
Vinmaðurin Djóni Dalsgarð av Velbastað og eg tosaðu ein dagin um hendingina, tá ið rækjutrolarin Sólborg brendi við Labrador. Djóni var tá 21 ára gamal og ein av manningini. Eg hevði hug at skriva eina grein um hendingina, sum annars er at lesa um í endurminningunum eftir Eileri Jacobsen. Hugsaði, at eg átti at tosað við Ingolf Rasmussen, skipara á Sólborg, sum býr í Havn, men sum eg ikki kendi. Kanska átti hann nakrar myndir frá hendingini. Hetta skulu gerast áhugaverd vitjan, tí tað vísti seg, at Ingolf og eg eru í familju. Greinin skrivað í 2014.
Sólborg hevði júst landað fulla last í Matane og var komin út á fiskileið og hevði fiskað í tríggjar dagar. Rokfiskiskapur, tí eftir trimum døgum vóru hundrað tons av rækjum í lastini, sum var flúgvandi byrjan. Um miðnáttina kom eldur í skipið, og eldurin breiddi seg skjótt. Roykurin gjørdist skjótt so tjúkkur, at bara var at halda seg burtur.

Stýrimaðurin á Sólborg greiddi seinni frá í rættinum, at vandi var fyri roykeitran, tí nógv kunststoff, plastikk og annað leyst og fast var umborð á skipinum. Teir roknaðu við, at eldurin var kyknaður í kamari har frammi fult av pakkitilfari.
Skiparin Ingolf Rasmussen var á brúnni, og tá hann fekk boðini, var allar fyrst at fáa bjargað manningini. Hepni var við manningini, tí vaktarskifti var júst um midnáttina, og tí var manningin á veg úr koyggjuni og upp til arbeiðis. Hevði tann vaktin – einir fjúrtan mans – sovið, tá eldur kom í skipið, hevði neyvan eydnast øllum at sleppa við lívinum. Tá teir taldu manningina, funnu teir fram til, at ein maður restaði í. Til alla lukku funnu teir løtu seinni hann har afturi í skipinum

Veðrið var av tí allar besta, og rækjutrolararnir V. U. Hammershaimb og Hvítanes vóru á somu leið og komu Sólborg til hjálpar. Manningin fór skjótt av skipinum, tí hitin bleiv so øgiligur. Eisini leitaði eldurin seg skjótt til brúnna, sum var av alminium og smeltaði sum kavi. Alt skipið innan var uppkolað uttan maskinrúmið. Har var bara eitt sindur av vatnskaði.
Skiparin Ingolf Rasmussen var einsamallur umborð á Sólborg í tveir tímar, og hann hevur ongantíð følt seg so einsamallan í lívinum sum tá. V.U. Hammershaimb fór undir at sleipa Sólborg, og á Hvarvinum var Tjaldið, sum hevði vatnkanón, komið til Sólborg og fekk sløkt eldin. Tá hevði Sólborg brent í eina viku.

Stór mannfjøld var komin oman á Eystur bryggju í Havn, tá Tjaldrið koma á Havnina við Sólborg. Øgiligi sjón at síggja Sólborg við ongari brúgv og uppkolað. Men lívið gongur víðari og eftir eitt ár, var Sólborg sum nýtt skip aftur. Teir fingu eitt nógv betri skip, tí umframt umvælingina, var skipið longt átta metrar.
Djóni sigur mær, at hann minnist ikki, at nakar panikkur var umborð á Sólborg. Djóni var triðseinastur av monnunum, sum var fluttur av Sólborg og umborð á V.U. Hammarshaimb. Hann minnist eisini, hvussu gott veðrið var, tá ið teir vóru sigldir millum skipini.

Djóni var við Sólborg í tvey ár og var eisini ein túr við nýumvældu Sólborg. Tilvildin vildi tað soleiðis, at hann ikki kom umborð aftur á Sólborg. Hann hevði um tað mundið ætlanin at sigla við Sólborg í nøkur ár og var júst mynstraður. Tann 13. oktober 1980 spældi hann ein hondbóltsdyst, og undir dystinum bleiv hann skaddur í øksluni. – Hetta mátti fara at laga seg, helt Djóni, tí Sólborg sigldi ikki fyrr enn fríggjadagin. Men tá hann segði læknanum Essa, at hann skuldi við Sólborg, segði Essa: – Tú fert ongan veg, tí so kanst rokna við at fáa eina fastalæsta øksl. Djóni gjørdi, sum Essa segði og fór ikki við henda túrin.
Sum Djóni plagar at taka til: – Eg havi mangan hugsað um, hvussu lívsleiðin hevði lagað seg, um eg ikki varð skaddur í hondbóltsdystinum og var farin við Sólborg. – Um sjógvurin gjørdist mítt lívsstarv, veit eg ikki rættiliga, men mær dámdi ómetaliga væl umborð á Sólborg.
Djóni fór seinni til Danmarkar at læra til lærari. Hann fann sær konu á skúlanum, og tey eiga fýra børn og búgva á Velbastað. Í seinni grein fara eg skrivað nøkur orð um skiparan Ingolf Rasmussen, sum hevur havt sítt lívsstarv á sjónum í 62 ár. (Vagnur)