Tey ungu duga nú nógv betur at leggja bátin til startin

Dreingirnir umborð á Títlingi vinna sín fyrsta FM-róður. Síðani koma Kollur, Sævarmoy, Dúgvan og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)

Myndatól mítt var eisini á Tvøroyri í sambandi við barnaróðrarnar. Ikki góð líkindi at taka myndir, tí sterk sól beint í linsuna. Onkur spyr hví bara barnaróðrarnar? Eldri bátastøddirnar eru væl umboðaðar í fjølmiðlnunum, har vit síggja frálíkar sjónvarpsmyndir bæði úr sjónvarpsbáti, loftmyndir og málmyndir.

Barnaróðurin hevur sum so ongan góðan í Sortudíki, sjálvt um barnaróðrarnir eru eins gott sjónvarpstilfar og eldru manningarnar. Tað velst jú alt um, hvørji eyguni eru, sum síggja. Havi tosað við foreldur í Álakeri, sum hevur børn, sum rógva og venur eisini ungdóm. Viðkomandi sigur soleiðis:

Gentur finalan. Fremst bleiv Drekin við 7 talinum, síðani nummar tvey Tistil, trý Sílið, fýra Sævarmoy og Ingibjørg nummar fimm. (Mynd Hvannrók)

– Barnaróðrarnir eru higartil í ár heilt væl avgreiddir, og ein av orsøkunum er, at ungu manningarnar eru betri fyrirekaðar at leggja bátin til startin. Afturi í rong situr mangan foreldur, sum hava róð ella yngri rógvarar. Ódnartøkini hava eisini hjálpt til, at tey ungu duga betur at leggja til startin. Hetta kunnu vit fegnast um, sigur viðkomandi og leggur aftrat.

Dreingir riðil eitt kappast um at koma í finaluna. Dúgvan, Tistil, Kollur, Tjaldrið, Blikur og Havørnin. (Mynd Hvannrók)

– Tá eg sum ungur spældi hondbólt, og vit vunnu dyst við kanska tjúgu málum, so plagdi Hans Holm venjari at siga: – Nú hevur dysturin mist sítt ítróttaliga virði. Og soleiðis er tíverri enn í barnaróðrinum. Vit kunnu bara hyggja at tíðunum. Tað kann ikki vera hvørki mennandi, stuttligt ella uppliving at rógva fyrstu ferð barnaróður og fáa slíka  uppliving og avsmurning. Og hetta skulu vit gera nakað við longu næsta ár, har javngamlir rógvarar rógva hvør ímóti øðrum.

Gentur riðil 2 kappast um at koma í finaluna. Har frammi Sævarmoy og Tistil fyri síðani nærmast í myndini Kollur nr 12, Leikalind nr. 11, Blikur nur 10, Sílið nr 7, Súlan nr 6, Jallurin nr 5 og Títlingur nr. 4. Blikur. (Mynd Hvannrók)

– Vit skulu gera eins og gerast skal næsta ár í gentu – og dreingjaróðrunum, har stóri fýraára bólkurin verður býttur í tveir bólkar. Ein yngri og ein eldri bólkur, har javngamlir rógvarar rógva hvør ímóti øðrum. Hava eins reglur og bóltsspølini, har yngri rógvarar altíð kunnu hjálpa eldra bólkinum, um tað stendur á at manna bát, sigur viðkomandi og hevur eitt hjartasuff aftrat.

Steyp og heiðursmerkjahandan. Frá vinstru manningarnar á Tistli, Drekanum og Sílinum. (Mynd Hvannrók)

– Ungdómsrógvingin kann gerast enn betur, um vit til og við átjan ár broyta kappingina um meistaraheitið, har bara fimm stevnur telja við. Skiljast á tann hátt, at FM-kappingin liggur mitt í próvtøkum hjá miðnámsnæmingum, har fleiri fáa húgvuna á høvdið. Sjálvandi er gott at rógva og sleppa eitt bil frá próvtøkutonkum, men hesir næmingar missa stórar upplivingar, tá húgvan er komin á høvdið. Hetta áttu vit at gjørt nakað við, sigur eldsálin í Álakeri at enda.

Dreingirnir fá steyp og heiðursmerki. Frá vinstru manningin á Kolli, Títlingi og Sævarmoy. (Mynd Hvannrók)

Barnaróðurin blómar í løtuni, og hetta skal RSF og vit onnur fegnast um. Áhugavert at síggja, hvussu nógv pláss í Føroyum eru umboðað í barnaróðrunum. Ja, eisini nógv nýggj bátanøvn, sum flest fólk ikki kenna. Nøvn sum tildømis Tistil, Sævarmoy, Havørnin, Geytin ella Leikalind.

Loftmyndirnar í sjónvarpinum eru áhugaverdar at síggja, men eisini avdúkandi. Síggi í nøkrum róðrum, at einstakir bátar ikki megna at halda kósina, og hvat ger mann við tað. Fær bátur reytt kort, ja, so er møguleikin fókin at gera seg galdandi í FM-stríðnum. Skilji á lagnum, at klaga er send RSF um genturóðurin, har bátur fór av kósini, og so skilst, at tvey 8-mannafør bóru saman í nøkrum tøkum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply