
Tá eg sá myndina omanfyri í bókini Havnin – fólk og yrki, kom eg at hugsa um Arna G, hvørs fulla navn var Peter Arne Henry Lisberg Danielsen. Arne búði við Tinghúsvegin nærmasti granni hjá pápabeiggja mínum Aage Michelsen. Ikki visti eg, at tá ensku hermenninir komu at halda til í Sjónleikarhúsinum undir krígnum, bygdu teir eina baðistovu hinumegin vegin. Tá kríggið var av, yvirtók kommunan húsini. Leiguavtalu var gjørd við Arna Danielsen um at halda fram við baðistovuni. Arni gavst við baðivirkseminum í 1958. Men so nógv annað áhugavert er at síggja á hesi mynd. Greinin skrivað í 2016.
Sjónleikarhúsið til høgru á myndini var bygt í 1926 og kom at hava ótrúligan týdning fyri býin, tí umframt fyrst og fremst at hýsa sjónleiki, so hava vit nú “eldru” ógloymandi minni frá dansinum og nógvu filmunum, vit sóu í Sjónleikarhúsinum. Tað var hin mæti arkitekturin H.C.W. Tórgarð, sum livdi frá 1885 til 1957, sum gav reyðmálaðu húsunum við svørtum taki hetta sermekta snið. Frá byrjan góvu mentanarligar eldsálir húsinum lív.
Fara vit aftur til lága bygningin til vinstru, so minnist eg, at handverkarar hildu til í húsunum til 1992, tá tey blivu tikin niður. Hetta vóru menn, sum tóku sær av vatnleiðingunum í býnum. Tá vóru øll rørini úr jarni, sum við tíðini tardust, og tí vóru hesi handverkarar vanliga at síggja í gøtunum, tá rustaðu rørini fóru á hol í vegnum.
Hesi sjáldsomu lágu húsini máttu víkja fyri fleiri parkeringsplássum, nú bilatalið seinnu árini vaks við fúkandi ferð. Tó so, stóra kreppan minkaði um bilarnar frá 18.000 niður í 14.000 bilar í Føroyum. Til stuttleika kann nevnast, at 1. januar 2016 eru heilir 21.500 persónbilar skrásettir í Føroyum, og síðani koma einir 4000 vinnubilar og aðrir bilar aftrat, so samlaða talið er um 30.000 skrásett akfør, tá eru motorsúkklurnar taldar við.
Húsini mitt í myndini eru eisini áhugaverd, tí tað eg minnist, hekk stórt skelti á húsunum við tekstinum Bambus foto. Svend Poulsen róptur Bambus kendi eg væl. Minnist hann sum skótaleiðara, ja, so kom man eisini í handilin at keypa ella taka onkra mynd. Bambus læt í 1950 upp fotoatelier á Tinghúsvegnum. Í 1966 flutti hann í húsini, vit síggja á myndini. Handilin hjá Bambus var í niðaru hædd, og foturúmið var uppiá. Stóru húsini aftanfyri baðistovuna, vóru húsini hjá Slættanes, og aftanfyri hjá Bambus búði kendi listamálarin Sigmund Petersen. (Vagnur)