Mansliðini hjá Team Klaksvík og Kyndil spældu í kvøld 19. oktober í Badmintonhøllini í Klaksvík. Team Klaksvík hevur júst fingið útlendskan málverja Borisa Eskic, og óivað var hann orsøkin, at Team Klaksvík stóð seg so væl serliga í fyrra hálvleiki. Liðini fylgdust til 25 minuttir vóru spældir av fyrra hálvleiki, tí tá var støðan 9-9. Men tað gekk minni væl hjá Team Klaksvík seinastu fimm minuttirnar, tí meðan Team Klaksvík fekk eitt mál og brendi brotskast, fingu kyndilsmenn fýra mál. Hálvleikstøðan 13-10 til Kyndil.
Í seinna hálvleiki drógu kyndilsmenn frá, tí miðskeiðis í hálvleikinum var Kyndil á odda við níggju málum, og hesin munurin helt sær til dystarenda. Tá ið vit hugsa um, hvussu Team Klaksvík er mannað, so talar alt fyri, at liðið við nýggja málverjanum kann gerast betri, sjálvt um breiddin kundi verið størri.
Torført er enn at meta um kyndilsliðið, men nú síggi eg, at Hans Áki var við í Klaksvík, hann var ikki við seinasta dyst. Jú, Kyndil má metast at vera eitt av liðunum, sum er frammi í oddinum við kappingarenda. Men um tað røkkur til FM-finalupláss. Hvør veit? Úr kyndilsleguni verður sagt, at samanspælið skal gerast nógv betur.
Eg fekk orðið á klaksvíking, og hann segði, at Team Klaksvík spældi fult upp við Kyndil í fyrra hálvleiki. Men breiddin er lítil, og tað stendur ov nógv á nøkrum fáum spælarum. Tá ið orkan gongur undan hjá teimum, koma villurnar, og liðið viknar, tí bara heilt ungir spælarar eru at skifta út við. Spennandi at fylgja við, hvussu fer at hilnast hjá Team Klaksvík næstu dystirnar. Tað sá ikki gott út eftir ólavsøku, tí liðið misti spælarar, og liðið hevði ongan venjara. Strálandi, at tey halda tørn við manshondbóltinum, tí Klaksvíkin má vera umboðað í bestu deildini.
Og so eitt hjartasuff. Eg skilji ikki, at vinstrihenti spælarin Sámal á Tjaldrafløtti Olsen úr Team Klaksvík ikki er tikin út til landsliðið, tí ungi maðurin er stórur, sterkur og góður hondbóltsspælari og skjýtur nógv mál. Góðir vinstrahentir spælarar hanga ikki á trøunum í Føroyum. (Vagnur)
Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 7, Beinir Heðinsson 4, Dánjal Kjærbo 4, Jens P. Mohr 3, Andrias Ellingsgaard 1 og Vilhelm Vilhelmsen 1
Málskjúttar Kyndils: Hans Áki Dal Christiansen 7, Hørdur Fannar Sigtórsson 6, Frank Askildsen 4, Andrias Sólsker 3, Rógvi Dahl Christiansen 2, Birgir Poulsen 2, Josef Abrahamsen 2, Høgni Klein Olsen 1, Finnur Hansson 1 og Ludvík Súnason 1
Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum
