Partur av søguni um nógv umrødda økið Skálatrøð

Soleiðis minnist eg Skálatrøð. Stórur garður var laðaður um trøðna. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Sært tú heilt gamlar myndir úr Havn, sært tú bara nøkur hús úti á Reyni, í Vágsbotni og við Eystaruvág. Eingin bøur bara hagi. Havi ongantíð veruliga sett meg inn í, hvussu alt hetta hongur saman søguliga, men eg hoyrdi sum ungur, at kirkjubøingar áttu hagan heilt oman í Sandagerð, og at Húsahagi umfataði alla jørðina norðan fyri Havnina, Yvir við Srond og vestureftir. Fyrstu havnafólkini átti onga jørð, og eg havi lisið mær, at fyrstu fólkini, sum settu búgv í Havn, vóru fólk, sum arbeiddu hjá Einahandlinum í Tinganesi. Í 1647 vóru jú bara tíggju skattgjaldarar í Havn, og fólkini vóru fátæk. Men í 1779 hendir nakað, sum kom at broyta nógv, og sum slóðaði fyri stórum framburðri í Havn.

Áhugavert kort úr bókini Havnarsøga IV. Vit síggja fyrstu innløgdu traðirnar av Húsahaga.
Áhugavert kort úr bókini Havnarsøga IV. Vit síggja fyrstu innløgdu traðirnar av Húsahaga. (Mynd Havnarsøga IV)

Kühl kommandantur á Skansanum søkti í 1797 um fáa lagt eina trøð inn av Húsahaganum eystan fyri Skansan. Hesa trøð skuldu soldátarnir og yvirmenn teirra – einir fýrati í tali – fáa til brúks at velta eplir í. Tá sótu tvær festieinkjur á Húsagarði, og tær settu seg ikki ímóti, at umsøkta trøð varð løgd inn av hagnum. Hetta var fyrsta trøð av fleiri, sum næstu árini vóru lagdir inn av Húsahaga. Hetta vóru sokallaðar leigutraðir, sum menn seinni kundu keypa í nýggjari traðarlóg, tá so og so nógv varð velt á stykkinum. Onnur søga er, at hesar traðir, ja í okkara tíð, vóru seldar fyri stórar upphæddir til grundøki. Men hetta er onnur søga.

Tá menn í 1784 fór undir at smíðja Havnar kirkju búðu o.u. 500 fólk í Havn. Kirkjan var liðug í 1788. Húsahagi kemur oman í sjóvarmálan. Kirkjan varð umvælt í 1865 og gjørt hvít og mest sum nýggj kirkja.
Tá menn í 1784 fóru undir at smíðja Havnar kirkju, búðu o.u. 500 fólk í Havn. Kirkjan var liðug í 1788. Húsahagi kemur oman í sjóvarmálan. Kirkjan varð umvæld í 1865 og gjørt hvít og mest sum nýggj kirkja. (Mynd Havnin-fólk og yrki)

Tá eg ein dagin spákaði niðri á Skálatrøð, rann mær til hugs, hví hetta nógv umrødda pláss eitur Skálatrøð. Tí Skálatrøð er ikki nøkur trøð, men stórt parkeringspláss, sum so nógv vilja hava hendur á. Millum annað til Tjóðpall, einaferð Musikkskúla og stóran parkeringskjallara. Familjur í Havn hava eftirnavnið Skála, og eg visti um mann, sum æt Skála Palli. Havi spurt meg fyri, men eingin veit rættiliga, hví Skálatrøð eitur Skálatrøð. So eg at leita í bókini Havnarsøga IV og bókini “verjir fyri Havnarvág, sum Mikkjal Helmsdal, sáli gav út í 1994. Jú, har var nakað at frætta um Húsahaga og Skálatrøð.

Løgið at hugsa sær, at Húsahagi einaferð strekti seg heilt oman í Vágsbotn.
Løgið at hugsa sær, at Húsahagi einaferð strekti seg heilt oman í Vágsbotn.

Í eini bókini stendur, at árini 1805 til 1810 vóru nakrar traðir aftrat lagdar inn av Húsahaganum. Bøkjaratrøðin, Skálatrøð og Yviri á Trøð. Kongsbøndurnir á Húsagarði geva í skrivi til mynduleikarnar loyvi, at Niels N. Skaale hosutakari fær stykki av Húsahaga at velta. Stykkið er tætt við strondina millum Rættará og vestastu bøgarðarnar hjá Húsagarði. So leingi Niels N. Skaale ella kona hansara livir, hava tey alla trøðna; Men doyggja bæði teirra, verður trøðin lagd aftur til Húsagarð. Síggi, at hesin Niels N. Skaale fær laða garð um trøðna, og partur av hesum garði sæst framvegis við smiðjuna í Lítluvík.

Mynd av Eystaruvág. Húsahagi næstan oman í klettin.
Mynd av Eystaruvág. Húsahagi næstan oman í klettin.

Her hava vit so navnið Skálatrøð eftir manninum Niels N. Skaale hosutakara. Skálatrøð var leigutrøð, og Niels skuldi gjalda festarunum tveir ríkisbankadálar í silvuri árliga. Seinni í bókini sæst, at arvingarnir eftir Niels N. Skaale fingu ikki rætt at halda fram at leiga Skálatrøð. Tá eg var smádrongur, var Skálatrøð framvegis ein trøð, og mær er sagt, at M.C. Restorff eitt skifti átti trøðna. Sum myndin ovast sýnir, og sum eg minnist, var bøur frá Konradsbrekku og oman á sandin við hjá Valdamari Lützen. Seinast í 1960- árunum og fyrst í 1970- árunum fóru teir at spreingja har á leiðini, og grótið brúkt sum brimgarður úti á Molanum, tí Molin skuldi leingjast.

Ì 1902 búgva 1650 fólk í Havn, og Húsagarður er framvegis har.
Ì 1902 búði 1650 fólk í Havn, og partur av Húsahaga er framvegis har. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá omanfyri er sagt, at kirkubøingar áttu hagan heilt oman í Sandagerð og Álaker, so vóru tveir heilt stórir garðar í Kirkjubø – 26 merkur hvør. Av eystara kirkjubøfestinum kom sýslumansgarðurin, sum vit kenna sum Müllerstrøð og Müllershagi. H.C. Müller var sýslumaður, og tá hann doyði, og sýslumansembætið niðurlagt, var jørðin verandi í hondum Müller familjurnar. Men hetta fór ikki fram uttan stríð við tey í Kirkjubø, sum vildu hava jørðina aftur.

Trætan varð endaliga loyst í 1920-árunum soleiðis, at tær trettan merkurnar, sum sýslumansgarðurin hevði fevnt um, varð býttur soleiðis: Poul Müller fekk átta merkur, og fimm merkur fóru aftur til Kirkjubøar. Sjúrður Patursson fekk hálva triðju mørk og Gazet Patursson hálva triðju mørk. Tá var Kirkjubøur ikki í Tórshavnar kommunu. Løgið at hugsa sær, at nógv av innangarðsjørðini hjá Müllers familjuni er stykkjað út til grundøkið. Talan er um øll húsini á Argjum frá brúnnu um Sandá niðan til fótbóltsvøllin og suðureftir. Á Müllerstrøð, sum vit kalla økið. (Vagnur)

Skálatrøð 2015. Hetta nógv umrødda økið, sum so nógv vilja ogna sær. (Mynd Vagnur)
Skálatrøð 2015. Hetta nógv umrødda økið, sum so nógv vilja ogna sær. (Mynd Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply