Landið má ikki lata Tórshavnar kommunu fara við Hoydølum

Hugaligt at spáka oman í Hoydalar. Serligur friður kemur á teg, og tankar reika, tá tú nærkast gomlu sanatoriuhúsunum. (Mynd Vagnur)

Herfyri spákaðu vit okkum niðan í Hoydalar. Settu bilin uppi við Hvítanesvegin, og so til gongu, har vit endaðu á Boðanesi. Frálíkur túrur, nógvir tankar og fleiri hugskot um Hoydalar.

Ávegis hittu vit eldri mann og konu, sum búgva í Vesturbýnum. Spurdi, hví tey vóru komin her á leiðina, og maðurin var skjótur at svara: – Hoyrn mín er vánalig, og mær dámar ikki at spáka á gongubreytunum, har vit búgva, tí høvd mítt og tað sindri av hoyrnini tolir ikki larmandi bilarnar.

Hetta fekk meg at hugsa, at sjálvandi má Havnini hava nøkur frípláss í býnum, har fólk í frið og náðum kunnu spáka sær ein túr. Tá tú gongur oman í Hoydalar reika tankarnar um hetta fantastiska søguliga plássið, sum vit alt í verðini mugu varðveita. Ikki sleppa húsaspekulantum fram at økinum, tí so er økið oyðilagt einaferð med alla eins og nógv annað søguligt í býnum. Tí skal landið ikki lata Hoydalar upp í hendurnar á Tórshavnar kommunu.

Vit eiga varðveita Hoydalar eisini fyri eftirkomararnar. At byggja vanligar íbúðir á Hoydølum er dáragerð fyri vakra økið. (Mynd Havnin – fólk og yrki.

Nógv er skrivað um Sanatoriið bygt í 1907, og øll húskið í Føroyum merktu á sinni sviðan og sorg frá tuberkatíðini. Í sendingum herfyri Við Tórði á túri fingu vit enn meira at vita um sorgarleikirnar í Hoydølum og eisini, at nógv blivu frísk eftir at hava ligið styttri og longri tíð á Sanatorium.

Í Hoydølum eru nógvir møguleikar, og ikki er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu/landinum at skundar sær, tí økið fer ongan veg. Hugsa seg væl um. Tey kunnu byrjað at taka niður ljótu fyribils bingjurnar, umvæla stóra sanatoriubygningin, og taka støðu til, hvat skal gerast við ljóta betongkassan, sum húsaði Studentarskúlanum.

Hoydalar var eisini við í býráðsvalinum seinast, har einstøk valevni ynsktu at byggja vanligar íbúðir í Hoydølum. Hetta má ikki henda, tí tá er friðurin longu úti har á leiðini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply