Barnaróðurin grør um gangandi fót um alt landið.

Fremstu gentubátarnir koma fram ímóti málinum. Fyrstur var Drekin úr Havn, síðani Tistil av Tvøroyri, Sævarmoy úr Klaksvík, Ingibjørg úr Havn, Sílið úr Havn, Svalan úr Vági og Tjaldrið úr Runavík. (Mynd Erlendur)

Tað, sum gera barnaróðrarnar og gentu – og dreingjaróðrarnar so áhugaverdar og spennandi, er eisini, at seinastu tvey róðrarárini er manningartalið vaksið heilt nógv. Serliga barnamanningarnar hava sett mett, og gleðiliga er, at so nógv róðrarfeløg um landið manna bátar. Áhugavert eisini at eygleiða, at á varmakeldu róðu bert trý 10-mannafør, har vit vistu næstan úrslitið, áðrenn róð var. Soleiðis kunnu vit halda fram við øðrum bátastøddum.

Men í barnaróðri er heilt onnur støða og kapping, tí bátatalið er so stórt, har neyðugt er at skifta bátarnar í riðlar fyri finaluróðurin. Um fjøruti barnamanningar. Sig so tað. Sum eldri eygleiðara venda eyguni míni minst líka nógv ella kanska meira móti ungdómsrógvingini. Hetta at síggja, hvussu spelkin hesi ungu fara til verka, venja og mennast, har foreldur og næstringar ganga upp í lív og sál, hvussu hilnast hjá teimum ungu.

Dreingjabátarnir rógva finaluróður. Fremstur Títlingur úr Havn, Kollur úr Kollafirði, Dúgvan úr Sørvági og Tjaldrið úr Runavík. (Mynd Erlendur)

Grundkjarnan í serliga barnaróðrunum eru foreldrini, sum oftast venja børnini, koyra bátarnar á stevnu, ja, og hjúkla um tey ungu. Havi í fleiri ár hugsað um, hví so nógv ung gevast at rógva kapp, tá tey hava róð seinasta róðurin í gentu-og dreingjaróðri. Onkur gevst longu eftir barnaróðrarnar. Annað er, at í barnaróðri fáa vit mest sum hvørt ár aðrar bátar frammi í oddinum, tí tey, sum eru har frammi í ár, eru flest ov gomul at rógva barnaróður næsta ár.

Manningin umborð á Drekanum úr Havn hevur júst fingið heiðursmerkini um hálsin. (Mynd Erlendur)

Greitt er, at eftir serliga miðnámsskúlin fer fram heilt stóra broyting. Tá hava fleiri rógvarar róð kapp fyrst kanska trý ár barnaróður fyri síðani fýra ár gentu – ella dreingjaróður. Nógv eru tá ”mettaði” av kappróðri, og nú skal okkurt meira spennandi henda á lívsleiðini. Uttanlandsferðir, festivalar, og so skulu tey ungu undir víðari útbúgving, har fleiri fara av landinum.

Froðbiar Sóknar Róðrarfelag bjóðar veruliga av í ungdómsróðrum. Manningin umborð á Tistli. (Mynd Erlendur)

Kappróður kann slett ikki sammetast við aðrar ítróttagreinar sum tildømis bóltsspølini. Kappróðurin er so bundin um summarið, har nakrir rógvarar sita sum statur í statinum í báti, har eingin er at skifta við sum í bóltspølunum. Tí er so torført at manna bát, um onkur eftir ungdómsrógvingina kundi ynskt sær at manna 5-mannafar og 6-mannafar við kvinnum og 6-mannafar við monnum. Hetta sigur søgan.

Tað grør um gangandi fót í kappróðrinum á fleiri mótum í Klaksvík. Her manningin umborð á Sævarmoy úr Klaksvík.

Mær dámar heilt væl, at komandi kappingarár, skulu gentu – og dreingjabátarnir rógva í tveimum bólkum. Spennandi at fylgja, hvussu hetta hildnast. Endurtøka mín er, at sjálvandi skulu barnamanningar eisini rógva í tveimum bólkum eftir aldri. Róðrarárið 2022 skal vera eitt royndarár hesum viðvíkjandi. Síðani kunnu vit eftirmeta og taka samanum.

Hesir byrjaðu at rógva í fjør, og nú eru teir heilt frammi í oddinum. Manningin umborð á Títlingi úr HR. (Mynd Erlendur)

Tað hevur gingið heilt væl higartil at avgreiða róðrarnar, siga tey, undirritaði hevur tosað við. Sjálvandi er altíð okkurt, sum kundi verið gjørt betri. Vil enda og siga enn einaferð, at tað er fragd at síggja, hvussu stórur áhugi er at manna ungdómsbátarnar um landið, og at fleiri og fleiri róðrarfeløg megna nú at manna bátarnar. Myndatól mítt var ikki í Fuglafirði, men tú fært mangan myndir sendandi, og her siga vit takk. Leygardagin 17. juli skal rógvast í Sandavági.

Havi altíð okkurt hjartasuff, tá talan er um kappróður. Hesuferð tvey málslig. Gleðiligt at síggja, at heili fimm 6-mannafør mannað við eldri kvinnum róðu á varmakeldu, men ikki dámar mær orðið masters, sum slett ikki hoyrir heima í føroyskum kappróðri, har alt í bátinum eru aldargomul nøvn. Er ikki nógmikið at siga 6-mannafør við kvinnum og 6-mannafør við kvinnum eldri? Einfald og vøkur nøvn. Og so skal eg heilsa og siga, at tað var ikki gamalt at skriva søkur og stevnur við stórum. Ikki Jóansøka, Ólavsøka, Vestanstevna og Varmakelda men jóansøka, ólavsøka, vestanstevna og varmakelda. (Vagnur)

Tað er at frøast um, at tey í Kollafirði eisini halda seg til og bjóða av. Manningin av Kolli úr Kollafirði. (Mynd Erlendur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply