
Á sumri 2016 var eg á gátt í savninum hjá Birgari, har eg hitti 65 ára gamla konu, sum er javngomul við meg, og sum eg slett ikki visti var til. Konan eitur Magdalena Thiim fødd Næs og er dóttir Noomi Juul og Erhardt Næs. Um dagarnar hoyrdist í Kringvarpinum, at konan nú er farin. Magdalena gekk í Nonnuskúlanum, tá eg gekk har fýra fyrstu skúlaárini, men minnist ikki henda næming. Kendi ikki Magdalenu, men kenni væl foreldrini Erhardt og Noomi. Erhardt var tá 89 ára gamal og búði í sambýli í Hvalba, og Magdalena var komin úr Kanada at vitja foreldrini. Fekk tá áhugavert prát við Magdalenu, og komin heim festi eg orðini á blað at leggja á heimasíðuna, sum eg endurtaki niðanfyri.

Fyrstu ferð eg hitt Erhardt, var tá eg sum trettan ára gamal kom at stýra 5-mannafarinum Sílinum. Erhardt var formaður í Havnar róðrarfelag árini 1954-1959 og 1962-1964. Í 1962 var Erhardt valdur til skrivara í ÍSF, og árini 1975-1978 var hann formaður í ÍSF. Noomi Juul havi eg altíð kent, og serliga seinnu árini, tá eg hyggi at framsýningum av gomlum lutum, hon selir á torginum í SMS og aðrastaðni.
Tá eg sígggi í andliti á Magdalenu, síggi eg nakað í Erhardti í henni. Magdalena býr í Kanada og giftist donskum manni úr Ålborg. Tey eiga ein son. Eg kom at hitta Magdalenu og mammusystrina Bibi inni á savninum hjá Birgari, sum heldur til í húsnum hjá Bibi. Eg spurdi Magdalenu, um hon fylgir væl við í fjølmiðlunum, hvussu gongst í Føroyum, nú hon í hálvthundrað ár hevur búð uttanlands, og Magdalena sigur. – Beint nú er røddin mín troytt, tí eg eri ikki von at tosa føroyskt í gerandisdegnum. Eg eri hvønn dag á ymsum portalum til tess at fylgja við, hvussu gongst í Føroyum.
– 8. oktober 1965 flutti eg sum fimtan ára gomul til Ålborg, har eg seinni hitti mann mín. Seinni fluttu vit til Kanada, har vit búgva. Í miðal eri eg triðja hvørt ár í Føroyum. Eg havi júst verið í Hvalba og vitja pápa mín Erhardt Næs, sigur Magdalena, sum tosar føroyskt sum vit onnur, sjálvt um hon dagliga mest sum ikki tosar føroyskt.
Eg haldi, at tað er so spennandi og áhugavert at hitta fólk, sum tú ongantíð hevur sæð, men sum tú beinanvegin lætt kann práta við, tí tú kennir foreldrini og onnur í familjuni hjá viðkomandi. (Vagnur)