Stóru nýggjársbálini eru nú bara góð gomul minni

Nýggjársbálið uppi á Heygnum sást um alla Havnina. Meira enn hundrað ár síðani fyrsta bálið var brent har.

Hyggur tú at myndini oman fyri svartu barakkina, sært tú stóra hellu uppi á Heygnum, sum vit kallaðu staðið, har brøðurnir Høgni og Poul Mohr búgva. Har brendu ungfólk við Landavegin nýggjársbál longu frá fyrrapartin av 1900-talinum. Bálið sást um alla Havnina, og tað var stoltleiki at gera bálið so stórt sum gjørligt. Tíverri mistu vit frálíka staðið til nýggjársbál, og eisini mistu vit seinna frálíka staðið. Nú eru nýggjársbálini við Landavegin bara gomul góð minni.

Abbi mín Christian Christiansen og konan Sigrid bygdu sær hús við Landavegin í 1902, og fimm ár seinni vóru húsini hjá beiggjanum Sámal liðug. Mamma mín, sum var fødd í 1918, minnist væl til nýggjársbálini, sum vóru brend uppi á Heygnum. Tá var eingin vegur frá Landavegnum og niðan á økið,  so alt brennið mátti berast niðan til bálið.

Nýggjársfyrireiking hjá okkum ungu við Landavegin var mest sum hæddarpunktið á árinum, tí stór orka og fyrireiking skuldi til at fáa til vega tilfar at brenna. Tá livdu vit ikki í slíkum pappírsveldi sum nú, so aðrir møguleika mátta takast í brúk.

Í 1959 var eg tíggju ára gamal, og eg minnist, hvussu ill vit ungu vóru, tá vit hoyrdu, at nú skuldu hús byggjast á Heygnum. Syrgilig søga at hoyra hjá okkum, tí nú mistu vit frálíka bálplássið. Høgni Mohr og konan fluttu í nýggj hús í 1959, og Poul Mohr og konan fluttu í nýggj hús í 1964 júst har, sum vit plagdu at brenna bál.

Hers síggja vit yvir á helluna, har vit brendu stóru nýggjársbálini. Tá var alt bøur frá Landavegnum og oman í Hornabø.
Her síggja vit yvir á helluna, har vit brendu stóru nýggjársbálini. Tá var alt bøur frá Landavegnum og oman í Hornabø.

Nú máttu vit finna annað pláss nærhendis, og har stóð ein sandborg á bønum júst har, sum parkeringsplássið er til fimleikahøllina. Plássið var bara tað næstbesta, men bál máttu vit brenna á nýggjárinum. Longu fyri jól byrjaðu vit at savna brenni, tí vit máttu vera fyrstir at ogna okkum nógvar sekkir við hølvispønum frá Skipasmiðjuni. Veit ikki, um Poul Mohr gav boð til handverkararnar, at landavegsdreingirnir skulu hava fyrsta rætt til hølvispønirnar, nú hann var farin við góða bálplássinum hjá okkum.

Sekkirnir vóru í fyrsta umfari goymdir ymsastaðni við Landavegin millum annað í tveimum bilhúsum, har Fróðskaparsetrið nú stendur. Einaferð fingu vit heilt nógv gott tilfar frá Sjómansskúlanum, sum stóð liðugur í 1962. Haldi, at okkurt árið var tilfar bara tikið uttan at spyrja um loyvi.

Í sandborgini brendu vit bál og eisini summi ár heilt stór bál. Minnist, at Andreas Restorff nú ætlaði sær at selja jólatrø, men hann tók dekan og rívan til, tí hann brendi inni við fleiri hundrað jólatrøum. Hesi jólatrø fingu vit, men trupulleiki var at fáa tey heilt niðan til bálið, tí har var eingin vegur bara ein gøta. Vit leigaðu bil frá Jón Hansen og fluttu øll trøini niðan til áðurnevndu bilhúsini. Vit goymdu helvtina av trøunum til seinni nýtslu og sleipaðu og bóru hini helvtina niðan til bálið. Summi trø vóru høg og harvið tung. Hetta var hestaarbeiði, sum eg minnist ilt aftur á.

Húsini hjá Poul Mohr var bygt á okkara frálíka bálplássið. (Mynd Vagnur)
Húsini hjá Poul Mohr var bygt á okkara frálíka bálplássi. (Mynd Vagnur)

Hini trøini brendu vit í ánni niðri við Ellisheimið 1. mai, tá landavegsdrongur fylti ár. Hetta spældi ikki væl av, tí bálið gjørdist alt ov stórt. Vit blivu meldaðir, og sløkkilið kom á staðið og sløkti bálið.

1968 kom Venjingarskúlin, og fyrst í 1980-árunum bygdu tey fimleikahøllina hjá Havnar fimleikafelag. Tá mistu vit sandborgina sum bálstað. Vit góvust ikki so, tí bál skuldi brennast, vóru vit øll samd um. Beiggi mín og eitt systkinabarn búgva nær fimleikahøllini, og millum hesi húsini og høllina brendu vit bál. Menn vóru djarvir, tí sjálvt um vindurin mangan var nógvur, og hús vóru nær bálstaðnum, so varð tendrað í hvørt ár. Nú var nemmari at fáa brennið til bálið, tí lastbilur koyrdi tilfar næstan til bálstaðið.

Stóra tilfarsmiðið var framvegis Tórshavnar Skipasmiðja. Vit royndu bara at brenna timbur og harvið nógvar plattar. Eitt av seinastu árunum vit brendu bál, var veruligu vandi á ferð. Kiwanis felagsskapurin var byrjaður at selja jólatrø, men seldi ikki øll. Hesi kanska hundrað jólatrøini komu á bálið hjá okkum. Hetta var tí eitt av teimum heilt stóru bálunum. Ein beiggi mín lándi eina brandslangu at seta í brandpost við vegin, um nakað skuldi hent.

Vit plagdu øll at standa uppat fimleikahøllini og eygleiða bálið, men hesuferð máttu vit flyta okkum niðan í brekkuna, tí hitin frá serliga nógvu jólatrøunum gjørdist so heitur. Knappliga hoyrdu vit serligt brak, tað vóru vindeyguni í høllini sum brotnaðu av nógva hitanum. Tíbetur var góðveður hesa løtuna, og eg síggi fyri mær hesa høgu vøkru eldflammuna fara steyrrætta upp frá bálinum.

Nú eru Landavegsungdómarnir farnir at eldast, og einki stórt bál verður brent við Landavegin. Orsøkin er tó ikki aldur, men Tórshavnar kommuna hevur tikið bálplássið við fimleikahøllina frá okkum at nýta til parkeringspláss. Henda minniliga tíðin og nógva stríðið at savna brenni til nýggjársbálið eru nú bara góð gomul minni. Umframt bálini, gjørdu vit nógva heimagjørdar bumbur. Krút, perlur og fjús varð keypt frá Carl á lag, og so var at pakka inn, stramma tvein um og síðan bika ella ferniserað bumburnar. Hetta var vandamikið, tí tú vistu ongantíð, hvønn veg henda bumban fór. Onkur fekk okkurt árið skaða við nýggjársbálið.

At enda kann eg leggja aftrat, at tá hús vóru bygd uppi á Heygnum, fekk nýggi vegur navnið handan Á. Men so kom undan kavi navnið á Stórheyggi. Fimleikahøllin á Stórheyggi. Einki æt Stórheyggur har á staðnum í mínum ungdómsárunum. Stórheyggur er ikki vakurt navn. Og so eitur eitt Debesartrøð. Einki æt Debesartrøð í mínum ungdómsárum. Fróðskaparsetrið er bygt á Rossatrøðni. Hvønn Debersartrøð er uppkallað eftir, veit eg ikki, men Sámal Debes búði har á leiðini, men hann búðu nógv longri vestri enn núverandi Debesartrøð. Uttan iva dámdi fólkum ikki at siga Fróðskaparsetrið á Rossatrøðni, sum trøðin í veruleikanum æt. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply