Úr myndasavninum – Kim Lützen var úlvungi og skóti á Bakkahellu

Hugagóðir skótar í 1953 í skótahúsinum á Bakkahellu. Aftast fra vinstru Olivur Næss, Birni Dam, Eðin Jacobsen og Tummas Arge. Fremst frá vinstru Flóvin Jacobsen, Kim Lützen, Richard Bugash og Torstein Arge. (Mynd SSB skótar)

Komi av og á mánamorgun í SSB skótahúsið við Havnará, har eldri skótar hittast til drekkamunn og prát. Teir elstu skótarnir vóru eisini skótar niðri á Bakkahellu, meðan vit aðrir byrjaðu sum úlvungar og skótar í nýggja skótahúsinum við Havnará, sum var tikið í nýtslu í 1956.

Kom í blaðnum Eyganum frá 1976 fram á grein um SSB skótar, har eisini myndir vóru av skótaliði frá tíðini á Bakkahellu. Myndirnar eru frá um 1953, og á myndini er  Kim Lützen, sum er føddur í 1939 og er 83 ára gamal. Havi spurt Kim, hvat hann minnist um tíðina á Bakkahellu.

Kim hevur góð minni í skótahúsinum á Bakkahellu. (Mynd Vagnur)

– Nógv góð minni havi eg frá tíðini í skótahúsinum á Bakkahellu fyrst sum úlvungi og síðani sum skóti. Vit vóru sum skótar fýra fimm patruljur, og okkara æt Ternan. Birni Dam var førari og seinni Tummas Arge. Skótahúsini á Bakkahellu vóru smá, einans tvey rúm. Vit høvdu grúgvu og eina peru í hvørjum rúmi. Vesið var einki, og tí máttu vit kasta okkum av vatninum uttanfyri.

– Minnist, at vit fundaðust einaferð um vikuna, og í vikuskiftinum vóru av og á kappingar, og so vóru vit eisini á ferð. Lógu í leir oman fyri Bø í Vágum, páskaferð í Kvívík, og vit vóru eisini í Suðuroy og aðrastaðni. Í 1952 vóru vit tretivu SSB skótar minniliga skótaferð  í Noregi. Kann nevna, at Zacharias á Skipafelagnum var góður stuðul hjá skótunum, og hann fekk Tjaldur at seta okkum av við Stavanger, har loðsbátur fraktaði okkum í land. Vit skuldu til stað, sum æt Verdal.

– Sum skóti minnist eg serliga, hvussu hugagóðir vit vóru at ogna okkum ymisk merki at seyma á búnan. Tú skuldi standa ymsar royndir til tess at fáa merkini. Tildømis 1. hjálparamerki, duga at binda nógvar knútar, renna ávist strekki upp á tíð, og hetta at minnast eini tjúgu ting á borðinum. Síðani skuldi tú dugu morsiteknini og ikki at gloyma kumpassina. Jú, nógv góð minni frá tíðini á Bakkahellu, sigur Kim og heldur fram.

– Einki heitt vatn var í skótahúsinum, og so oman til grannar ella Meiaríið á fáa okkum heitt vatn í stóran mjólkardunk, so vit kundu vaska skótahúsið. Patruljurnar skiftust eina viku í senn at vaska húsið.

Á Bakkahellu var eitt skótalið við fýra fimm patruljum. Olivur Næss skrivar uttan iva í fundarbókina. SSB skótar fingu í 1956 nýtt skótahús við Havnará sunnanfyri Plantasjuna. ( Mynd blaðið Eygað)

– Minnist, tá  skótarnir skipaðu fyri lutaseðlasølu, tí longu tá ætlaðu skótarnir at byggja nýtt skótahús, tí tað gjørdist vaksandi áhugi at gerast úlvungi og skóti. Skipað var fyri lutaseðlasølu aftaná eg gavst, har skótarnir hava spurt Mogens pápa mín um at lata ein vinning. Hann var so beinasamur at lata eitt tons av koli tjúgu sekkir á hundrað pund, sum var eitt ársforbrúk.

– Ternan – okkara pratrulja – hevði onga kapping vunnið í langa tíð, og hevði tí ikki fingið silvurplátu á standaran. Men so tóku vit okkum saman og vunnu eina av stóru kappingunum, og frøin var stór, tá vit fingu gjørt stóra graveraða silvurplátu á standaran, sigur Kim at enda.

Í 1955 gavst Kim sum skóti, tí tá fór hann av landinum í lestrarørindum. Vit, sum eru uppvaksin við Landavegin, komu nógv í Rættará, sum osar av søgu. Fabrikkin Østrøm, Skeiva pakkhús, Müllers pakkhús, gamla Hospitalið og nógv søgulig hús eru har á leiðini.

Skótalið Sigmunds Brestissonar var stovnað 2. februar 1926. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply