Róðrarsambandið eigur í 2022 eisini at broyta barnaróðurin

Sævarmoy úr Klaksvík og Dúgvan úr Sørvági kappast um fyrsta plássið, sum Dúgvan vann og Sævarmoy nummar tvey. Nummar trý Kollur úr Kollafirði, síðani Títlingur úr Havn og Tjaldrið úr Runavík. (Mynd Hvannrók)

Myndatól mítt fór leygardagin við teimum ungu til Runavíkar at taka nakrar myndir av barnaróðrunum, sum hevur stóran áhuga, og sum jú er framtíðin hjá kappróðrinum. Í summar er met stórt tal av barnamanningum 21 gentumanningar og 24 dreingjamanningar. Stóri vøksturin byrjaði longu seinasta róðrarár orsakað av korona, tí tey ungu sluppu ikki uttanlands við øðrum ítróttagreinum.

Haldi, at barnaróðurin fær tíverri alt ov vánaligar umstøður, tí hví í víðu verð kunnu fólk á staðnum ella í Kringvarpinum ikki taka upp barnaróðrarnar, tí talan er um barnamanningar úr øllum landinum. At geva sum grundgeving, at tú varpar ikki út fótbóltsdystir, har dreingir hjá HB ella KÍ spæla dyst, hongur slett ikki saman.

Barnaróður gentur finala. Hørð kapping um fyrsta plássið millum Drekan úr Havn og Tístil av Tvøroyri, sum Drekin vann. Nummar tvey Tístil, nummar trý Ingibjørg úr Havn og síðani Sævarmoy úr Klaksvík. (Mynd Hvannrók)

Upptøkutól eru á staðnum og bátar fylgja róðrunum, tað er bara taka seg um reiggj og koma í gongd. Her má Róðrarsambandið av álvara traðka til, og má gjaldast fyri upptøkurnar, so ger mann sjálvandi tað. Tað er at smíða, meðan jarnið er heitt, nú undirtøkan er so stór.

Genturnar fáa heiðursmerkini frá vinstru Tístil av Tvøroyri nummar tvey, Drekin úr Havn nummar eitt og Ingibjørg úr Havn nummar trý. Sjáldsamur og frálikur sigurspallur. Vit skulu av øllum alvi hjúkla um barnamanningarnar. Vísa teimum virðing við at stroyma róðrarnar, so kenningar og viðhaldsfólk um landið kunnu fylgja við. Hetta skal RSF og stevnufyrireikararnir syrgja fyri. (Mynd Hvannrók)

Havi líka síðani barnaróðurin sá dagsins ljós í 2002 heitt á Róðrarsambandið um at fáa broytt bæði barnaróðrarnar og gentu – og dreingjaróðrarnir, so tey ungu kappast á líka fóti eins og í øðrum ítróttagreinum. Tí betur samtyktu feløgini á seinasta aðalfundi, at frá 2022 skulu gentu-og dreingjaróðrarnir býtast í tveir bólkar. Tey 15/16 ára gomlu í yngra bólkinum og tey 17/18 ára gomlu í eldra bólkinum. Hetta gevur javnari kapping og færri bátar við startin hvørja ferð.

Barnaróðurin skal sjálvandi eisini broytast í 2022, so tey 11/12 ára gomlu rógva fyri seg og tey 13/14 ára gomlu fyri seg. Sum er, er alt ov stórur munur á aldri, vekt og kropsstyrki. Tað er bara at hyggja at myndum og tíðunum. Umráðandi er, at so nógvir rógvarar sum møguligt fáa góðar upplivingar á stevnunum, sum ætlanin var frá byrjan. Helst sleppa vit tá eisini undan at brúka riðlar.

Vøkur mynd av barnaróðri við dreingjum. Frá vinstru Sævarmoy úr Klaksvík nummar tvey, Dúgvan úr Sørvági nummar eitt og Kollur úr Kollafirði nummar trý. (Mynd Hvannrók)

Endamálið við barnaróðrinum í 2002 var frá byrjan, at tey ungu skulu fáa góðar róðrarupplivingar á stevnu, men tað fáa fleiri ikki undir núverandi umstøðum. Heldur tvørturímóti. Er nakað vakrari í føroyskum kappróðri enn at síggja hesi ungu flota bát og ganga so høgt upp í venjingina. Eisini hugaligt, at so nógvar barnamanningar koma ymsastaðni frá úr Føroyum. Hetta skulu vit øll hjúkla um.

Kappróður er frálíkt sjónvarpstilfar, og eg fái ikki í mín knokk, at ikki ber til hjá KVF ella fólk á staðni at stroyma ella taka upp barnaróðrarnar. (Mynd Hvannrók)

Síggi í kappingarreglunum í RSF, at tey nevna, at ung í 5.6.og 7. flokki í byrjanini á kappingarárinum kunnu rógva barnaróður. Tað vil siga, at gongur tú tá í 8. flokki, kanst tú ikki rógva barnaróður. Havi spurt í Hondbóltssambandinum, og har gera tey júst tað sama upp til og við fjúrtan ár, men so gerst talan um árgangir og ikki flokk.

Hinir róðrarnir

Tá talan er um hinar róðrarnar, so eru dreingja – og gentu bátarnir eisini blivnir fleiri. Eldri bátastøddirnar standa mest sum í stað, tó at talið av 5-mannaførum við kvinnum er vaksið. Lítil spenningur var í fjør í eldri bátastøddunum, tí har vunnu bátarnir, sum vunnu á norðoyastevnu allar sjey róðrarnar uttan ein róður, tá 8-mannafarið Knørrur vann á ólavsøku.

Vóni, at RSF og Fróðbiar Sóknar Róðrarfelag tekur stig at stroyma okkum barnaróðrarnar á jóansøku (Mynd Hvannrók)

Hugaligt, at øðrvísi er í ár, tí Klaksvíkingur hevur trygt tak á Orminum, 6-mannaførini við monnum Sundabáturin og Páll Fangi vinna á Smyrli, og mín sann steðgaði Firvaldur við kvinnum sigurrøðini hjá Erlu kongsdóttur. Ja, so vann 6-mannafarið Sølmundur á Jarnbardi á fjarðastevnu men mátti lúta leygardagin. Ongantíð gott, tí vit fyri róðrar longu vita, hvør bátur fer við sigrinum. (Vagnur)

Vit eru inni í dómarabilinum á málinum. Tað gekk væl at avgreiða róðrarnar, sum tað altíð ger í Runavík. (Mynd Hvannrók)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply