Úr myndasavninum – Pápi okkara skeyt bæði haru og fugl

Ein ger seg upp. Byrsan hjá pápa okkara hevði fimm skot, sum nú ikki er loyvt.
Ein ger seg upp. Byrsan hjá pápa okkara hevði fimm skot, sum nú ikki er loyvt.

Knappliga fái eg viðhvørt hug at leita eftir gomlum familjumyndum, hetta er kanska eitt aldurdómstekin. Mamma okkara átti nógvar gamlar familjumyndir, sum vit plaga at hyggja at. Hetta er vorðið forkunnugt, nú allar tiknar myndir vera goymdar burtur á eini teldu og koma sjáldan aftur undan kavi. Myndin omanfyri er fyri meg serlig. (Skrivað í 2014)

Vit eru stødd í túninum hjá Debes og Rigmor Christiansen nærmasti granni hjá okkum við Landavegin. Maðurin við byrsuni er pápi mín Helge Michelsen. Hann treivst altíð væl við byrsuni, tí hann skeyt harur í Hoyvíkshaganum og hjá bóndanum Eikholm í Hvalvík, og hann skeyt fugl. Hann plagdi at siga okkum, at á ungum árum kundi hann og svágurin Guttorm fara upp klokkan fýra á nátt um summarið og sigla inn á Tangafjørð at skjóta nakrar fuglar. Teir vóru aftur at landi til arbeiðstíð, og síðani fór pápi til arbeiðis í Smæruni. Tá var nógvur lomvigi kring oyggjarnar um sumrarnar.

Maðurin til vinstru er systkinabarn mítt sonur Louisu mammusystur, sum varð gift dana og búsettist í Danmark. Drongurin nærmast eri eg altíð í bundnari troyggju niður í buksurnar og beltið um miðjuna. Havi mangan hoyrt, at eg í hesum aldrinum altíð skuldi gera meg upp, bæði tá mynd skuldi takast, og tá fólk komu á gátt hjá okkum. Hvør skal siga: Hygg eftir mær, Vagnur hin raski, plagdi eg at siga. Óivað var hetta tekin um júst tað mótsatta, at sjálvsvirðið og sjálvsálitið kanska ikki var so gott, sum myndin vísir.

Hyggja vit nærri at myndini, síggja vit heyggin, har Havnar fimleikafelag bygdi stóra fimlaleikahøll. Úti á tromini sæst hellan, har húsini hjá Poul Mohr vórðu bygd, og har vit brendu bál á nýggjárinum. Mær er sagt, at longu fyrst í 1900 brendu abbi mín og teir bál har. Abbi mín Christian í Hvannasundi bygdi sær hús við Landavegin í 1902. Meg minnist, at alt var bøur líka oman í Hornabø, men í 1960 árunum broyttist alt. Fyrst Venjingarskúlin í 1968, seinni Skúlin á Trøðni og ikki at gloyma nýggja Landssjúkrahúsið og nýggjur sjómansskúli. Hetta eru góð minni. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply