Úr myndasavninum – Tey hátíðarhildu 25 ára føðingardagin hjá Kyndli (e)

Oldboys Kyndil og Neistin í 1981. Standandi f.v: Hannis Jacobsen, Poul Johannes Johansen, Nick Hansen, Eigil Lyngsø, Vagnar Olsen, Bjarni Johansen, Jógvan Andras Joensen, Mortan Mørk, Viggo í Stórustovu og Johnny Reinert. Húkandi f.v: Hansemann Mikkelsen, Petur Hans Poulsen, Torbjørn Mikkelsen, Dia Jacobsen, Petur av Sandi, Hildibjart Johansen, Poli Jacobsen, Henning Eysturoy og Heðin Mikkelsen. (Mynd Óli Hansen)

Í vetur skrivaði eg tvær greinar um oldboys og oldgirls liðini hjá Neistanum og Kyndli, sum 1981 hátíðarhildu 25 ára føðingardagin hjá Kyndli. Nú havi eg fingið felagsmynd av mansliðunum hjá Kyndli og Neistanum senda frá Óla Hansen, og felagsmyndin skal sjálvandi á heimasíðuna. Nógvir av monnunum eru ikki millum okkum longur, men eftir liggur stórt arbeiði, sum teir gjørdu og slóðu fyri í feløgunum. Niðast er grein, sum eg skrivaði um oldgirls kvinnurnar hjá Kyndli og Neistanum. Læs resten

Atli Dam fyrrv. løgmaður skuldi fingið aðra gøtu í Hoyvík

Onnur gøtu í Hoyvík átti at verið kallað Atlagøta, tí eingin hevur adressu Atlagøta. (Mynd Vagnur)

Onnur gøtu í Hoyvík átti at verið kallað Atlagøta, tí eingin hevur adressu Atlagøta. (Mynd Vagnur)

Gøtunavnanevndin í Havn hevur kallað upp nógvar gøtur í Hoyvík eftir farnum løgmonnum, sum vit hava havt, síðani heimastýrislógin kom í gildi í 1948. Talan er um gøturnar Andrasargøtu, Kristiansgøtu, Pætursgøtu, Hákunargøtu, Atlagøtu og Maritugøtu. Marita Petersen er einasta kvinna, sum hevur røkt løgmansembætið í Føroyum.

Fyrsti løgmaður var Andrass Samuelsen, sum var løgmaður árini 1948-1950, og síðani Kristian Djurhuus 1950-1959. Atli Dam er løgmaðurin, sum hevur sitið longst í Tinganesi. Heili sekstan ár í tveimum umførum. 1970-1984 og 1990-1992. Men gøtunavnanevndin hevur givið Atla “keðiligastu gøtuna”, tí eingin býr við Atlagøtu, og harvið hevur eingin tildømis adressu Atlagøta 12. Hetta átti gøtunavnanevndin at fingið broytt, so navnið Atli Dam kemur til sín rætt í Hoyvík. Læs resten

Úr myndasavninum – vesturbýurin nógv broyttur í mínari tíð

Áhugavert hjá okkum, sum eru uppvaksin í vesturbýnum at síggja hesa mynd. (Myndaeigari Jón Hansen)

Áhugaverd mynd tikin av Oyggjarvegin og út á Argir. Vit síggjast húsini hjá okkum við Landavegin, og er má siga, at har er nógv broytt suðureftir, síðani myndin var tikin í 1960-árunum. Har er eingin Vesturkirkja, tí grundasteinurin til Vesturkirkjuna var lagdur í 1968, og 24. februar 1971 gróvu teir fyrstu bøkkarnar. Vit síggja ongan Venjingarskúlia, og teir eru ikki byrjaðir at grava út fyri skúlanum, sum var tikin í nýtslu við skúlaársbyrjan í 1968.

Frá okkum við Landavegin vóru fleiri traðir oman í Hornabø. Leivdir av gøtuni síggjast enn. Fyrst kom Venjingarskúlin og síðan Skúlin á Trøðni. Á myndini eru tey ikki enn farin at stykkja út nógvu grundøkini á Müllerstrøð. Annars heilt lítið broytt í Grønlandi, tó síggi eg, at húsini í Kardamummubýnum eru enn ikki bygd. Haldi, at fyrstu húsini vóru liðug í 1967. Nýggja Landssjúkrahúsið er ikki at síggja. Har var grundarsteinurin lagdur í 1962 av Peturi Mohr Dam, løgmanni, og sum tólv ára gamal var eg á staðnum. Eg meini at sjúkrahúsið varð liðugt í 1968, og bygningarnir til tey sálarligu sjúku tiknir í nýtslu í 1970. Altíð áhugavert at síggja slíka mynd. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Kim Lützen var úlvungi og skóti á Bakkahellu

Hugagóðir skótar í 1953 í skótahúsinum á Bakkahellu. Aftast fra vinstru Olivur Næss, Birni Dam, Eðin Jacobsen og Tummas Arge. Fremst frá vinstru Flóvin Jacobsen, Kim Lützen, Richard Bugash og Torstein Arge. (Mynd SSB skótar)

Komi av og á mánamorgun í SSB skótahúsið við Havnará, har eldri skótar hittast til drekkamunn og prát. Teir elstu skótarnir vóru eisini skótar niðri á Bakkahellu, meðan vit aðrir byrjaðu sum úlvungar og skótar í nýggja skótahúsinum við Havnará, sum var tikið í nýtslu í 1956.

Kom í blaðnum Eyganum frá 1976 fram á grein um SSB skótar, har eisini myndir vóru av skótaliði frá tíðini á Bakkahellu. Myndirnar eru frá um 1953, og á myndini er  Kim Lützen, sum er føddur í 1939 og er 83 ára gamal. Havi spurt Kim, hvat hann minnist um tíðina á Bakkahellu. Læs resten

Stóru nýggjársbálini eru nú bara góð gomul minni

Nýggjársbálið uppi á Heygnum sást um alla Havnina. Meira enn hundrað ár síðani fyrsta bálið var brent har.

Hyggur tú at myndini oman fyri svartu barakkina, sært tú stóra hellu uppi á Heygnum, sum vit kallaðu staðið, har brøðurnir Høgni og Poul Mohr búgva. Har brendu ungfólk við Landavegin nýggjársbál longu frá fyrrapartin av 1900-talinum. Bálið sást um alla Havnina, og tað var stoltleiki at gera bálið so stórt sum gjørligt. Tíverri mistu vit frálíka staðið til nýggjársbál, og eisini mistu vit seinna frálíka staðið. Nú eru nýggjársbálini við Landavegin bara gomul góð minni. Læs resten

Standmyndin av Nólsoyar Pálli kemur nú heimaftur í Vágsbotn

Standmyndin fer nakrar metrar oman um vegin, har fótur skal gerast við sjóvarmálan. Frálík avgerð. (Mynd Vagnur)

Í seinastu viku sá eg á Facebook havnarmeistaran skriva í viðmerking, at standmyndin av Nólsoyar Pálli stendur aftur í Vágsbotni fyri ólavsøku. Gjørdist meira forvitin, tí eg havi fylgt málinum og ført fram, hvussu ússaligt tað var av undanfarnu býráðssamgongu í snigálopi  at taka niður standamyndina uttan at finna nýtt pláss. Standmyndin fekk lítla virðing, tá hon síðani var blakað uttan fyri verkstað inni á Hjalla, har eg tók mynd av henni.

Havi frætt frá nærmastu keldum, at herfyri var fundur millum listamannin, borgarstjóran, býararkitektin og onnur frá umstitingini. Har samdust tey um nýggja plássið til standmyndina í Vágsbotni. Listamaðurin gekk ikki við til at finna fyribils pláss ella seta upp standmyndina Yvir við Strond. Standmyndin er knýtt av gomlu bygningunum í Vágsbotni, og har skal hon standa. Fyri ólavsøku sigur formaðurin í Havnarnevndini. Gleðiligt og virðiligt, sum vit nógvu frøast um. Tað vóru “privat” persónar, sum fyri meira enn 25 árum síðani savnaðu inn pening og tók stig at fáa gjørt standmyndina, sum Hans Pauli Olsen evnaði til. (Vagnur)

Partur av søguni um nógv umrødda økið Skálatrøð

Soleiðis minnist eg Skálatrøð. Stórur garður var laðaður um trøðna. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Sært tú heilt gamlar myndir úr Havn, sært tú bara nøkur hús úti á Reyni, í Vágsbotni og við Eystaruvág. Eingin bøur bara hagi. Havi ongantíð veruliga sett meg inn í, hvussu alt hetta hongur saman søguliga, men eg hoyrdi sum ungur, at kirkjubøingar áttu hagan heilt oman í Sandagerð, og at Húsahagi umfataði alla jørðina norðan fyri Havnina, Yvir við Srond og vestureftir. Fyrstu havnafólkini átti onga jørð, og eg havi lisið mær, at fyrstu fólkini, sum settu búgv í Havn, vóru fólk, sum arbeiddu hjá Einahandlinum í Tinganesi. Í 1647 vóru jú bara tíggju skattgjaldarar í Havn, og fólkini vóru fátæk. Men í 1779 hendir nakað, sum kom at broyta nógv, og sum slóðaði fyri stórum framburðri í Havn. Læs resten

Úr myndasavninum – Nógv skip máttu liggja fyri teym í Havn

Myndin tikin einaferð í 1950-árunum. (Myndeigari Jón Hansen)

Mynd frá 1950-árunum. Myndin sigur heilt nógv, tí nógv skip liggja fyri teym á Havnarvág. Orsøkin var, at Molin var ikki longdur, og Havnin var brimpláss á sunnanættunum. Havaldan kom beinleiðis á Havnina, og vit minnast, tá breyt í Vágsbotni, og aldurnar steðgaði mangan ikki fyrr enn uppi við Meiaríið. Á myndini sæst Hvítabjørn, og Tróndur kemur undan. Reyði krossur sæst áraka Skálatrøð. Alt grótið, sum seinni varð sprongt á Skálatrøð, varð brúkt sum grótkast, tá Molin varð longdur.

Ùti í Bakka var serliga stórur hjallur, sum Kaysten Andreasen átti. Hvør er søgan um stóra hjallin, sum vit onkuntíð plagdu at klatra í? Annars er einki broytt úti í Bakka á og Tinganesi uttan tað, at eini sethús eru bygd har, sum nógv politskt stríð stóðst um. Tá eg síggi Hvítabjørn, komi eg at hugsa um størstu aprílsøguna í Føroyum nakrantíð. Heilt stór mannamúgva streymaði oman til sjóvarmálan, tí Ùtvarp Føroya boðaði 1.apríl frá, at ein hvítabjørn var rikin inn á Havnarvág á einum ísflaka. Eg var sjálvur har og sjálvandi lumpaður. Heiti Golfsteymurin syrgir fyri, at eingin ísflaki kann reka inn á Havnarvág. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Neistakvinnur á uttanlandsferð í 1949

Neistakvinnur í smørtum leikbúna á Danmarkarferð í 1949. St.f.v: Ragna Skaalum, Elsa Horn, Hjørdis Joensen, Gunhild Hjalt, Duddan Hansen og Hilda Lamba. Húkandi f.v: Sára Hansen, forkvinna Neistans, Kathrina Mikkelsen, Judith Gudmundsen, Bergljót Hansen og Elinborg Trónd. (Myndaeigari: Elsa Horn)

KI úr Keypmannahavn var fyrsta útlendska kvinnulið, sum vitjaði í Føroyum. Tað var Sára Hansen eldhugaða forkvinnan í Neistanum, sum fekk vitjanina í lag í 1948. KI spældi í bestu deildini í Danmark, og millum donsku kvinnurnar var landsliðsspælari. Neistakvinnur fingu við hesi vitjan veruligan íbástur at menna kvinnuhondbóltin í felagnum, og longu árið eftir fóru neistakvinnur fyrstu uttanlandsferð. Leiðin gekk til Keypmannahavnar at vitja KI. “Kvindernes Itrætsforening”. Læs resten

Fekk tvær 70 ára gamlar myndir av Tinghúsvegi frá Henry Chritiansen

Húsini nærmast til vinstru eru tey hjá Hans Peturi og Helgu Weihe. Síðani tey hjá Frithiof Wellejus, Niels Juul og Petru Arge, Jens og Kristinu Næss, Svend og Dagmar Vilhelmsen, Hannu Poulsen, Jens Olivur og Paulu Poulsen, Dánjal Martin og Osla Jacobsen, Kaj og Krisiannu Christiansen og Gunnar og Annu Christiansen. Vit síggja eisini Telegrafstøðina fremst í myndini. (Myndeigari: Henry Christiansen)

Áhugavert at síggja eldri myndir úr Havn frá tíðini, tá traðir vóru lagdar inn í 1800-talinum. Vegir gjørdir til hestavognar at koyra á, so lættari var hjá fólki at fáa til høldar torv og annað heim í gomlu Havnina, har fólkini búðu. Við tíðini víðkaðist Havnin, og hús vóru bygd fram við hesum vegum. Grúsvegir og ikki gongubreytir, tí fyrsti bilurin kom jú ikki til Føroya fyrr enn í 1922.

Gongur tú av Vaglinum niðan eftir Tinghúsvegi, sært tú leivdir av gamla vegnum, har húsini nógvastaðni standa kloss í vegin. Eingin parkeringspláss ella gongubreytir. Tinghúsvegurin endar uppi í Gundadali. Læs resten