StÍF-H71 31-26 (13-12) StÍF fer at vinna fleiri dystir serliga á heimavølli KÍF-Neistin 31-23 (11-9) Hagtøl niðast í greinini

Tony Weihe, Grímur Petersen, Jón Ludvig og Andrias Nielsen í dystinum leygardagin.

Spælarar hava sagt mær, at tað er altíð torført at spæla ímóti StÍF í høllini á Skála, og hetta mátti H71 eisini sanna seinnapartin, sum nú hevur tapt tveir dystir á rað. Dysturin seinnapartin var javnur, men tað var StÍF, sum kom á odda 5-2, tá ið tíggju minuttir vóru spældir. Løtuna seinni spældi H71 væl og kom til støðuna 6-6, og tá ið tjúgu minuttir vóru spældir, var javnleikur 8-8. Liðini fylgdust líka til hálvleik, har StÍF smoygdi sær framum 13-12 í seinasta minuttinum.

Marius Joensen og teir í StÍF eru um at fáa eitt gott lið. (Mynd Álvur)

Fyrri partur í seinna hálvleiki var eisini javnur, tí eftir sjeytjan minuttir var javnleikur 17-17, og miðskeiðis í hálvleikinum var StÍF á odda 23-21, men nú sá út, sum StÍF fór at vinna dystin, tí liðið dró spakuliga frá næstu minuttirnar.

20 minuttir spældir var StÍF á odda 26-22, og tá ið fimm minuttir vóru eftir at spæla var StÍF á odda 27-24. Tá var dysturin avgjørdur, tí StíF dró aftur frá til endaligu støðuna 31-26.

Áhugavert at síggja málskjúttarnar, tí nú eru fleiri StÍF spælarar komnir á listan við fleiri málum, og at Rúni Højgaard hjá H71 skjýtur tíggju mál í dag, meðan StÍF hevur havt gott tak á Bogdan Florea, sum onkuntíð hevur skotið fleiri mál enn seinnapartin.

Málskjúttar StÍF: Jógvan Joensen 6, Jørmund Joensen 6, Sverri Justinussen 6, Borgar Danielsen 5, Allan Norðberg 4, Jón Rasmussen 2, Steinar Prestá 1 og Marius Joensen 1

Málskjúttar H71: Rúni Højgaard 10, Bogdan Florea 4, Sigmundur Nolseø 4, Poul Kjartan Dam 3, Hallaur Biskopstø 2 og Rógvi Sørensen 2

Dómarar: Uni Wardum og Heri Petersen

KÍF – Neistin 31-23 (11-9) Neistamenn mistu dystin fyrst í seinna hálvleiki

Løgið at síggja hagtølini í dómaraseðlinum frá dystinum seinnapartin millum mansliðini hjá KÍF og Neistanum. Eg sá ikki dystin, men kann lesa mær til, at liðini spældu eina sera javnan fyrra hálvleik. KÍF kom á odda 5-2, tá ið tíggju minuttir vóru spældir. Javnt gekk á næstu minuttirnar, tí miðskeiðis í hálvleikinum var javnleikur 6-6, og eftir 23 minuttir spæl var javnleikur 8-8. Til hálvleik var eitt mál á muni, men í seinastu løtu smoygdi KÌF seg  fram um til støðuna 11-9.

Dysturin fekk ein vinnara longu, tá ið tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tí hesa løtuna vann KÍF 8-3 og var nú framman fyri 20-12. KÍF helt leiðsluna og dró eitt sindur meira frá eina løtu. Tá ið fimm minuttir vóru eftir at spæla, var KÍF á odda 31-18, men seinastu minuttirnar fekk Neistin fimm mál, so endaliga støðan gjørdist 31-23, sum má sigast at vera tryggur sigur til oddaliðið KÍF.

Eg haldi, at Neistaliðið er eitt spennandi lið, har verjan og málverjarnir eru sterkasta vápnið. Eg skrivaði eftir dystin ímóti H71 í Hoyvíkshøllini, at neistamenn koma at skjóta ov fá mál, tí fara at koma ov fá stig í stigskjáttuna. Liðið hevur frálíkar linjuspælarar, men bakketan er ikki nóg sterk enn, og har vantar ein góður vintrahentur høgri bakkur, sum hevði broytt nógv um støðuna í álopspartinum.

Tað sýnist, sum dysturin um FM-plássini í núverandi løtu standa millum KÍF, VÍF, StÍF og Kyndil. Síðani kemur H71, Neistin og Team Klaksvík, men støðan kann broytast skjótt, tí øll liðini standa og falla við nøkrum fáum “essum” á liðnum. (Vagnur)

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Niclas Selvig 9, Tony Weihe 3, Ási Dam 3, Teitur Joensen 2, Andrias Joensen 2, Hjalti H. Matras 1 og Rógvi Weihe 1

Málskjúttar Neistans: Teitur Magnusson 5, Jugoslav Djumic 5, Guðfinnur Thorsteinsson 3, Torstein Balle 3, Grímur Petersen 2, Jón Ludvig 2, Rói Hansen 1, Herbjørn Lava 1 og Beinir Davidsen 1

Dómarar:Regin Mittún Petersen og Ragnar Simonsen

Menn eru sterkir og góðir í verjuni, men tað haltar í álopinum hjá neistamonnum. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *