Knappliga fái eg viðhvørt hug at leita eftir gomlum familjumyndum, hetta er kanska eitt aldurdómstekin. Mamma okkara átti nógvar gamlar familjumyndir, sum vit plaga at hyggja at. Hetta er vorðið forkunnugt, nú allar tiknar myndir vera goymdar burtur á eini teldu og koma sjáldan aftur undan kavi. Myndin omanfyri er fyri meg serlig. (Skrivað í 2014) Læs resten
Tey ungu duga nú nógv betur at leggja bátin til startin

Dreingirnir umborð á Títlingi vinna sín fyrsta FM-róður. Síðani koma Kollur, Sævarmoy, Dúgvan og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)
Myndatól mítt var eisini á Tvøroyri í sambandi við barnaróðrarnar. Ikki góð líkindi at taka myndir, tí sterk sól beint í linsuna. Onkur spyr hví bara barnaróðrarnar? Eldri bátastøddirnar eru væl umboðaðar í fjølmiðlnunum, har vit síggja frálíkar sjónvarpsmyndir bæði úr sjónvarpsbáti, loftmyndir og málmyndir.
Barnaróðurin hevur sum so ongan góðan í Sortudíki, sjálvt um barnaróðrarnir eru eins gott sjónvarpstilfar og eldru manningarnar. Tað velst jú alt um, hvørji eyguni eru, sum síggja. Havi tosað við foreldur í Álakeri, sum hevur børn, sum rógva og venur eisini ungdóm. Viðkomandi sigur soleiðis: Læs resten
Róðrarsambandið eigur í 2022 eisini at broyta barnaróðurin

Sævarmoy úr Klaksvík og Dúgvan úr Sørvági kappast um fyrsta plássið, sum Dúgvan vann og Sævarmoy nummar tvey. Nummar trý Kollur úr Kollafirði, síðani Títlingur úr Havn og Tjaldrið úr Runavík. (Mynd Hvannrók)
Myndatól mítt fór leygardagin við teimum ungu til Runavíkar at taka nakrar myndir av barnaróðrunum, sum hevur stóran áhuga, og sum jú er framtíðin hjá kappróðrinum. Í summar er met stórt tal av barnamanningum 21 gentumanningar og 24 dreingjamanningar. Stóri vøksturin byrjaði longu seinasta róðrarár orsakað av korona, tí tey ungu sluppu ikki uttanlands við øðrum ítróttagreinum.
Haldi, at barnaróðurin fær tíverri alt ov vánaligar umstøður, tí hví í víðu verð kunnu fólk á staðnum ella í Kringvarpinum ikki taka upp barnaróðrarnar, tí talan er um barnamanningar úr øllum landinum. At geva sum grundgeving, at tú varpar ikki út fótbóltsdystir, har dreingir hjá HB ella KÍ spæla dyst, hongur slett ikki saman. Læs resten
Úr myndasavninum – Í 1971 løgdu teir Shefa kaðal millum Telegrafstøðina og Telefonstøðina

Mynd frá 1971. Teir fyrireika at leggja Shefa-kaðal millum Telefonstøðina og Telegrafstøðina. Nógvir menn til arbeiðis. (Mynd:Føroa Tele)
Vagn Erik pápabeiggi (1927-2018) arbeiddi langt lív á Telegrafstøðini, og søgan um telegrafsamband millum Føroyar og umheimin fylti nógv í hansara hugaheimi. Eftir at Vagn Erik fór í 2018, kom eg at liggja inni við tilfari, sum Vagn Erik hevði skrivað og savna saman. Nakað av tilfarinum hevði Vagn Erik longu flýggja Skjalasavninum. Hann hevði í nógv ár mált hita í sjókaðlum, hetta hvussu hitin í sjónum broyttist við tíðina um okkara leiðir. Læs resten
Úr myndasavninum – Myndirnar fáa tankarnar at reika (e)
Tá ið eg síggi myndina omanfyri av Vesturvág á ólavsøku fyrst í 1950-árunum, reika tankarnir, tí júst henda myndin er tikin av partinum av Havnini, har eg eri uppvaksin. Nógv eru góðu minnini frá barna- og ungdómsárunum niðri við sjóvarmálan. Og “býarparturin” er nógv broyttur hesi seksti árini. Fara vit fyrst til kappróðurin á ólavsøku, so minnist eg allar kappróðrarbátarnar, sum stóðu á Bursatanga alla ólavsøkuna. Fólk í hópatali gingu bæði fyri og eftir róðrarnar og hugdu at stásiligu bátunum. Læs resten
Úr myndasavninum – Ólavur Hátún í Álakeri í vakra róðrarbátinum

Ólavur Hátún (1931-2018) í vakra róðrarbátinum. Gomlu neystini skulu varðveitast, sjálvt um bátahavnin kemur. Har bilarnir standa er ætlanin, at Róðrarfelagið Knørrur skal byggja neyst. (Mynd Vagnur)
Tá eg í 1974 kom at ganga á Læraraskúlanum, komu vit skjótt at kenna væl Ólav Hátún, sum vit høvdu í sangi og spæli. Eins og vit nógvu, var Ólavur áhugaður í kappróðri. Hjalmar pápi Ólav var bátasmiður, og Ólavur var ein av teimum, sum fyrst í 1950-árunum slóðaði fyri 10-mannafarinum Studentinum. Símun Hammer smíðaði studenta – og læraraskúlanæmingum bátin, og næmingarnir við ymsum tiltøkum savnaðu inn pening til bátin. Studenturin róði fyrstu ferð a ólavsøku í 1955 og sæst í hagtølunum rógva seinastu ferð á ólavsøku í 1966.
Kom fram á myndina omanfyri, sum eg tók av Ólavi í Álakeri, har Ólavur átti neyst og maskinbát og so henda vakra róðrarbát, sum Ólavur elskaði at rógva við. Hann róði eisini langar teinar einsamallur, ja, úr Havn til Haldarsvíkar. Ólavur var sonur Hjalmar ættaður úr Bø og Brynhild ættað úr Vestmanna. Síggi, at Ólavur hevði á Heygum sum millumnavn. Seinni kom Ólavur og undirritaði at tosa nógv um kappróður, tá vit hittust, tí synirnir Heini og Hjálmar róðu eisini kapp, og Ólavur fylgdi væl við. (Vagnur)
Úr myndasavninum – Søguligir kassar á bryggjuni í Vágsbotni

Minnist væl hesar kassar standa á bryggjuni í Vágsbotni. Fyri teym leggja mjólkabátarnir Tróndur og Reynir og við bryggju Sigmundur. (Mynd Christian Holm Jacobsen myndasavn)
Tá eg við sorgblídnu síggi myndina omanfyri, sveima tankarnir um tvær stórar fyritøkur í Havn, tá eg var ungur. Kassarnir á bryggjuni boða frá serligari handilssøgu. Við sorgblídni, tí spell var, at Restoffs Bryggjarí mátti snara lykilin, og sjálvt SISU flutti til Klaksvíkar. Hesar trækassar kenni eg væl, tí eg arbeiddi sum ungur á bryggjarínum. 50 fløskur vóru í hvørjum kassa, fløskurnar lógu vatnrættar, og kassarnir illtungir at bera. Vit síggja merkiseðilin á endunum, og tá kassar við øli ella sodavatni skuldu á bygd við mjólkabátunum, vóru tvær fjalar negldar ovast, so fløskur ikki duttu úr kassanum. Ølkassarnir vóru nakað breiðari enn sodavatnskassarnir, tí ølfløskurnar vóru eitt sindur hægri.
Nógv spor høvdu vit ungu á bryggjarínum. Á hinum kassunum stendur Frants Restoff einaferð størsta bakarí í Havn. Síggi fyri mær Egil Restoff og konuna Michelu, sum seldi okkum breyð og køkur. Hvørkin av hesum fyritøkum eru til longur. Við bryggju liggur postbáturin Sigmundur, og fyri teym mjólkabátarnir Tróndur og Reynir. Myndin tikin seinast í 1950-árunum ella fyrst í 1960-árunum. Tá lógu nógv skip og bátar fyri teym í Havn, tí Molin var ikki longdur, og tí mangan nógvur uppgangur í Vágsbotni. Var uppgangur høvdu skipini trupulleikar at liggja við bryggju, tí nógvur súgur var, og endarnir á skipunum kundu slitna. Tá var betur at liggja fyri teym. (Vagnur)
Úr myndasavninum – Brandmenn í 1966 á brandskeiði í Hoydølum

Mynd frá 1966 uppi í Hoydølum. Frá vinstru Andrias Højggaard, stjóri, siðani brandmenninir Kaj Christiansen, Petur Hans Poulsen, Suni Thomsen, Kristian Samuelsen, Andre Andresen, Karl Johan Hansen, Nikael Thomsen, Bjarki Christiansen og Símun Poulsen. Myndaeigari: Henry Christiansen
Tá talan er um eldri myndir ræður tilvildin mangan. Kom eitt kvøldið oman ovarlaga á Tinghúsvegnum, tá eg hitti Henry, son Kaj Christiansen, sála, sum arbeiddi á Telegrafstøðini og á yngri árum var brandmaður. Henry fæst við at umvæla barnaheimið, sum hann eigur. Í gongini sá eg áhugaverda mynd av monnum, sum eg allar kendist við. Á baksíðuni á myndini, sum eg lándi, vóru ritað nøvnini á monnunum. Myndin er frá 1966 og er sambandi við brandvenjing í Hoydølum.
Andrias Højgaard var stutt skifti stjóri á Studentarskúlanum til Arnbjørn Mortensen tók við sum rektari. Á myndini undirvísir Andrias Højgaard brandmonnum, hvussu vandamikil eldfimur lútur kann vera. Søgan um Tórshavnar sløkkilið, sum var stovnað í 1934, er í stuttum, at brandmenninir byrjaðu á sinni við spannum úr áum og úr sjónum at stoyta í pumpur drivnar við handamegin, fyri síðani at fáa motordrivnar pumpur. Sløkkiliðið fekk fyrsta brandbilin í 1948, og eg minnist, tá sløkkiðið í 1964 fór at halda til í bygninginum, har Reinhaldið nú heldur við Varðavegin nær Nonnuskúlanum. Nú er alt virksemið hjá sløkkiliðnum uppi í grótbrótinum við Oyggjarvegin.
Kaj Christiansen (1926-2018) róptur Kaj hjá klokkaranum, sum átti myndina, kendu vit væl í grannalagnum, har hann á ellisárum hvønn morgun spákaði við hundinum her á leiðini. Hann gjørdist 92 ára gamal og búðu seinastu tíðina á Tjarnargarði. (Vagnur)
Úr myndasavninum – Mads Andreas Winther fyrsti borgarstjóri
Tá ið eg gangi av Vaglinum og til húsa eftir Tinghúsvegnum, hugsi eg mangan, hvussu ótmetaliga lítið er hugsað, tá ið byggiloyvini eru givið til nógvu betongkassarnar har á leiðini. Ljótasti bygningur í Havn er betongkassin hjá Losjuni. Ringast av øllum er, at nógvir av losjumonnunum vóru býráðslimir ella arbeiddi í Tórshavnar kommunu. Hvat hava menn hugsað? Myndin oman fyri er ómetaliga vøkur og hugnalig. Øll húsini hava mest sum somu stødd og sama skap. Grundirnar laðaðar, og húsini hava flagtak. Læs resten
Hvat vita vit um spidalskahospitalið á Argjum
Longu frá barnaárum vistu vit, at eitt hospital, sum hýsti spidølskum sjúklingum hevði verið á Argjum. Eisini kendu vit til stóra ráhøgda minnisvarðan til minnis um hvalbingin Andrass Mortansson, sum keypti Argir 9. mai 1828 og legði lunnar undir staðið, sum í dag er fjórð størsta bygd/býur í Føroyum. Á Argjum búgva umleið 2100 fólk. Eg havi hugt eitt sindur at upprunanum hjá Argjum, sum er áhugaverdur lesnaður. (Skrivað í 2015) Læs resten



