Hugleiðingar um Meiaríið í Tórsgøtu og um at keypa mjólk

Meiaríið í Tórsgøtu tikið í nýtslu í 1922. Bygningurin, har Tjóðpallurin nú heldur til, er einki broyttur. (Mynd Fornminnissavnið)
Meiaríið í Tórsgøtu var tikið í nýtslu í 1922. Bygningurin, har Tjóðpallurin nú heldur til, er einki broyttur. (Mynd Fornminnissavnið)

Tá eg sá mynd á Facebook, tá fólk við mjólkarspann í hond stóðu í langari bíðurøð Tórsgøtu og bíðaðu eftir at keypa mjólk, reikaðu tankarnir. Vit beiggjar skiftist um at fara av Landavegnum heim í Tórsgøtu at keypa mjólk. Seinni kom mjólkarbilur út í Grønland, har tú kundi keypa mjólkina. Minnist, at ein litur av mjólk kostaði 90 oyru, og vit fingu hvørja ferð eina tvey krónu frá mammu og spann í hondina. Tveir litrar av mjólk kostaðu 1,80 krónur, og tí lupu tjúgu oyru av, og fyri tey keypti eg lakresstengur í kioskini í Kondradsbrekku, har Eiler Dam og systkini seldu frá lúkuni. ( Skrivað í 2016)

Vit minnast hesa mjólkarpumpurnar, sum fylti tær spannina. (Myndaeigari: Einar Michlensen
Handtakið aftur og fram á mjólkarpumpuni,  so var ein pottur í spannuni. Kvinnan eitur Maria Steinkross.  (Myndaeigari: Einar Michlensen)

Ikki eru so nógv ár síðani, at fólk kring landið keyptu mjólk frá bóndanum ella frá onkrum tey kendu, sum hevði kúgv. Grannin hjá okkum hevði neyt, og fólk komu dagliga at keypa mjólk frá honum. Síggi meg standa í bíðurøðini í Tórsgøtu og bíða eftir mjólkini. Tað var ikki tað, at starvsfólkini ikki arbeiddu nóg skjótt á Meiarínum, men mjólkin var bara ikki komin frá mjólkarbátinum. Mjólkadunkar, sum ikki komu við báti, komu við lastbili frá bóndunum á Steymoynni, sjálvandi, eftir at Oyggjarvegurin varð bundin saman 6. juni 1966. Rokni við, at nógv fólk minnast ilt aftur á tíðina í Tórsgøtu, tá tey stóðu, ja, kanska í tímar og bíðaðu eftir mjólkini.

Her stóð man mangan í bíðirøð og bíðaði eftir mjólkini. (Myndaeigari ?)
Her stóðu vit mangan í langari røð og bíðaðu eftir mjólkini. (Myndaeigari ?)

Vit búðu við Vesturkirkjuna hinumegin Rættará. Tá mjólkarbilurin steðgaði við handilin hjá Jóhannes Andreasen yvir í Grønlandi, ringdi bilstjórin í mjólkarbilinum við klokkuni, og so avstað við mjólkaspannini. Eg mnnist, at Justi Poulsen koyrdi mjólkabilin eitt skifti. Vit ungu kendu øll, sum arbeiddu á Meiarínum. Pápabeiggi mín Aage Michelsen sat á kontórinum í 49 ár, og svágur hansara Eli Rubeksen arbeiddi sum meiaristur, sum tað var rópt. Eli bygdi seinni margarinvirkið Marga úti í Grønlandi.

jhjhjh
Zakaris Hansen og Bergtóra Heinesen.(Myndaeigari: Einar Michelsen)

Søgan um Meiaríið er farin um tey hundrað árini. Thorshavns Mælkeforsyning var stovnað 1. august 1908. Seinni var navnið broytt til AS Thorshavns Mælkeforsyning og margarinefabrik”. Vit kenna jú øll Vita margarin. Tað var Peter Jensen, sum útvegaði fyrstu maskinurnar úr Danmark, sum vóru settar upp í kjallaranum í “Arnesminde” í Bringsnagøtu, sum seinni gjørdist politistøð.

Eli Rubeksen var meiaristur á Meiarínum. (Myndaeigari: Einar Michelsen)
Eli Rubeksen var meiaristur á Meiarínum. (Myndaeigari: Einar Michelsen)

Fyrstu árini var bara talan um mjólkaframleiðslu, men í 1918 fóru tey undir at framleiða margarin. Meiarríið, har Tjóðpallurin nú heldur til, var liðugt bygt í 1922. So væl gekst við mjólkaframleiðsluni, at fyritøkan keypti fleiri hús í grannalagnum. Í 1923 fór virkið undir at gera sápu og í 1929 kryddarí. Nýggjur ídnaðarbygningur var bygdur upp í Hálsi, og í 1940 byrjaði framleiðslan har.

Í hesum húsunum í Tórsgøtu gjørdu mjólkaforsýningin sápa og annað. Eisini høvdu tey vakarí og reinsarí har. (Mynd Fornminnissavnið)
Í hesum húsunum í Tórsgøtu gjørdi mjólkaforsýningin sápa og annað. Eisini høvdu tey vaskarí og reinsarí har. (Mynd Fornminnissavnið)

Á Hálsi skuldi vera teknisk kemisk deild, olju og oljuklædnavirki, sápu-og sodavirki og annað. Hetta virkið róptu tey Okkara. Ì 1950 varð mjólkarbilur settur í rutu, og koyrt var til býlingarnar í Havn at selja mjólk. Nú er hetta alt søgu. Tað tykist so stutt síðani, at vit keyptu mjólk á Meiarínum í Tórsgøtu, men Mjólkarvirkið í Hoyvík fór undir at framleiða mjólk tann 1. apríl 1980. Mjólkin, sum dagliga verður framleidd, fer til drekkimjólk og til ymisar mjólkarúrdráttir. Síðan Mjólkarvirkið byrjaði, er úrvalið vaksið nógv og veksur alsamt.

Fyri nú nógvum árum síðani hoyrdi eg sending í Útvarpinum, tá Eirikur Thorvaldsson, stjóri, á Mjólkarvirkinum búnaðarmanna greiddi frá, tá tey í 1980 byrjaðu at framleiða mjólk í Hoyvík. Minnist hann segði, at tá vóru 190 veitarar, sum lótu mjólk til virkið. Mjólkardunkar komu úr øllum Føroyum til nýggja virkið. Talið av veitarum minkaði, sum árini gingu, og í 1997 vóru 90 veitarar. Í 2002 gjørdust mjólkarkvoturnar umsetiligar og kundu seljast, og tá gjørdust veitararnir størri og færri. Í dag eru bara 26 bóndur, sum lata mjólk til mjólkarvirkið í Hoyvík. PS. Kanska onkur veit, hvussu kvinnurnar eita á myndunum. (Vagnur Michelsen)

Eli Rubeksen og
Maria Steinkross og Eli Rubeksen inni á Meiarínum. (Myndaeigar: Einar Michelsen)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply