú spælir við VÍF, skeyt heili ellivu mál í kvøld.
Eg havi hug at seta spurningin, um ikki hevði verið rætt, at Team Klaksvík spældi í eina tíð í 1. deild, tí tað kann gerast møtumikið at spæla heila kapping við skerdari manning. Men kanska fari eg skeivur, og at Team Klaksvík mennist, sum heystið og veturin líða. Vit fylgja gongdini. (Vagnur)
Málskjúttar Team Klaksvík: Andrias Ellingsgaard 8, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 7, Dánjal Kjærbo 4, Vilhelm Vihelmsen 1, Kjartan Jacobsen 1 og Beinur Heðinsson 1
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 11, Joen Pauli Høgnesen 6, Martin Ritto 5, Andrias Eriksen 3, Magnus Müller 3, Jákup Andreas Joensen 3, John Nielsen 2, Sjúrður Nielsen 2, Bárður Brimvík 1, Magnus á Rógvi 1 og Agnar Joensen 1
Dómarar: Thomas Juul og Arnar Dam
