Grønlands Johan setti upp fyrsta hvalakjaftin í Rættará

Leggið merki til spíran, sum Mynde gjørdi nýggja. Og ein ryggjageilsi hongur í kjaftinum. (Mynd Vagnur)

Leggið merki til spíran, sum Mynde gjørdi nýggjan. Ein ryggjageisli hongur í kjaftinum. (Mynd Vagnur)

Amalia Joensen, kallað frú Joensen, hevði seinast í 1920-árunum og í 1930-árunum skúla í Christines Minde, og Amalia, sum var dóttir navnframa sýslumannin H.C. Müller, og maðurin, Johan Carl Joensen, áttu Christines Minde í 1930-árunum. Tá var katólska kirkjan niðurtikin. Hvat vita vit um Grøndlands Johan, eisini kallaður hvalastingarin, og hvat vita vit um teir tríggar hvalakjaftarnar, sum hava staðið og standa við Rættará? Eg havi tosað við Solveig Isfeldt, konu Gudmund, sála, eisini kallaður Mynde, sum var sonur Gudmund K. Isfeldt, sum keypti Christines Minde í 1944. (Skrivað í 2015) Læs resten

Úr myndasavninum – So gita vit árstal á áhugaverdari eldri mynd

Vit síggja fimm 10-mannafør fyri umleið trýss árum síðani. I summar fara uttan iva bara trý 10-mannafar at rógva kapp um meistaraheitið. 

Nógvar eru myndirnar, sum á ymsan hátt eru komnar í myndagoymsluna. Viðhvørt veitst tú ikki, hvør hevur tikið myndirnar, tí árini eru so mong, síðani eg savnaði eldri myndir. Mær dámar væl at fáa tíðarfest myndirnar, og besta reiðrið er at spyrja á bólkinum Gamlar myndir úr Havn. Nøkur sekund ganga, so eru fólk klár við viðmerkingum. Áhugaverd mynd omanfyri, sum nokk er tikin fyrst í 1960-árunum. Sigi hetta, tí verkstaðið hjá Vilhelmi Neilsen kemur undan, men niðari verkstaðurin er ikki á myndini. Kom har í læru sum bilsmiðjur í 1967, og tá var uppíbygningurin bygdur. Teir rógva kapp inn í Vágsbotn, og hetta fekk ein enda, tá Molin kom út í fulla longd í 1974.

Síðan er tað VBV bygningurin, sum ikki er har longur, og við Eystaru bryggju liggur vaktarskipið Ternan, sum einaferð sigldi við farmi og ferðafólki kring oyggjarnar. Rókur hjá Skipafelagnum liggur fyri teym, Ritan liggur við bryggju, og so er tað Útvarpsbáturin, sum fylgir kappróðrinum. Stuttligt at síggja, hvussu nógvir bátar hava fylgt kappróðrarbátunum frá Argjalandi inn í Vágsbotn. Eisini hugaligt at síggja pakkhúsini hjá Skipafelagnum, Baldslev, Timburhandlinum og Kartni Winther og teimum. (Vagnur)

Stóri steinurin, har Vesturkirkjan nú stendur, vekir nógv minni

Handan elsteyran sæst stóri steinurin, sum vit børn hildu okkum eiga. Nógv varð spælt á hesum steini. (Mynd Vagnur)

Vesturkirkjan er granni við barndómsheim mítt við Landavegin, og á bønum, har kirkjan stendur, spældu vit sum børn. Vesturkirkjan fyllir í hesum døgum fjøruti ár. Stóri steinurin á bønum vekir serlig minni, tí á steininum spældu og sótu børn dagliga. Steinurin var á ein ella annan hátt dragandi. – Vit áttu stóra steinin, og har kundu vit í friði sita við okkara dreymum, hildu vit. Grundarsteinurin til kirkjuna varð lagdur í 1968, men ikki fyrr enn 24. februar 1971 var samkoma á bønum, har menn frá byggifyritøkuni Lamhauge & Waagstein settu fyrstu spakarnar í hógvin. (Greinin er skrivað í 2015) Læs resten

Úr myndasavninum – Ungdómshugleiðingar um mynd frá 1958

Kappróður á ólavsøku 1958. Serligur dámar í Vágsbotni, tí bátarnir fóru á sjógv við Bursatanga og róðu fram við áskoðarunum í Vágsbotni og hildu síðani leiðina út á málið við Argjaland. (Mynd: Christian Holm Jacobsen myndasavn)

Kom fram á mynd tikin í 1958. Steðgaði á góða løtu, tí her eru so nógv góð minni, tó ikki so nógvar broytingar við sjóvarmálan hesi seksti árini. Hyggi fyrst til høgru vestur eftir niðan ímóti við Landavegin, har vit traðkaðu okkara barna- og ungdómsskógvar. Bátaneystið frá 1950 og Landsbókasavnið frá 1931 eru har, men enn eingi hús at síggja uppi á Heygnum, har brøðirnir Høgni og Poul Mohr við familju bygdu sær húsini. Tankarnir reika hesa løtuna. Fái eisini eyguni á tvær enskar barakkir, sum eg minnist væl, tí har stóðu fýra barakkir og aðrar leivdir frá seinna heimsbardaga. Læs resten

Tveir kendir havnarmenn við Tinghúsvegin eru farnir

Tey tíggju systkini á Tinghúsvegi 35. Frá vinstru Fía, Jógvan, Harald, Óli, Hammer, Niels og Marsanna. Fremst f.v: Anna, Lisa og Gulli. (Myndaeigari Gulli)

Tveir kendir eldri menn við Tinghúsvegin Harald og Hammer Debess doyðu báðir um dagarnar. Harald mikudagin 14. apríl 92 ára gamal og Hammer leygardagin 17. apríl 90 ára gamal. Í 2015 var eg í heiminum hjá teimum báðum til hugnaligt prát. Tey vóru tíggju systkin, og eg fekk familjumynd frá Gulli, sum er yngst og býr á Boðanesheiminum. Hugskotið til greinina fekk eg, tá eg sá mynd, at brøðirnir Óli, Harald og Hammer róðu við Havnarbátinum á ólavsøku í 1950. Niðanfyri kanst tú lesa greinina frá 2015. Læs resten

Fýra kend skip øll smíðað á Tórshavnar skipasmiðju

dfdffdf

Ternan, Eysturbúgvin, Vesturtúgva og Vesturbúgvin øll skipini smíðað á Tórshavnar skipasmiðju. (Mynd Vagnur)

Sjálvsom mynd av fýra skipum á sleipistøðini hjá Mest í Havn. Felags fyri øll fýra skipini er, at tey eru øll smíðað á Tórshavnar skipasmiðju. Fara vit fyrst til Ternuna, sum Strandfaraskip landsins eigur, er skipið smíðað í 1980. Trolarin Vesturtúgva VA 181 nærmast høgrumegin, er smíðað í 1985, og heimstaðurin er Sandavágur. Aftanfyri Vesturtúgvu síggja vit Vesturbúgvan VN 459 smíðaður í 1991, og heimstaðurin er Vestmanna. Aftan fyri Ternuna sæst Eysturbúgvin SA 450 smíðaður eisini í 1991, og heimstaðurin er Dalur. Skipini sýnast væl hildin. (skrivað 2015) Læs resten

Sandshavið frá 1988 er sjógóður og góður línubátur

Sandshavið avmyndaður fríggjamorgunin. Teir fáa agn umborð. (Mynd Vagnur)

Tú hoyrir mangan og sær í fjølmiðlunum, at línuflotin er gamal og treingist at skiftast út, og at tað mangan gongur striltið at manna bátarnar. Á Vestaru bryggju í Havn avreiða nógvir eldri línubátar, og ein teirra er Sandshavið frá 1988. Fekk hug at frætta, hvussu gongst Sandshavinum SA 492 heimahoyrandi á Sandi, sum Sp/F Undir Gøtuni 2 við Eyðvari Petersen og aðrir eiga. Havi tosað við Eyðvar og hann sigur. Læs resten

Úr myndasavninum – Ove Gram var løgreglumaður men eisini á ungum árum íðin skóti

Ove Gram (1918-1978)

Tá tú leitar í eldri tilfari, kemur tú mangan fram á mangt áhugavert um persónar, sum vit kendu frá ungum árum. Tú sært fyri tær mynd av persóni, men knappliga lesur tú í skótabók, at viðkomandi hevur gjørt seg galdandi á fleiri økjum. Ove Gram (1918-1978) løgreglumaður er eitt dømi, tí eg minnist væl Ova Gram løgreglumann og konuna Sunnevu Gram (1916 – 2018), sum í 1969 lætt upp klædnahandil  á horninum V.U. Hammerhaimbsgøta/Sigmundargøta.

Ikki fyrr enn eg las í bókini, sum SSB skótarnir góvu út í 1951 í sambandi við, at skótaliðið fylti 25 ár, fekk eg meira at vita um Ova Gram, sum á ungum árum var  leiðandi gulur SSB skóti Havn. Ove var eisini ein av fýra SSB skótum, sum í 1941 fóru til Tvøroyrar at greiða frá skótarørsluni og geva hjálpandi hond, nú tey 21. mars 1941 høvdu stovnað skótaliðið Fløtt á Tvøroyri. Men fyrst til eftirnavnið Gram..

Anna (1887-1959) mamma Ova Gram fór ung til Danmarkar og giftist dana og fekk eftirnavnið Gram. Tey bæði áttu tríggjar dreingir Ova, Gotfred og Otto, men hjúnarbandið helt ikki, og Anna flutti við dreingjunum aftur til Føroya. Otto flutti seinni til Tvøroyrar og Gotfred fór ungur til Danmarkar at læra til møbilsnikkara og búsettist har. Og so er tað Ove Gram, sum fekk sær konuna Sunnevu av Sandi. Tey áttu børnini Annlisu, Ásu og Marju.

Í 1951 gav Skótalið Sigmunds Brestissonar út bók, tí nú hevði skótaliðið 25 ára á baki. Í hugtakandi og forvitnisligu bókini skrivar Ove Gram heilsu úr Danmark til skótaliðið við yvirskriftini Einaferð skóti, altíð skóti. Ove minnist aftur á nógvu góðu løturnar og eisini, tá teir í 1939 eydnaðist teimum at stovna 2. liðið við fleiri patruljum, har Ove gjørdist liðstjóri saman við Harry Johannessen sum hjálpara. Læs resten

Mariukirkjan katólska sóknarkirkjan varð vígd í 1987

Mariukirkjan er fjórða katólska kirkjan í Havn. (Mynd Vagnur)

Gjøgnum køksvindeygað síggi eg beint niðan á vøkru katólsku kirkjuna “Mariukirkjuna”, og av og á sveima tankarnir um tey fýra árini, eg gekk í Nonnuskúla. Tá vóru nonnurnar ílætnar í hvítum búna, har alt var fjalt uttan andlit og hendur. Katólska kirkjan í Føroyum telur umleið 130 fastbúgvandi katolikkar úr 23 londum. Væl minnist eg William Joensen beiggja Pól F úr Sumba, sum gjørdist katolikkur og virkaði í gomlu kirkjuni, tá ið vit gingu í Nonnuskúla.

Nonnurnar hava altíð verið ótrúliga væl umtóktar, og nakrar eru grivnar í Føroyum. Á mínum ungu døgum undirvístu fleiri nonnur í skúlanum, aðrar arbeiddu í vøggustøvuni og barnagarðinum, meðan aðrar gjørdu annað fyrifallandi arbeiði.

Læs resten

Úr myndasavninum – Nógv er broytt í Gundadali síðani í 1967

Sera áhugaverd mynd tikin í 1967. (Mynd Havnarmyndir)

Nógv minni koma fram, tá ið eg síggi myndina úr Gundadali tikin í 1967. Tá var eg bara seytjan ára gamal, og tað sýnist, sum hetta eru ikki so nógv ár síðani. Serliga minnist eg nýggja B36 húsið, sum felagið keypti úr Mjørkadali í 1963. Hetta var verulig nýhugsan, tí tá høvdu ítróttafeløgini í Gundadali smá felagshøli bara við skiftingarrúmi og brúsu. Men eisini leita tankarnir til svørtu jarn barakkina, sum bretar settu um undir krígnum. Í barakkini var skipað fyri dansi, men ikki var tespuligt mangan at vera har í dansi, tí sveittin rann niður eftir jarnveggunum í barakkini, og tá var útlufting og blámusoppur ikki uppfunnin. Læs resten