Jónhard á Hvítubrúgv Haraldsen

Jónhard í 40 ára føðingardegi hjá Birgiri Sondum.

Mong vóru vit, sum hvukku við, tá vit hoyrdu, at Jónhard á Hvítubrúgv Haraldsen fríggjadagin 30. apríl var farin 56 ára gamal. Tað var sum, at alt steðgaði í hugaheiminum eina løtu, og tankarnir fóru at reika um henda fitta, lívsglaða og arbeiðssama mannin, sum vit kendu á fleiri mótum. Var Jónhard nú vorðin so sjúkur, at hann alt ov ungur hevði lagt árarnir inn fyri seinastu ferð.

Her nøkur minni um Jónhard, sum tú serliga komst at kenna væl í Álakeri og í Høllini á Hálsi.

Jónhard var føddur 13. juli 1964 og búði fyrstu trý árini í Miðvági. Mamman Gunnvá er úr Miðvági, og pápin Axel sáli (1946-2005) var úr Sørvági. Systkini eru Sonja og Jákup.

Barnaheimið hjá mær er nærmasti granni hjá Skúlanum á Trøðni, og meg minnist nógvar næmingar og eisini Jónhard ganga í skúlanum, uttan tú tá komst á tal við teir. Axel, pápi Jónhard, arbeiddi eisini í skúlanum á Trøðni.

Hondbóltsfelagið Neistin skipaði árini 1988 til og við 2007 fyri tiltakinum Aftur í 60-árini í Høllini á Hálsi, og tá kom eg veruliga at kenna Jónhard. Eg var ein av høvuðsfyrireikarunum, og meg minnist fyrstu ferð, eg sá Jónhard við eldhuga bera stólar og borð, tá vit gjørdu klárt til tiltakið til bæði fríggja- og leygarkvøld.

Jónhard var ikki neistamaður, og eingin hevði biðið hann arbeiða, men hann var so spentur og áhugaður í tónleiki, at hann vildi geva sítt íkast til Aftur í 60-ára tiltakið. Og Jónhard var til seinasta mann, tá sunnunáttina skuldi ruddast í høllini, tí høllin skuldi brúkast til annað virksemi sunnudag. Tónleikaamboð, stólar og borð skuldu úr høllini, og so skuldi vaskast, og Jónhard var við alla tíðina.

Jónhard ávegis sum trý ára gamal til Havnar at búgva, men hann hevði alt lívið nært samband við Vágar.

Neistakvinna segði mær, at einaferð vóru hon og Jónhard seinast úr høllini klokkan seks um morgunin. Tey skiltust niðan fyri Plantasjuna, og Jónhard fór spákandi væl hýrdur út í Bóndabrekku.

Kom eisini at kenna Jónhard enn betur, tá eg stimaði við Havnarbátinum árini 1996 til 2008. Og við sjóvarmálan í Álakeri var Jónhard mangan. Tað serliga við Jónhardi og ítrótti var, at hann var ikki bara knýttur ella helt bara við einum felag. Hann helt tá við Havnarbátinum, tí hann kendi fleiri rógvarar, og so kundi hann eisini halda bæði við bátum i Róðrarfelagnum Knørri og Argja Róðrarfelag, tí hann kendi ein ella fleiri rógvarar umborð.

Jónhard á skúlabeinki. Fitta erliga smílið gongur aftur á øllum myndunum.

Hugtakandi, at Jónhard var soleiðis. Hann helt, at øll menniskju vóru eins bæði høgur og lágur. Mangan fingu vit gott prát, tá eg um kvøldarnar eftir venjing í Álakeri koyrdi Jónhard  til húsa í Bóndabrekku. Eg helt altíð, at hesin fyrikomandi og glaði maður hevði eydnuríkt lív, tí hann sýntist altíð at vera á ferð og at gleðast um eitthvørt. Hann var spentur um dystir, sum skuldu spælast, og tá ymsar róðrarstevnur vóru á skránni, gleddist hann sum barn. Var á mangari stevnu og fylgdi væl við.

Jónhard millum merkismenn uttan fyri Háskúlan.

Jónhard dámdi væl at vera millum fólk, og tá tú seinni hitti hann í SMS ella aðrastaðni,  kom hann mangan til mín at práta. Gleddi seg altíð um okkurt, sum var á skránni fyri framman, tað veri seg ítróttur ella lega, og ikki at gloyma, tá hann sá fram til uttanlandsferð við Ælaboganum ella ÍSB. Jónhard hevur oftari verið uttanlands enn mong onnur av okkum.

Jónhard var høgra hond hjá Birgiri Sondum   

Jónhard hevði nært samband við familjuna í Vágum og fylgdi væl við, hvussu ítrótturin kláraði seg í oynni. Síggi á heimasíðuni hjá Lívdini, at Jónhard var trúfastur persónur á sjálvbodnu arbeiðsmegini í Lívdini, og hann var arbeiðssamur sum fáur.

Jónhard millum kyndilsmenn í 40 ára føðingardegi hjá Birgiri Sondum. Standandi frá vinstru: Sophus Dal Christiansen, Jónhard á Hvítabrúgv Haraldsen, Hans Áki Dal Christiansen, Jørleif Kürberg, Ragnar Simonsen, Svein Rógvi Nielsen, Janus Einar Sørensen og Andre Wraa. Fremst: Hans Andrias Dahl, Hanus R. Jensen og Gunnar Wardum.

Veit, at Jónhard hevði serligt samband við Birgir Sondum, sum eitt skifti var granni hjá Jónhardi í Bóndabrekku, og at Jónhard í nógv ár var dagligur gestur í Høllini á Hálsi, tá Birgir var hallarvørður í høllini árini 1990-2004. Og Birgir hevur hesi orð um vinskapin við Jónhard:

– Kona mín Sólvá var nærmasti granni við Jónhard og tey, og tá eg og Sólvá funnu saman, búðu vit í trý ár í húsunum hjá Sólvá og teimum. Hetta vóru árini 1987-1990. Skjótt gjørdust Jónhard og eg besti vinir, og tá eg gjørdist hallarvørður í Høllini á Hálsi, fylgdi Jónhard mest sum við, tí hann kom í høllina næstan hvønn dag. Og Jónhard vildi sleppa at taka hond í, og skjótt hjálpti hann mær við ymiskum í høllini.

Jónhard og systursonurin Rúni

– Eg føldi onkuntíð, at Jónhard var ov nógv í høllini, men hann elskaði at vera við, tá Kyndil ella onnur skipaðu fyri tiltøkum í høllini. Jónhardi dámdi at vera millum fólk, tað veri seg til dystir, stevnur, á  legum ella festivalum. Hann var sterkur og orkaði væl, eisini um náttina tá ruddast varð. Jónhard gramdi seg ongantíð.

– Jónhard var soleiðis, at tímdi tú hann, so tímdi hann teg. Nógv fólk vóru góð við Jónhard og tóku hann til sín. Í fleiri ár koyrdi hann við bili hjá Poul Hansen við vørum kring landið, og hann koyrdi eisini fleiri ár við bili hjá H.H.Trans, har Jónhard altíð var klárur at taka hond í.

Jónhard var mangan við Hanusi Kúrberg og mær, tá vit dømdu hondbóltsdystir kring  oyggjarnar, sigur Birgir at enda.

Nú er Jónhard farin, hesin fitti og vinsæli maður. Haldi, at Jónhard helt lívið vera vakurt og serliga tí, at hann hevði so nógv fólk rundan um seg, sum vóru góð við hann, og hann góður við tey. Hvíl í friði, vit sita eftir við nógvum góðum minnum um teg.

Myndirnar eru læntar frá Sonju, systur Jónhard, og frá Birgiri Sondum og Hanusi Kúrberg. (Vagnur)

Uppískoyti: Vit, sum kendu Jónhard, kendu hann sum Jónhard Haraldsen, men í útvarpi var sagt Jónhard á Hvítubrúgv Haraldsen. Systir Jónhard sigur, at á Hvítubrúgv er staðarnavn í Miðvági, og Jónhard ynskti sær hetta millumnavnið, tí hann er føddur á Hvítubrúgv barnaheimið hjá mammuni Gunnvá.

Síggi í bókini Føroyskir fólkaskúlalærarar, at Axel pápi Jónhard skrivast Axel Torbjørn Sjatlá Haraldsen, Sjatlá er á á Vatnsoyrum, sum er mark millum Miðvág og Sørvág. Systkini hjá Jónhardi Sonja og Jákup keyptu sær í 1990 eftirnavnið Sjatlá, sum má sigast vera  vakurt eftirnavn.

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply