Úr myndasavninum – vesturbýurin nógv broyttur í mínari tíð

Áhugavert hjá okkum, sum eru uppvaksin í vesturbýnum at síggja hesa mynd. (Myndaeigari Jón Hansen)

Áhugaverd mynd tikin av Oyggjarvegin og út á Argir. Vit síggjast húsini hjá okkum við Landavegin, og er má siga, at har er nógv broytt suðureftir, síðani myndin var tikin í 1960-árunum. Har er eingin Vesturkirkja, tí grundasteinurin til Vesturkirkjuna var lagdur í 1968, og 24. februar 1971 gróvu teir fyrstu bøkkarnar. Vit síggja ongan Venjingarskúlia, og teir eru ikki byrjaðir at grava út fyri skúlanum, sum var tikin í nýtslu við skúlaársbyrjan í 1968.

Frá okkum við Landavegin vóru fleiri traðir oman í Hornabø. Leivdir av gøtuni síggjast enn. Fyrst kom Venjingarskúlin og síðan Skúlin á Trøðni. Á myndini eru tey ikki enn farin at stykkja út nógvu grundøkini á Müllerstrøð. Annars heilt lítið broytt í Grønlandi, tó síggi eg, at húsini í Kardamummubýnum eru enn ikki bygd. Haldi, at fyrstu húsini vóru liðug í 1967. Nýggja Landssjúkrahúsið er ikki at síggja. Har var grundarsteinurin lagdur í 1962 av Peturi Mohr Dam, løgmanni, og sum tólv ára gamal var eg á staðnum. Eg meini at sjúkrahúsið varð liðugt í 1968, og bygningarnir til tey sálarligu sjúku tiknir í nýtslu í 1970. Altíð áhugavert at síggja slíka mynd. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply