Grønlands Johan setti upp fyrsta hvalakjaftin í Rættará

Leggið merki til spíran, sum Mynde gjørdi nýggja. Og ein ryggjageilsi hongur í kjaftinum. (Mynd Vagnur)
Leggið merki til spíran, sum Mynde gjørdi nýggjan. Ein ryggjageisli hongur í kjaftinum. (Mynd Vagnur)

Amalia Joensen, kallað frú Joensen, hevði seinast í 1920-árunum og í 1930-árunum skúla í Christines Minde, og Amalia, sum var dóttir navnframa sýslumannin H.C. Müller, og maðurin, Johan Carl Joensen, áttu Christines Minde í 1930-árunum. Tá var katólska kirkjan niðurtikin. Hvat vita vit um Grøndlands Johan, eisini kallaður hvalastingarin, og hvat vita vit um teir tríggar hvalakjaftarnar, sum hava staðið og standa við Rættará? Eg havi tosað við Solveig Isfeldt, konu Gudmund, sála, eisini kallaður Mynde, sum var sonur Gudmund K. Isfeldt, sum keypti Christines Minde í 1944. (Skrivað í 2015)

Johan Carl Joensen, kallaður Grønlands Johan og eisini kallaður Hvalastingarin, var úr Miðvági. Johan og Amalia áttu trý børn, tveir dreingir og eina dóttur. Johan fekk óivað navnið Hvalastingarin, tí hann hevði siglt í suðurhøvum við hvalabáti. Navnið Grønlands Johan fekk hann, tí í nøkur ár búði familjan í Grønlandi, har Johan var kolonistjóri umboðandi danska kongin.

Solveig Isfeldt kona Mynda, sála. (Mynd Vagnur)
Solveig Isfeldt kona Mynda, sála. (Mynd Vagnur)

Tað verður sagt, at Grønlands Johan vildi seta ein hvalakjaft í garðin við Christines Minde til minnis um tíðina í Grønlandi. Í seinastu viku hitti eg Solveig Isfeldt í heimi hennara beint oman fyri Christines Minde. Tað er Solveig, sum eigur Christines Minde, og hon segði soleiðis um søguna um hvalakjaftarnar við Rættará.

– Mynde segði mær, at fyrsti hvalakjafturin stóð í garðinum, tá ið pápin keypti húsini í 1944 eftir deyðsbúgvið eftir Amaliu og Johan Carl Joensen. Hvalakjafturin var tá í so ringum standi, at hann mátti skiftast. Mynde mintist sum unglingi, tá ið kjafturin varð skiftur. Tey tosaðu um, at varð kjafturin ikki skiftur, datt hann av sær sjálvum, so vánaligur var kjafturin. Pápin, beiggin Albert og Mynde skiftu kjaftin, og hetta var helst í 1958. Teir brúkt ein trýfót at reisa kjaftin.

– Søgan um triðja og seinasta hvalakjaftin, sum nú stendur í garðinum, er, at Mynde hevði ætlanir um at fáa skift hvalakjaftin, tí hann var illa farin, men hvar skuldi hann fáa annan hvalakjaft? Mynde var froskmaður, og ein dagin eru boð eftir honum at kava fyri hósvíkingar eftir nøkrum hvalageislum, sum vóru søktir nær Selatrað.

Mynde, sáli, við nýggja spíranum. (Mynd Vagnur)
Mynde, sáli, við nýggja spíranum.

– Mynde setti treytirnar, at kavaði hann eftir geislunum, vildi hann hava ein hvalakjaft sum samsýning at seta upp í Havn. Hetta var gamaní, søgdu hósvíkingarnir. Sum eg skilti, vóru rovini av stórhvalunum frá hvalastøðini við Áir søkt ávíst stað sunnan fyri Selatrað. Eitt slag av einum hvalakirkjugarði, sigur Solveig.

– Um tað mundið áttu vit summarhús í Leynum, og hvalakjafturin varð fyrst settur upp har, men  tá ið vit seldu summarhúsini í Leynum seinast í 90-árunum varð hann fluttur til Havnar og lagdur at turka í pakkhúsinum hjá Valdemari Lützen. Har reinsaði Mynde fyrst hvalakjaftin fyri algur og smurdi so kjaftin fleiri ferðir við fiskaolju.

23. mai 2002 upprann dagurin, tá ið gamli hvalakjafturin varð tikin niður, og nýggi kjafturin settur upp. Gomlu kjaftarnir hanga á garði aftanfyri Polar í Rættará. Eitt var hvalakjafturin, annað er spírurin á kjaftinum, sum Mynde gjørdi nýggjan. Gamli spírurin hevði tríggjar lykkjur, men ein dagin kemur maður framvið verkstaðnum hjá Mynda og sigur: Hví gerst tú ikki fýra lykkjur í spíran, so umboðar spírin allar fýra ættirnar. Mynde gjørdi, sum maðurin segði, nýggi spírin á hvalakjaftinum hevur nú fýra lykkjur. Tann upprunaliga spírin við trimum lykkjum er goymdur á ovastalofti í Kristines Minde.

Teir gomlu hvalakjaftarnir hanga á garði í Rættará. (Mynd Vagnur)
Teir gomlu hvalakjaftarnir hanga á garði í Rættará. (Mynd Vagnur)

– Mynde átti nógv amboð, sum høvdu við hvalaveiðu at gera. Harpunir og ymsar flensiknívar. Flensiknív fekk Fornminnisavnið til ognar. Tvær harpunir standa á garðinum við hvalakjaftarnar. Mynde hevði nógvar ymsar ætlanir, men tíverri doyði hann í 2004 í Nólsoyarfirði. Hetta var døpur tíð hjá okkum øllum, tí Mynde bleiv ikki funnin aftur fyrr enn nakrar dagar eftir vannlukkuna uttanvert við Sumba, og hetta vóru langir og strævnir dagar at koma ígjøgnum.

– Men í stóru sorgini vóru vit øll fegin, tá ið boðini komu úr Sumba, at Mynde var funnin. Hann hevði bundið seg í línuni á bjargingarbátinum, sum óivað ikki var blástur upp í Nólsoyarfirði, men blástist upp, tá ið kassin óivað bleiv fastur í land í Suðuroy, sigur Solveig at enda.

Solveig segði mær eisini, at hon úr vindeyganum sær mest sum hvønn dag fólk standa niðri í Sigmundargøtu og hyggja at hvalakjaftinum og øðrum, sum Mynde prýddi garðin við. Vakra portrið gjørdi Mynde í 1954, tá ið hann var í læru sum maskinsmiður á Tórshavnar Skipasmiðju.

Húsini Christines Minde, sum vórðu bygd miðskeiðis í 1850-árunum, og sum Solveig Isfeldt eigur, eru í góðum standi. Tey vekja nógv minni, hvørja ferð eg gangi framvið og síggi stóra hvalakjaftin.

Kanska skuldi eg skrivað eina grein um stórhvalaveiðuna í Føroyum og funnið fram nakrar myndir av kendum hvalabátum. (Vagnur)

Mynde, sáli, og konan
Mynde, sáli, og konan 23. mai 2002. Nýggi kjafturin er júst settur upp.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply