
Meiaríið í Tórsgøtu var tikið í nýtslu í 1922. Bygningurin, har Tjóðpallurin nú heldur til, er einki broyttur. (Mynd Fornminnissavnið)
Tá eg sá mynd á Facebook, tá fólk við mjólkarspann í hond stóðu í langari bíðurøð Tórsgøtu og bíðaðu eftir at keypa mjólk, reikaðu tankarnir. Vit beiggjar skiftist um at fara av Landavegnum heim í Tórsgøtu at keypa mjólk. Seinni kom mjólkarbilur út í Grønland, har tú kundi keypa mjólkina. Minnist, at ein litur av mjólk kostaði 90 oyru, og vit fingu hvørja ferð eina tvey krónu frá mammu og spann í hondina. Tveir litrar av mjólk kostaðu 1,80 krónur, og tí lupu tjúgu oyru av, og fyri tey keypti eg lakresstengur í kioskini í Kondradsbrekku, har Eiler Dam og systkini seldu frá lúkuni. ( Skrivað í 2016) Læs resten








