Barnaróðurin í Miðvági – Sævarmoy úr Klaksvík fór við øllum

Róðrarmynd sum veruliga vil nakað. Sævarmoy við gentum hevur júst vunnið barnaróðurin í Miðvági. (Mynd Hvannrók)

Ivaveður var longu leygarmorgunin, um rógvast skuldi í Miðvági, tí vindurin var nógvur bæði hósdagin og fríggjadagin. Longu tá vóru ikki góð líkindi at koyra bátar vestur á vognum.

Tey í Róðrarsambandinum gjørdu rætt og skjótt av leygarmorgunin at flyta barnaróðurin til sunndagin, tí vindurin var ov nógvur. Allir róðrarnir bæði leygardagin og í dag vóru avgreiddir væl, siga rógvarar mær. Tí verri hevur nakað av korona eisini ávirka rógvingina, tí tildømis róði Dúgvan barnaróður við dreingjum ikki í dag. Læs resten

Jarðarmóðirin Angelica bygdi sær í 1878 vøkru húsini við Tinghúsvegin

Nógv er broytt við Tinghúsvegin, síðani vøkru reyðu húsini vóru bygd í 1878. Løgið at hugsa sær, at so stórt húski kundi húsast í so smáum húsum. (Mynd Vagnur)

Nú ein morgun gekk leiðin oman Tinghúsvegin, har tankarnir fóru at sveima um gomlu húsini frá urtagarðinum hjá Niels Arge og omaneftir. Smalur vegur við ongari gongubreyt, tí flestu húsini vóru bygd áðrenn fyrsti bilurin  kom til Føroya í 1922. Steðgaði á eina løtu, har Bøkjarabrekka hevur kappað Tinghúsvegin av.

Við vegin vinstrumegin standa vøkur reyð hús, har stór Guttesen familja búði, men húsini eru nógv eldri enn so. Vit skulu fyrst heilt aftur til 1878, tá einkjan jarðarmóðirin Angelica Simonsen úr Hoyvík bygdi húsini. Hvør var Angelica? Læs resten

Viðmerking til Bjarna Hammer og trygd umborð á kappróðrarbáti

Veit einki um, at manning umborð á Tjaldrinum hevur lúrt eftir kappóðrabátum í Havn, á Argjum ella í Nóloyarfirði. Kanningar vera gjørdar av og á eins og í ferðsluni. (Mynd Vagnur)

Bjarni Hammer gevur ilt av sær í fjølmiðlunum, tí hann heldur, at Vørn raðfestir ikki nóg gott arbeiðið hjá stovninum. Í greinini tvinnar hann saman trygd umborð á kappróðrarbátum, og tað, at fiskiskip hava trupulleikar at pumpa fisk millum tvey skip. Hvussu raðfestir Vørn? Spyr Bjarni. Hann finst at, at næsthægsta raðfesting hjá Vørn er at liggja og stima eftir kappróðrarbátum og gleðast yvir at geva ungum rógvarum túsund krónur í bót, um einstakur rógvari av misgávum hevur gloymt sín vest. Løgin eygleiðing og niðurstøða, má sigast.

Keðiligar ábreiðslur, tí vit skulu minnast til, at Bjarni er býráðslimur, løgtingslimur, hevur arbeitt sum løgreglumaður og stýrir Firvaldi við gentum. Læs resten

Føroyaleikir – Barnamanningar høvdu hugnaligar og góðar róðrar í Runavík

5-mannaførini við gentum, sum liggja við startin, eru flugur í mun til stóru russisku skipini. Heilt góð róðrarlíkindi. (Mynd Hvannrók)

Sum hoyrist í Kringvarpinum, eru Føroyaleikirnir um landið eyndaðir sera væl, tiltak, sum verður roynt aftur næsta ár. Róðrarsambandið boðaði barnamanningum til Runavíkar at rógva eitt slag av ódnartøkum. Tjúgu barnamanningar ellivu dreingjabátar og nýggju gentubátar, sum er helvtina av flotanum, møttu í Runavík. Og hetta skuldi í góðveðri gerast áhugaverd og hugnalig løta hjá teimum ungu. Nakrir tankar og myndir. Læs resten

Lærarindan frú Beier fødd Arge og tey vóru tíggju systkin

Frú Beier var navn, sum vit sum ung kendist við, men navnið fjaraði burtur seinni í lívinum. Men tá eg í bókini – Njál ljós í skugga – sá mynd frá 1951 av skúlaflokkinum hjá Njáli Djurhus í kommunuskúlanum, festi eg meg við lærarinduna frú Beier. Eftirnavn, sum ikki er føroyskt, og tú gitti, at lærarin var úr útlondum, sum nógvir lærarar vóru tá í tíðini. Men so var ikki.

Lættast at spyrja á bólkinum Gamlar myndir úr Havn, og svarið kom skjótt, ja, og so fall fimm oyrað. Fór at leita í bókini Lærarafólk í Føroyum 1870-1976. Frú beier var føroyskur lærari, men hví eftirnavnið Beier? Læs resten

Barnaróðurin grør um gangandi fót um alt landið.

Fremstu gentubátarnir koma fram ímóti málinum. Fyrstur var Drekin úr Havn, síðani Tistil av Tvøroyri, Sævarmoy úr Klaksvík, Ingibjørg úr Havn, Sílið úr Havn, Svalan úr Vági og Tjaldrið úr Runavík. (Mynd Erlendur)

Tað, sum gera barnaróðrarnar og gentu – og dreingjaróðrarnar so áhugaverdar og spennandi, er eisini, at seinastu tvey róðrarárini er manningartalið vaksið heilt nógv. Serliga barnamanningarnar hava sett mett, og gleðiliga er, at so nógv róðrarfeløg um landið manna bátar. Áhugavert eisini at eygleiða, at á varmakeldu róðu bert trý 10-mannafør, har vit vistu næstan úrslitið, áðrenn róð var. Soleiðis kunnu vit halda fram við øðrum bátastøddum.

Men í barnaróðri er heilt onnur støða og kapping, tí bátatalið er so stórt, har neyðugt er at skifta bátarnar í riðlar fyri finaluróðurin. Um fjøruti barnamanningar. Sig so tað. Sum eldri eygleiðara venda eyguni míni minst líka nógv ella kanska meira móti ungdómsrógvingini. Hetta at síggja, hvussu spelkin hesi ungu fara til verka, venja og mennast, har foreldur og næstringar ganga upp í lív og sál, hvussu hilnast hjá teimum ungu. Læs resten

Úr myndasavninum – Pápi okkara skeyt bæði haru og fugl

Ein ger seg upp. Byrsan hjá pápa okkara hevði fimm skot, sum nú ikki er loyvt.

Ein ger seg upp. Byrsan hjá pápa okkara hevði fimm skot, sum nú ikki er loyvt.

Knappliga fái eg viðhvørt hug at leita eftir gomlum familjumyndum, hetta er kanska eitt aldurdómstekin. Mamma okkara átti nógvar gamlar familjumyndir, sum vit plaga at hyggja at. Hetta er vorðið forkunnugt, nú allar tiknar myndir vera goymdar burtur á eini teldu og koma sjáldan aftur undan kavi. Myndin omanfyri er fyri meg serlig. (Skrivað í 2014) Læs resten

Tey ungu duga nú nógv betur at leggja bátin til startin

Dreingirnir umborð á Títlingi vinna sín fyrsta FM-róður. Síðani koma Kollur, Sævarmoy, Dúgvan og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)

Myndatól mítt var eisini á Tvøroyri í sambandi við barnaróðrarnar. Ikki góð líkindi at taka myndir, tí sterk sól beint í linsuna. Onkur spyr hví bara barnaróðrarnar? Eldri bátastøddirnar eru væl umboðaðar í fjølmiðlnunum, har vit síggja frálíkar sjónvarpsmyndir bæði úr sjónvarpsbáti, loftmyndir og málmyndir.

Barnaróðurin hevur sum so ongan góðan í Sortudíki, sjálvt um barnaróðrarnir eru eins gott sjónvarpstilfar og eldru manningarnar. Tað velst jú alt um, hvørji eyguni eru, sum síggja. Havi tosað við foreldur í Álakeri, sum hevur børn, sum rógva og venur eisini ungdóm. Viðkomandi sigur soleiðis: Læs resten

Róðrarsambandið eigur í 2022 eisini at broyta barnaróðurin

Sævarmoy úr Klaksvík og Dúgvan úr Sørvági kappast um fyrsta plássið, sum Dúgvan vann og Sævarmoy nummar tvey. Nummar trý Kollur úr Kollafirði, síðani Títlingur úr Havn og Tjaldrið úr Runavík. (Mynd Hvannrók)

Myndatól mítt fór leygardagin við teimum ungu til Runavíkar at taka nakrar myndir av barnaróðrunum, sum hevur stóran áhuga, og sum jú er framtíðin hjá kappróðrinum. Í summar er met stórt tal av barnamanningum 21 gentumanningar og 24 dreingjamanningar. Stóri vøksturin byrjaði longu seinasta róðrarár orsakað av korona, tí tey ungu sluppu ikki uttanlands við øðrum ítróttagreinum.

Haldi, at barnaróðurin fær tíverri alt ov vánaligar umstøður, tí hví í víðu verð kunnu fólk á staðnum ella í Kringvarpinum ikki taka upp barnaróðrarnar, tí talan er um barnamanningar úr øllum landinum. At geva sum grundgeving, at tú varpar ikki út fótbóltsdystir, har dreingir hjá HB ella KÍ spæla dyst, hongur slett ikki saman. Læs resten

Úr myndasavninum – Í 1971 løgdu teir Shefa kaðal millum Telegrafstøðina og Telefonstøðina

Mynd frá 1971. Teir fyrireika at leggja Shefa-kaðal millum Telefonstøðina og Telegrafstøðina. Nógvir menn til arbeiðis. (Mynd:Føroa Tele)

Vagn Erik pápabeiggi (1927-2018) arbeiddi langt lív á Telegrafstøðini, og søgan um telegrafsamband millum Føroyar og umheimin fylti nógv í hansara hugaheimi. Eftir at Vagn Erik fór í 2018, kom eg at liggja inni við tilfari, sum Vagn Erik hevði skrivað og savna saman. Nakað av tilfarinum hevði Vagn Erik longu flýggja Skjalasavninum. Hann hevði í nógv ár mált hita í sjókaðlum, hetta hvussu hitin í sjónum broyttist við tíðina um okkara leiðir. Læs resten