Úr myndasavninum – Forvitnislig mynd av dreingjaliði frá 1968, tríggir fóru ungir

Mansunglingar Neistans í 1968. St.f.v: Petur Ovi Petersen, Kári Thorsteinsson, Ragnar Holm og Tóri í Hoyvík. Húkandi f.v: Sam Jakobsen, Niels Jacob Petersen og Oddmar Kürberg. Niels Jacob heldur FM steypinum

Tað er við sorgblídni og nógvum góðum minnum, at eg í myndasavninum komi fram á og síggi myndina omanfyri. Myndin er av mansunglingunum hjá Neistanum, sum vunnu FM heitið í 1968. FM kapping fyri dreingir byrjaði í 1963 og mansunglingar í 1966. Á myndini eru sjey spælarar, men tíverri eru Ragnar Holm, Niels Jacob Petersen og Oddmar Kürberg ikki millum okkum longur. Ragnar doyði í ferðsluvanlukku í Danmark í 1973, og Niels Jacob doyði av sjúku í 1983. Og í 2012 andaðist Oddmar Kürberg í Danmark.

Áhugavert at síggja leikbúnarnar hjá spælarunum. Hvør spælari átti sína troyggju, og mangan var ikki lætt at fáa fatur í troyggjum. Um hetta mundið fer føroyskur hondbóltur inn í eina broytingartíð, tí høll verður bygd í Klaksvík í 1968, og í 1970 spæla vit fyrsta dystin í høllini á Hálsi. Hondbóltur gerst við tíðini eitt innanduraspæl. (Vagnur)

Gundadalshøllin fylti fjøruti ár 31. mars í ár

Kyndil, Neistin og Fleyr tóku stig at byggja Gundadalshøllina í 1984. (Mynd Vagnur)

Ì kjallarunum í Gundadalshøllinni liggur gomul klokkan, og á klokkuna er fest silvurpláta, og har stendur 31. mars 1984. Klokkan var gáva frá ÌSF í sambandi við hátíðarhald í høllini, sum boðaði frá, at nú hevði Havnin fingið eina ítróttahøll aftrat. Til lukku við føðingardegnum stendur at lesa á klokkuni. Læs resten

Úr myndasavninum – Teir hava júst svomið kapp í “gamla” hyli í 1934

Unglingarnir eru aftast frá vinstru: William Dam, Jákup Pauli Johansen, Harry Rubeksen, Gullak Zachariassen og Thorstein Mortensen. Fremst frá vinstru: Hjørleif Hansen, Petur Petursen, Niels Debes, Tollakur í Dali og Otto Jacobsen. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Gundadalur er nógv annað enn fótbóltur, og Gundadalur hevur sína søgu, hesin einaferð vakri dalur uttan fyri Havnina. Nú sæst stórur partur av landslagnum ikki, tí so nógv er bygt á staðnum. Kom fram á hesar báðar myndirnar, sum hava sína søgu. Myndin av unglingunum er frá ólavsøkukappsvimjing í 1934 í gamla og fyrsta svimjihyli í Gundadali. Læs resten

Tjóðleikahúsið enn einaferð partur av býráðsvali í Tórshavnar kommunu

Økið har møguligt tjóðleikahús skal byggjast er nú partur á býráðsvalinum komandi.  (Mynd Vagnur)

Nú stundar til býráðsval og kommunuval kring landið. Fríggjadagin 4. oktobur um fimm/seks tíðina seinnapartin gekk eg mær túr á Skansavegi og hugdi yvir nógv umtalaða økið, har møguligt tjóðleikahús skal byggjast. Tjóðleikahús sum við seinasta býráðsval var partur í valstríðnum og nú eisini til býráðsvalið komandi. Ja, økið hevur sprongd býráðssamgonguna á Vaglinum, har býráðslimur er farin í annan flokk og onnur ikki stilla upp. Hesa løtuna var friðsælt í allar ættir. Eingin Norrøna, Smyril, farmaskip, ferðamannaskip ella fiskiskip. Alt friðsælt og fólk farin at halda vikuskifti. Tankarnir reikaðu hesi regnløtu. Læs resten

Deyðin gongur okkum til tíðir dekan ov nær

Kristian Martin Skála brendi fyri at fáa hondbólt á føtur á Argjum. Mynd frá 2012.

Hetta árið er deyðin gingin okkum dekan ov nær. Nógv kend fólk farin og eisini ung fólk. Torført at góðtaka og skilja, tá rekkjufylgjan er skeiv. Hetta, tá ung fólk fara, og foreldrini, familjan og vinir sita eftir við sorgini.

Myndina av Kristian Martini Skála tók eg í 2012 í sambandi við, at nýtt hondbóltsfelag var stovnað á Argjum. Góðar venjingarumstøður. Kristian Martin sum altíð fyrikomandi og blíður maður. Í 2012 var Kristian Martin formaður í ÍA.

Í februar mánaði í ár hitti eg Kristian Martin á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, har hann segði okkum um sjúkuna. Hitti hann í summar aftur í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Hann var til kanningar og merktur av sjúkuni. Nú er hann farin bert 51 ára gamal.

Stór mannfjøld fylgdi Kristian Martini til gravar. Kristian Martin spenti víða. Hann hevur millum annað spælt fótbólt við HB, spælt hondbólt við H71, róð kapp við í báti í Havnar Róðrarfelag og slóðað fyri hondbólti á Argjum. Kendur maður. Torført at góðtaka og skilja, at ein so ungur maður skal fara.

Á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn í februar hitti eg eisini Liljuna Thomsen, sum var illa sjúk. Vit sótu lið um lið á Læraraskúlanum í fimm ár. Hon er eisini farin 67 ára gomul. Liljan var úr Sandavági. Alt ógvuliga syrgiligt. (Vagnur)

Hugleiðingar nú kyndilsstríðskvinnan Herborg Joensen er farin

Herborg Joensen (Mynd Vagnur)

Tá tað hoyrdist, at Herborg Joensen var farin 75 ára gomul, kom mær til hugs tvær myndir av Herborg, sum eg á sinni tók, og sum eru í myndagoymslu. Onnur myndin í kvinnudysti millum Neistan og Kyndil og hin, tá hon var gestur í hondbóltsgrein, eg á sinni skrivaði.

Í hondbóltshøpi var Herborg heilt serlig, tí hon var ikki uppvaksin í Kyndli. Hevði ikki spælt gentuhondbólt ei heldur spælt hondbólt á Toftum, har hon vaks upp. Barnaheimið hjá Herborg og teimum var uppi á Regni á Toftum. Foreldrini vóru Johan Olsen av Toftum og Andrea úr Svínoy. Herborg og tey vóry tíggju systkin: Elisabeth, Páll, Dina, Gutti, Herborg, Árna, Jonhard, Essimi, Jóna og Jógvan Martin.

Herborg kom til Havnar um seytjan ára gomul. Hon arbeiddi millum annað á Sjómansheiminum, áðrenn hon fór at arbeiða á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum. Har gjørdist hon skjótt leiðari.

Herborg var farin um tey tjúgu árini, áðrenn hon leitaði sær niðan í Høllina á Hálsi til tess at vita, um hon slapp at venja við neistakvinnum. Men komin í høllina vandu kyndilskvinnur og ikki neistakvinnur. Kyndilskvinna bað Herborg bara koma at venja við teimum, og hetta skuldi seinni gerast stórur fongur fyri Kyndil bæði sum spælari, nevndarlimur og forkvinna. Herborg hevði serligt ágrýtni bæði á vølli og í felagsskapinum, sum kom Kyndli til góðar á fleiri mótum. Læs resten

Hugaligt at síggja mynd av Hans Jacob abba, sum eg ongantíð hitti

Mynd í Gongini. Hans Jacob abbi uttast til vinstru:

Úr myndagoymlu hjá Ejler Dahl Michelsen pápabeiggja fekk eg myndina omanfyri, sum fyri okkum er forvitnislig. Tá á døgum vóru ikki nógvar myndir tiknar. Myndin er serlig, tí abbi okkara Hans Jacob í Dalólavstovu (1878-1943) stendur uttast til vinstru at húsunum í leðurstylvum, koti og kolli. Vit eru stødd í Gongini. Áhugavert at síggja, hvussu menninir og dreingirnir eru klæddir. Dreingirnir í húðaskóm og bulmikli maðurin í tuflum. Hans Jacob var føddur og uppvaksin í Dalólavstovu á Reyni. Læs resten

Gudmundur Sjúrðarson Norðbúð lærdi báta/skipasmíð í Noregi

34 ára gamli bátasmiðurin í holt við at gera alt liðugt umborð. Motorurin er ikki enn ísettur, og tí stendur húsið ikki á rætta stað. (Mynd Vagnur)

Ikki hvønn dag tú sært nýsmíðaðan seksærng í Havn, tí træbátarnir fækkast og harvið bátasmiðirnir eisini. Í tjaldi við Skipasmiðjuna stendur nýggjur seksæringur, sum Gudmundur hevur smíðað úti í Nólsoy, har hann býr.Tá Gudmundur fyrstu ferð róði kapp í 2006, fekk hann áhuga í føroyska bátinum og tess sniði. Ætlaði sær at læra til bátasmið, men fáir føroyskir bátar vera smíðaðir í Føroyum og tí bátasmiðinir fáir. Hann leitaði sær tí til Noregs at læra til bátasmið ella rættara sagt eisini skipasmíð, tí tað var tað, hann mest fekst við í Noregi. Hitti í vikuni Gudmund í tjaldinum, har seksæringurin stendur og skal gerast liðugur. Fekk orð á Gudmund. Læs resten

Álaker í nýggjum snotiligum hami – nú má Argir eiga tørn

Við bátabrúgvarnar er pláss til umleið 240 bátar. Parkeringspláss eru gjørd til bátarnar, og hvørt pláss hevur eitt nummar. (Mynd Vagnur)

Eri komin nógv oman í Álaker, og tað var við sorgblídni, at hetta skuldi gerast bátapláss til umleið 240 bátar. Økið við Álakar hevur nú í nógv ár verið stórt arbeiðspláss, tí H-bygningurin við Landssjúkrahúsið tók seks ár at byggja, og tunga ferðslan mátti øll gjøgnum vegin við Álaker.

Men við eitt gjørdist alt liðugt mest sum í senn. H-bygningurin, bátahavnin og bátaplássið. Økið er asfaltertað, og tað besta er, at nú er komið veruligt skil á økið, har bátar skulu umvælast. Alt er rudduligt og reint. Hetta er samarbeiði millum Tórshavnar Havn og Bátatænastuna. Læs resten

Thor gongur nýggjar leiðir at bunkra bátarnar hjá felagnum

Haltbakk Star er bygt í 1975. Nógvir ymiskar fyritøkur hava átt veitingarskipið síðani 1975. (Mynd Vagnur)

Altíð áhugavert at koma oman á Vestaru bryggju, tí har er altíð okkurt nýtt at sjá. Tá norska skipið Haltbakk Star í farnu viku legði at bryggja við ”Ískaina” í Havn, gjørdist tú forvitin at vita, hvat skipið gjørdi í Føroyum. – Jú, umborð vóru 900 tons av olju, sum skuldu bunkrast umborð á skipini hjá P/F Thor.

Umboð frá Thor var eisini á bryggjuni, og eg spurdi, hví tey ikki heldur keyptu oljuna frá Effo ella Magn. Svarið var einfalt. – Oljuna keypa vit úr Noregi, frakta hana til Føroya og so umborð á skipini hjá okkum, segði umborðið hjá Thor. Læs resten