Úr myndasavninum – Áhugaverda loftmyndin er tikin í 1974

Nógv skip lógu í nógv ár við teym á Vestaruvág. Áhugaverd eisini at síggja Skálatrøð og allar smábátarnar, sum tá vóru festir á grótið.

Lofrmyndin omanfyri, sum er  tikin í 1974, er so mikið áhugaverd, at vit kundu skrivað lítla bók um myndina. Fara vit fyrst til Tórshavnar Skipasmiðju, so síggja vit bara gomlu bedingina. Nýggja nýtímans bedingin var tikin í nýtslu nøkur ár seinni. 17. mai 1979 var hátíðardagur í Sjarpholinum, tí tá var rækjuskipið Sólborg sum fyrsta skipið tikið upp til umvælingar á nýggju bedingini. Vit síggja eisini ein nýbygning. Hetta er ein av fýra bilferjum lætnar til Hetlands. Fyvla 1973, Geira 1973, Fylga 1975 og Thora 1975. Sama dag nýggju bedingsvognurin varð tikin í nýtslu, andaðist stjórin og undangongumaðurin Kjartan Mohr 79 ára gamal. Mangt annað er eisini áhugavert á myndini millum annað Skálatrøð.

Arbeiðið at leingja Molan út í núverandi longd var liðugt í 1975, og nakað av stóra grótinum av Skálatrøð var brúkt til brimgarðin sunnanfyri Molan. So var eisini vegur gjørdur úr Vágsbotni út á Skálatrøð. Havnin var upprunaliga brimpláss, og síggja vit eldri myndir, so liggja skipini fyri teym í fleiri røðum. Poul Mohr segði mær herfyri, at talan vóru um fýra ymsar ketur, sum lógu á botni um Vestaruvág. Tann uttasta var fest í Tinganes, og tann innast lá inn ímóti Skálatrøð, har mest smábátar lógu fyri teym. Tað var ikki nógmikið einast at binda størri skipini í ketu á botni, akkerið mátti eisini vera úti sunnanfyri ketuna sum eyka trygd, segði Poul.

Eisini áhugavert at síggja aftur stóra hjallin úti í Bakka, har Kaysten Andreasen í 1955 stovnaði “Tórshavnar Netbarkarí”. Sildagørn vóru barkaði og bøtt, eisini vóru gørn og annar reiðskapur goymdur í stóra hjallinum. Orðið at barka kenna vit frá at barka húðir og skinn. Sildagørnini vóru smurd við serligum innfluttum evni, sum líktist tjøru. Minnist sum ungur rama tjøruluktin koma úr hjallinum.

Vit síggja eisini gamla hospitalið frá 1829. Tá ið Tórshavnar Skipasmiðja fyri nú nógvum árum síðani skuldu víðka um bedingina við nýggjum bedingsvogni, forðaði “Gamla Hospitalið” útbyggingini. Fornfrøðingar og onnur stríddust ímóti Skipasmiðjuni, sum átti økið, til tess at varðveita dýrgripin Gamla hospitalið fyrsta sjúkrahús í Føroyum. Semja var at enda um at flyta hospitalið longur niðan, men hetta var ein vánalig loysn. Heldur átti húsið at verið flutt út til hinar sjúkrahúsbygningarnar

Áhugavert at síggja Fiskasentralin, sum ikki er har longur. P/F Fiskasetralur var stovnað 29. august í 1942. Á okkara ungdómsdøgum var nógv virksemi á Fiskasentralinum, og umframt at lata ís til skipini, so hevði fyritøkan plátufrystarar, har teir frystu fisk til útflutning. Tá á døgum høvdu fólk ikki frystiboks heima, og tað vóru fleiri húski, sum høvdu privata frystiboks á Fiskasentralinum. Síggi fyri mær Óla Ljósheim, sum alla mína tíð arbeiddi á Fiskasentralinum. Eisini abbabeiggja mín Sámal Chistiansen og sjálvandi eisini Jens Paula av Reyni, sum var stjóri í fyritøkuni. Í 1985 lat Fiskasentralurin aftur, og húsaognin seld Tórshavnar Skipasmiðju. Nýggjur verkstaðsbygningur var bygdur á staðnum, tá gomlu bygningarnir vóru tiknir niður.

Nógv annað er broytt, síðani loftmyndin var tikin í 1974, men hetta lata vit fara hesuferð. Allir bygninguarnir niðri við sjóvarmálan á myndini havi jú sína áhugaverdu søgu. (Vagnur)

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply