VB-Neistin 23-32 (13-15) Neistakvinnur vunnu tryggan sigur seinast í dystinum

Christina Holm er aftur at síggja á VB liðnum. Mynd: Kjartan Madsen

Seinnapartin spældu kvinnuliðini VB og Neistin í bestu deildini í Vági, og spennandi var at frætta, hvussu fór at gangast, tí VB vann fyri viku síðani á Stjørnuni í Klaksvík. Neistakvinnur hava ikki spælt venjingardystir, og spurningurin var, hvussu gott VB liðið í veruleikanum var.

 Tað gekk javn á fyrst í dystinum, tí eftir einar seks, sjey minuttir var javnleikur 3-3, men so dró Neistin frá næstu minuttirnar og fór fram um 10-5. Men VB fekk nøkur góð skjót mál, og tá ið tjúgu minuttir vóru spældir var Neistin á odda 11-10. Hesa løtuna talaði alt fyri jøvnum og góðum dysti, og VB kvinnur sýntust at hava gott treysti.

Seinastu minuttirnar í fyrra hálvleik var eingin munur á liðunum, men neistakvinnur kundu tó fara til hálvleik við 15-13 leiðslu. Í seinna hálvleiki leikaði javnt á, tí tá ið einir trettan minuttir vóru spældir, var Neistin á odda 21-19, og átta minuttir seinni var Neistin á odda 23-21, og tað sýntist, at neistakvinnur fóru at vinna tryggan sigur, tí bara tvey mál vóru á muni.

Men so hendi nakað, sum kanska er torført at skilja. Kanska gekk orkan undan hjá VB kvinnum, men Neistin vann seinastu minuttirnar 9-2 og vann tryggan sigur 32-23. Eg ringdi suður í neistaleguna og spurdi, hví VB misti takið seinast í dystinum. Har varð sagt, at VB megnaði ikki at loysa 5-1 verjuna hjá Neisanum. Málverjin hjá VB Guðrun í Lágabø hevði staðið heilt væl og hevði hildið VB inni í dystinum, men tá ið tíggju minuttir vóru eftir at spæla, tók neistavenjarin “time out”, har hann vísti á, hvussu neistakvinnur nú skuldu skjóta, og tá dró Neistin veruliga frá VB og vann tryggjan sigur.

Vágbingar vóru ikki sørt keddir um serliga seinastu minuttirnar, tí umframt at vágskvinnur brendu, so góvu VB spælararnir mest sum upp seinastu minuttirnar og runnu ikki aftur at verja. Vágskvinna segði mær í telefonuni. “Neistasigurin skuldi ongantíð blivið so stórur, hetta var ikki gott nokk”. (Vagnur)

Málskjúttar VB: Gurið Mortensen 5, Tamara Radic 4, Rannvá Johannesen 4, Helga Eyðunsdóttir Kjærbo 4, Marijana Trobojvic 4, Rúna Midjord Jacobsen 1 og  Christina Holm 1.

Málskjúttar Neistans: Barbara Brauer 11, Nicoletta R. Hansen 6. Jacklin Durhuus 5, Ása Dam á Neystabø 4, Bára Hansen 3, og Marjun Danberg 3

Dómarar: Thomas Juul Thomsen og Arnar Dam

Kvinnurdystur skuldi spælast í dag á Skála millum StÍF og Stjørnuna, men dysturin er útsettur vegna námsferð.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *