Føroyaleikir – Barnamanningar høvdu hugnaligar og góðar róðrar í Runavík

5-mannaførini við gentum, sum liggja við startin, eru flugur í mun til stóru russisku skipini. Heilt góð róðrarlíkindi. (Mynd Hvannrók)

Sum hoyrist í Kringvarpinum, eru Føroyaleikirnir um landið eyndaðir sera væl, tiltak, sum verður roynt aftur næsta ár. Róðrarsambandið boðaði barnamanningum til Runavíkar at rógva eitt slag av ódnartøkum. Tjúgu barnamanningar ellivu dreingjabátar og nýggju gentubátar, sum er helvtina av flotanum, møttu í Runavík. Og hetta skuldi í góðveðri gerast áhugaverd og hugnalig løta hjá teimum ungu. Nakrir tankar og myndir.

Fimm gentubátar rógva finaluróður. Sílið, Sævarmoy, Drekin, Leikalind og Blikur. (Mynd Hvannrók)
Manningarnar á Leikalind, Drekanum og Sílinum við heiðursmerkjum um hálsin. (Mynd Hvannrók)

Kappingin var skipað nakað eins og ódnartøkini. Sami teinur, har bátarnir fyrst róðu teinin tvær ferðir, og so róðu bestu bátarnir finaluróður. Tiltakið, sum byrjaði stundisliga, var væl fyriskipað. Gekk væl at starta bátar, og har vóru bæði borgarstjórin í Runavík og umboð fyri RSF og handaði heiðursmerki.

Tjaldið bleiv nummar trý í finaluróðrinum. (Mynd Hvannrók)
Dúgvan úr Sørvági vann í fjør meistaraheitið í barnaróðri við dreingjum, og í ár er báturin aftur heilt frammi í oddinum. (Mynd Hvannrók)

Eftir róðrarnar fingu rógvararnir nakað til matna og at drekka í neystinum, so øll vóru væl nøgd. Áhugavert á síðulinjuni at fylja barnamanningum, tí mest sum hvørt ár eru nýggjar manningar frammi í oddinum, tí rógvarar gerast ov gamlir og fara víðari til gentu-og dreingjaróðrnar.

Umstøðurnar eru góðar at rógva ódnartøk í Runavík. (Mynd Hvannrók)

Fragd at síggja, at róðrarøki um landið, har striltið hevur verið at mannað bátar, nú bjóða seg fram. Vil nevna millum annað nýggja róðrarfelagið í Eysturkommunu Tindur, Kollafjarðar róðrarfelag og Sørvágs róðrarfelag, sum nú eisini hava góðan byr.

Barnaróður nú tjúgu ár á baki

Tað vóru Miðvágs róðrarfelag og Havnar róðrarfelag, sum spakuliga í 2002/2003 slóðu fyri barnaróðri, har fyrsta ætlanin var ikki at skipa róðrarnar sum FM-róðrar. Minnist, tá tey valdu 500 metrarteinin og aldursmarkið, har gentur og dreingir kundu rógva í sama báti, og bátarnir ikki skrásettir í hagtølunum. Fáir bátar fyrstu árini, og eg síggi á Stavnur.fo, at eitt av fyrstu árunum róðu bara fimm dreingjamanningar, og einans ein gentubátur meldaði til.

Dreingirnir rógva finaluróður. Fremst Títlingur, síðani Kollur og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)
Dreingjabátar rógva innleiðandi. (Mynd Hvannrók)
Dreingjabátar rógva innleiðandi. (Mynd Hvannrók)

Síðani bleiv barnaróðurin skipaður sum FM-róðrar, har fimm róðrar taldu við í FM-kappingini, so tey ungu kundu ferðast uttanlands við foreldrunum og øðrum ítrótti. Tað eru deildar meiningar um barnaróðurin. Sólskinssøga, halda summi, og onnur halda, at tey ungu byrja alt ov tíðliga at rógva kapp. Tí tá tey hava róðu tvey/trý ár barnaróður og gentu – og dreingjaróður í fýra, hava tey sum átjan/nítjan ára gomul fingið nokk av kappróðri.

Manningarnar á Tjaldrinum, Kolli og Títlingi við heiðursmerkjum. (Mynd Hvannrók)

Nakað kann vera um hetta, tí endurskoða við barnaróðurin og tess menning í tjúgu ár, so manna vit ikki fleiri 5-mannafør og 6-mannafør við kvinnum, 6-mannafør við monnum, 8-mannafør og 10-mannafør. Hví so er, eru eisini deildar meiningar um.

Tá hetta er sagt, so kunnu vit fegnast um, at í summar rógva um fjøruti barnamanningar, sum koma úr øllum landinum, og hetta sigur alt. Leygardagin verður vestanstevna í Sandavági, og viku seinni skal rógvast í Klaksvík, og so er bert ólavsøkan eftir. Nakrar myndir vóru tiknar í Runavík. (Vagnur)

Borgarstjórin í Runavík og umboð fyri RSF handaðu heiðursmerkini. (Mynd Hvannrók)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply