Gundadalur er nógv broyttur, síðani myndirnar vórðu tiknar

Áhugaverd og góð mynd av Gundadali frá 1957. B36-húsið varð bygt í 1943, og bilurin Fø 333 er ein Standard Vanguard árgangur 1955/1958 (Myndaeigari Jógvan á Lað)

Altíð stuttligt og áhugavert at fáa sendandi gamlar myndir, ja, og skriva um myndirnar og at kanna ymist á myndini. Tvær forvitnisligar myndir, onnur av Gundadali í 1957, tá Føroyar og Hetland skuldu spæla landsdyst í fótbólti. Niðara myndin er frá ólavsøkudegi 1959. Gundadalur er nógv broyttur hesi 58 árini. Eg minnist væl alt á myndunum, tí eg dugdi ikki meir enn at ganga, tá ið leiðin gekk í Gundadal at hyggja at fótbóltsdysti saman við pápa mínum. Hvat síggja vit so á myndini omanfyri?

Mitt í myndini síggja vit bilin Fø 333 av merkinum Standard Vanguard árgangur 1955/1958. Tað var Standard Motor Company úr Coventry í Bretlandi, sum framleiddi hesar bilar. Verksmiðjan var virkin árini frá 1947 til 1963. Síðani síggja vit partar av fótbóltsvøllinum, sum varð tikin í nýtslu í 1911. Í B36-bókini “Rennið dreingir” stendur mangt áhugavert um fótbóltsvøllin, tí tað var Havnar bóltfelag, sum tók stig at byggja vøllin, men Tórshavnar kommuna átti vøllin.

Bilarnar á Oyggjarvegnum frá vinstru eru: Standard 10, VW Transporter, Opel Kaptain, Vauxhall Cresta, Austin A30 og Ford Taunus. Fremst á myndin sæst Mannbjørn Mortensen. Maggi Gunnarsson hevur hjálpt mær at seta nøvn á bilarnar. Meinhard og Jutta Andreassen búði í húsunum. (Myndeigari Jógvan á Lað)

Tá so B36 varð stovnað í 1936, noktaðu tey í HB, at B36 slapp at venja á vøllinum, tí HB helt seg eiga vøllin. Stríðið millum HB og B36 um rættin at brúka vøllin helt fram líka til 1941, tá M.A. Jacobsen, býráðsformaður, mátti upp í leikin, so friður valdaði í Gundadali. Málið kom fyri býráðsfund, og har var endaliga samtykt, at HB og B36 høvdu eins rættindi til vøllin. B36 skuldi venja týskvøld, hósdag og leygadag, og HB skuldi so hava vøllin hinar dagarnar.

B36-húsið er eisini áhugavert, tí karmarnir tá og nú eru sum dagur og nátt. Fyrstu árini skiftu B36-spælararnir aftan fyri steinar í Gundadali, og skuldu fótbóltsstyvlar skolast og andlit, føtur og armar við, so fóru teir í ánna at tváa sær. Ikki fyrr enn í 1943 bygdu tey B36-húsið, sum stendur enn. Hús við góðum skiftingarrúmum við brúsubað aftan á venjing, men bert kalda brúsu. HB-húsið stóð úti við ánna vestanfyri. MIðskeiðis í myndini síggjast skiftingarrúmini, sum hoyrdu til svimjihylin frá 1930. Hylurin varð stongdur í 1949, tí hylurin var vorðin so skitin, at vandi var fyri ymsum smittum.

Jóhan Shell, konan og dóttirin uttan fyri summarhúsið í Gundadali. Jóhan hevði hønur, velti epli og hevði seyð á trøðni. (Myndeigari Bette Johansen)

Tá myndirnar vóru tiknar, æt vegurin fram við nú Listaskálanum Oyggjarvegurin og broytti seinni navnið til Gundadalsvegur. Vinstrumegin á fyrstu myndini síggja vit “Elektricitetsverkið”, sum tað æt tá. EL-verk varð bygt á Rundingi í 1920, men Havnin vaks so mikið nógv, at verkið megnaði ikki at nøkta el-tørvin. Ætlanin var at byggja út á Rundingi, men ætlanin varð slept.

Tórshavnar kommuna byrjaði í 1948 at byggja El-verk við Oyggjarvegin, og í 1950 varð verkið tikið í nýtslu, og tá steðgaði virksemið á Rundingi. Á verkinum við Oyggjarvegin stóðu tveir 600 hesta B&W motorar. El-verkið bygdi fyritøkan P.A. Petersen úr Keypmannahavn. Í 1974 fór fyrsti motorurin á Sundi at mala, og tá var ikki longur brúk fyri el-verkinum við Oyggjarvegin. Havnin hevði tá eisini fingið streym úr Vestmanna.

Nærmastu grannar til fótbóltsvøllin vóru húsini nærmast til vinstru á næstu myndini, har Meinhard og Jutta Andeasen búðu. Longri uppi á ovastu myndini síggja vit húsini hjá Harry Johansen, sum vóru bygd 1948/1949 á trøðni hjá familjuni. Eini summarhús standa á trøðni, og lágu summarhúsini átti Jóhan Shell, pápi Harry Johansen.

Bette, dóttir Harry, sigur mær, at tá hon var smágenta, búðu í húsunum Ásbjørn og Ninna Nattestad og børn teirra Natte og Beinta. Oman fyri el-verkið standa húsini hjá  Marius Weihe, og har standa eisini hvítu húsini hjá Henningi Jacobsen. Hinumegin húsini hjá Harry Johansen standi eini hvít hús, men húsini eru tikin niður. Húsini átti Petur Mohr Persson, pápi Niels Persson. Miðskeiðis í ovastu mynd síggja vit skíðibrekkuna frá HB-húsinum og niðan til trøðna hjá Henry Djurhuus. Mær er sagt, at skíðibrekkan riggaði ikki væl, tí ov lítið av kava fekst at liggja á brekkuni.

Vit kunnu enda hesi orðini at nevna “pisshúsið” í Gundadali, sum sæst høgrumegin á ovastu myndini. Slík pisshús stóðu nógvastaðni í býnum eitt nú niðri í Vágsbotni við gomlu Perluna og á Kongabrúnni. Pisshúsini vóru bara til menn, og mangan var ikki tespiligt at koma í pisshúsini, tí har var ofta skitið og frárenslið tipt. Takk til Bette og Maggi fyri hjálpina. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply