Lærarindan frú Beier fødd Arge og tey vóru tíggju systkin

Frú Beier var navn, sum vit sum ung kendist við, men navnið fjaraði burtur seinni í lívinum. Men tá eg í bókini – Njál ljós í skugga – sá mynd frá 1951 av skúlaflokkinum hjá Njáli Djurhus í kommunuskúlanum, festi eg meg við lærarinduna frú Beier. Eftirnavn, sum ikki er føroyskt, og tú gitti, at lærarin var úr útlondum, sum nógvir lærarar vóru tá í tíðini. Men so var ikki.

Lættast at spyrja á bólkinum Gamlar myndir úr Havn, og svarið kom skjótt, ja, og so fall fimm oyrað. Fór at leita í bókini Lærarafólk í Føroyum 1870-1976. Frú beier var føroyskur lærari, men hví eftirnavnið Beier?

Floksmyndin er framúrskarandi at sjá, tí tú kennir nógvar næmingar, sum eru um tíggju ár eldri enn tú sjálvir. Frú Beier, Maria Arge Beier var fødd 14. august 1893 var dóttir Sigmud Arge smiðjumeistara av Argjum og Anne Margrete Arge rópt Greta fødd Andreasen úr Havn.

Húsini hjá Nemusi og Rúnu er frá 1901, tað vil siga 120 ára gomul. Sigmund Arge og teir bygdu nú søguligu húsini. Frú Beier búði í húsunum. (Mynd Vagnur) 

Frú Beier var virkin ung kvinna, tí fyri hon fór á læraraskúla í Danmark á N. Zahles læraraskúla, lærdi hon seg at seyma mannfólkaklæði í Havn. Síðan gekk leiðin til Skotlands í eitt ár og trý ár í Danmark, har hon lærdi meira at seyma, til hon í 1915-16 fór á fimleikaskúla Ollerup.

Komin aftur til Føroya hevði hon í tvey ár seymistovu í Havn og undirvísti sum vikarur í fimleiki í Realskúlan. Virkna kvinnan fór síðani aftur til Danmarkar, har hon í 1922 tók prógv sum lærari. Arbeiddi nøkur ár sum lærari í Danmark, til hon fyrsta januar 1927 gjørdist lærari við Tórshavnar kommunuskúla.

Virkni lærarin undirvísti eisini fleiri ár í hondarbeiði í kvøldskúlanum, og í 1933/34 fór hon á árskeið í Danmark, har hon nam sær meira kunnleika í enskum, søgu og donskum.

So til eftirnavnið Beier. 13. september 1932 giftist frú Beier Henry Beier úr Allinge á Bornholm. Henry Beier ( 1887-1949) var skipari og sigldi við donskum ferðamannaskipum. Hann doyði í juni mánað í 1949 og Maria 12. oktobur í 1970.

Simme og Connie

Frú Beier og tey vóru tíggju systkin, og sjálvandi at riggja til Simma, sum eg kenni heilt væl, og sum nærkast teimum níti árunum. Simme sigur, tey tíggju systkini ein drongur og níggju gentur eru hesi eftir aldri: Andreas, sum druknaði sum ungur á Tvøroyri, síðani Maria rópt frú Beier, Olevina rópt Lilla, Olivia rópt Liffa, Ninna mamma Simma, Elisabeth rópt Bette, Frida, Elsa og Signa. Frú Beier búðu í gróthúsunum, har Nemus Napoleon Djurhuus og tey búgva

Ninna mamma Simma var seymikona og læt upp Søljuna, sum systirin Liffa tók yvir, tí Ninna flutti til Danmarkar. Skuldi hon síggja mann sín Jógvan, sum sigldi úti í verðini og einans var heima fáar dagar um árið, so mátti hon flyta av landinum. Simme er føddur í 1931 í Danmark.

Annars sigur Simme mær, at nú spælir hann lítið og einki av tónleiki, tí oyrini eru farin at bila. Altíð hugaligt at práta við Simma og Connie. Havi fingið loyvi at brúka myndina av skúlaflokkinum hjá Njáli. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply