
Kyndilskvinnur 2012. St.f.v: Anja Heinadóttir, Guðrið G. Eystberg, Sára Sondum, Birita Mortansdóttir, Bjarta Johansen, Randi S. Wardum og Geir Wardum, venjari. Fremst f.v: Anna Sofía Mohr, Annika Sigurðsdóttir, Kristina Brekkstein, Tomma Petersen, Bára K. Hansen og Turið Arge. (Mynd Vagnur)
Eg sá fyrra hálvleik av dystinum millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Stjørnuni seinnapartin. Bæði liðini vóru skerd, tí uttanfyri vøllin stóð kyndilsspælarin Jórun Ludvig við skaða, og millum áskoðararnar sat stjørnuspælarin Simona Petersen eisini við skaða. Og stjørnuspælarin Durita Christophersen er farin aftur til Danmarkar. Fyrri hálvleikur var ikki góður, tí vit vóru vitni til tvey lið, sum mistu nógvar bóltar og brendi nógv skot. Stjørnan var betra liðið í fyrra hálvleiki við Joan Joensen og Unu Olsen á odda, meðan Anja Heinadóttir og Guðrið Eystberg mest hildu Kyndli inni í dystinum.
Stjørnan kom á odda heili 9-5 og kundi farið enn longur frá Kyndli, tí møguleikar vórðu misnýttir, og stjørnuspælarar koma ikki aftur at verja. Hetta gjørdi serliga Anja Heinadóttir sær dælt av, tí tá ið Anja hevði skotið skjótálopið í málið, vóru nógvar stjørnukvinnur ikki komnar á pláss í verjuni. Skjótálopini hjá Kyndli var best álopið í fyrrahálvleiki.
Til tess at skriva eitt sindur um seinna hálvleik, má eg kaga í dómaraseðilin og spyrja Eirik Magnussen, sum sá allan dystin. Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin fekk Kyndil fyrstu ferð í dystinum fatur í Stjørnuni, tá var støðan 14-14. Næstu sjey minuttirnar legði Kyndil seg á odda 18-14, og sjálvt um Stjørnan kom til støðan 19-17 til Kyndil, tá ið fimm minuttir vóru eftir at spæla, so vann Kyndil dystin 21-18.

Stjørnan 2012. St.f: Jógvan L. Nolsøe, hjálparvenjari, Svein Rógvi Ljósstein, venjari, Judith Hansen, Lovisa Lassen, Annika Ljósstein, Ema Bezanovic, Bára Klakstein og Sylvan Jakobsen, liðleiðari.Húkandi Elisabeth Bergvin, Edith Hansen ?, Una Olsen, Joan M. Joensen, Ella Petersen. (Mynd Vagnur)
Tað vóru ikki tvey góð kvinnulið, vit sóu í høllini á Hálsi seinnapartin. Alt ov nógvar villur, og serliga vantaði nakað av taktikki frá stjørunispælarum, sum vóru alt ov seinar aftur at verja. Slíkur dystur er merktur av, at ov lítið av skotstyrki er í bakketuni hjá báðum liðum. Eg haldi, at nógvir stjørnuspælarar framvegis sýnast enn ov tungir og seinir og ikki í nóg góðari venjing. Ella rættari sagt, eg havi sæð betri stjørnulið. Nógvu ungu kyndilskvinnurnar eru nú vorðnar eitt ár eldri, og hetta sást seinnapartin. Annika, Guðrið, Birita ella hvussu tær nú allar eita. Bestu kyndilskvinnur í dag vóru Anja Heinadóttir og málverjin Tomma Petersen. Hjá Stjørnuni lá serliga væl fyri hjá Joan M. Joensen og Unu Olsen.

Kári Hansen og Karstin Joensen dømdu dystin, og teir dømdu heilt væl, tað eg sá av dystinum. (Mynd Vagnur)
Við spælinum seinnapartin, kemur hvørki av liðunum í FM-finalurnar, men vit skulu tó hava í huga, at nógvar “stjørnur” vantaðu á báðum liðunum. Hetta var eisini fyrsti dystur hjá Kyndli og næsti dystur hjá Stjørnuni í kappingini. Stjørnan hevur tapt báðar dystirnar, men nógv kann broytast, tí kappingin er júst byrjað. Eg tók mynd av báðum liðnum seinnapartin, og haldi, at myndirnar eru bara góðar. (Vagnur)
Málskjúttar Kyndils: Anja Heinadóttir 6, Guðrið G. Eystberg 4, Annika Sigurðsdóttir 4, Turið Arge 3, Bjarta Johansen 1, Birita Mortansdóttir 1, Anna Sofía Mohr 1 og Randi S. Wardum 1
Málsjúttar Stjørnan: Joan M. Joensen 4, Una Olsen 4, Ema Bezanovic 3, Bára S. Klakstein 2, Ella Petersen 2, Lovisa Lassen 1 og Judit Hansen 1
Dómarar: Karstin Joensen og Kári Hansen (dømdu væl)