
Gøtunavnanevndin í Havn hevur kallað upp nógvar gøtur í Hoyvík eftir farnum løgmonnum, sum vit hava havt, síðani heimastýrislógin kom í gildi í 1948. Talan er um gøturnar Andrasargøtu, Kristiansgøtu, Pætursgøtu, Hákunargøtu, Atlagøtu og Maritugøtu. Marita Petersen er einasta kvinna, sum hevur røkt løgmansembætið í Føroyum.
Fyrsti løgmaður var Andrass Samuelsen, sum var løgmaður árini 1948-1950, og síðani Kristian Djurhuus 1950-1959. Atli Dam er løgmaðurin, sum hevur sitið longst í Tinganesi. Heili sekstan ár í tveimum umførum. 1970-1984 og 1990-1992. Men gøtunavnanevndin hevur givið Atla “keðiligastu gøtuna”, tí eingin býr við Atlagøtu, og harvið hevur eingin tildømis adressu Atlagøta 12. Hetta átti gøtunavnanevndin at fingið broytt, so navnið Atli Dam kemur til sín rætt í Hoyvík.

Atlagøta er gøtan, sum strekkir seg millum Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt. Tá eg um dagarnar koyrdi har uppi, kom eg knappliga at hugsa um, hví júst henda gøtan fekk navn eftir Atla Dam, fyrrverandi løgmann. Fleiri hundrað fólk hava tildømis adressu Kristiansgøta ella Andrasargøta, men eingin hevur adressu Atlagøta. Nøkur fá hús liggja út til Atlagøtu, men inngongdin til húsini er út til aðra gøtu. Hví er hetta gjørt? Atli Dam er løgmaðurin, sum hevur sitið longst sum løgmaður, tí skuldi Atlagøta vera gøtan, sum veruliga kom til sín rætt til minnis um Atla Dam. Men so er ikki.

Atli Dam var formaður í Javnaðarflokkinum frá 1972 til 1993, og tað var hann, sum fekk okkum undirgrundina, tá Poul Schlüter var statsministari í Danmark. Eg haldi, at gøtunavnanevndin hevur her framt eitt sjálvmál. Ein gøta eitur Maritugøta, og Marita er einasta kvinna, sum hevur røkt løgmansembætið í Føroyar undir heimastýrislógini frá 1948. Martia var løgmaður frá januar mánað 1993 til september mánað 1994. Hetta var í ringastu fíggjarkrepputíð, og Marita hevði tað ikki lætt sum løgmaður hesa tíðina.
Sum sagt var Andrass Samuelsen fyrsti løgmaður undir heimastýrislógini. Hann var løgmaður árini 1948-1950, síðani kom Kristian Djurhuus 1950-1959 og aftur frá 1968-1970. Petur Mohr Dam var løgmaður árini 1959-1963, síðani kom Hákun Djurhuus 1963-1967, og Kristian Djurhuus aftur frá 1968-1970. Atli Dam var fyrst løgmaður frá 1970-1984 og síðani aftur frá 1990-1992. Marita Petersen var løgmaður frá januar mánað 1993 til september mánað 1994. (Vagnur)