Úr myndasavninum – Ove Gram var løgreglumaður men eisini á ungum árum íðin skóti

Ove Gram (1918-1978)

Tá tú leitar í eldri tilfari, kemur tú mangan fram á mangt áhugavert um persónar, sum vit kendu frá ungum árum. Tú sært fyri tær mynd av persóni, men knappliga lesur tú í skótabók, at viðkomandi hevur gjørt seg galdandi á fleiri økjum. Ove Gram (1918-1978) løgreglumaður er eitt dømi, tí eg minnist væl Ova Gram løgreglumann og konuna Sunnevu Gram (1916 – 2018), sum í 1969 lætt upp klædnahandil  á horninum V.U. Hammerhaimbsgøta/Sigmundargøta.

Ikki fyrr enn eg las í bókini, sum SSB skótarnir góvu út í 1951 í sambandi við, at skótaliðið fylti 25 ár, fekk eg meira at vita um Ova Gram, sum á ungum árum var  leiðandi gulur SSB skóti Havn. Ove var eisini ein av fýra SSB skótum, sum í 1941 fóru til Tvøroyrar at greiða frá skótarørsluni og geva hjálpandi hond, nú tey 21. mars 1941 høvdu stovnað skótaliðið Fløtt á Tvøroyri. Men fyrst til eftirnavnið Gram..

Anna (1887-1959) mamma Ova Gram fór ung til Danmarkar og giftist dana og fekk eftirnavnið Gram. Tey bæði áttu tríggjar dreingir Ova, Gotfred og Otto, men hjúnarbandið helt ikki, og Anna flutti við dreingjunum aftur til Føroya. Otto flutti seinni til Tvøroyrar og Gotfred fór ungur til Danmarkar at læra til møbilsnikkara og búsettist har. Og so er tað Ove Gram, sum fekk sær konuna Sunnevu av Sandi. Tey áttu børnini Annlisu, Ásu og Marju.

Í 1951 gav Skótalið Sigmunds Brestissonar út bók, tí nú hevði skótaliðið 25 ára á baki. Í hugtakandi og forvitnisligu bókini skrivar Ove Gram heilsu úr Danmark til skótaliðið við yvirskriftini Einaferð skóti, altíð skóti. Ove minnist aftur á nógvu góðu løturnar og eisini, tá teir í 1939 eydnaðist teimum at stovna 2. liðið við fleiri patruljum, har Ove gjørdist liðstjóri saman við Harry Johannessen sum hjálpara.

Gulir skótar avmyndaðir nakað eftir kríggið. Ove Gram er á myndini. Aftast f. v: Bobby Brockie, Jógvan Jacobsen (Ki), Kristoffur Kristoffersen, Aksel Hansen, Magnus Sørensen, Poul Gregersen, Marius Weihe, Steingrím við Stein, Jóan Jacob Thomsen, Erik Ludvigsen og Niels Westerby. Miðal f.v: Hendrik Jacobsen, Svend Poulsen (Bambus), Christian Weihe, Harry Johannessen, Ove Gram og Peter Reinert. Fremst f. v: Eliesar Arge, Niels Debess, Jákup Stefansson, Klæmint Jacobsen og Dánial Magnussen. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Ove minnist eisini aftur á minniligu Danmarkferðina í 1935, tá SSB skótar vóru á ógloymandi skótaferð, sum ”Det danske Spejderkorps” skipaði fyri í Keypmannahavn. Ove sigur, at Skótalið Sigmunds Brestissonar var tá væl útgjørt, og var samanhaldið og skótaandin í liðnum av tí allar besta líka frá tí elsta niður til tann yngsta skótan.

Ove hugleiðir um skótahúsið á Bakkahellu, sum hann sigur ikki stóð tómt eitt einasta kvøld, tí virksemið var stórt. Altíð ungdómar at fundi at læra góða venjing, og bæði skótaliðini arbeiddu væl saman við Christian Weihe sum felagsstjóra.

Skótaliðið SSB var stovnað 2. februar 1926, og í 1929 keyptu skótarnir hús á Bakkahellu, sum vit síggja vinstrumegin í brekkuni niðan á Bakkahellu. (Mynd. Súsanna Gustafson)

Maður kemur í mans stað, men Ove minnist aftur við sorgblídni árið 1934, tá danin Sundorph fór frá sum liðstjóri og flutti aftur til Danmarkar. Sundorph hevði verið skóti í Danmark, og hann var liðstjóri við stóri íblásturin hjá nýggja SSB skótaliðnum. Ove fegnast um, at eftir at Sundorph var farin av landinum og nú harðast stóð á, tá traðkaðu til Chistian Weihe og Hendrik Jacobsen sum liðstjórar.

Ove Gram var løgreglumaður í Havn árini frá 1941 til 1977, men longu árið eftir andaðist hann einans trýss ára gamal. Sunneva kona Ova gavst at handla í 1994, og dóttirin Maja tók yvir klædnahandilin. Sunneva búðu seinnu árini á Ellisheiminum, og hon gjørdist 101 ára gomul. (Vagnur)

Húsini hjá Ova og Sunnevu Gram, sum dóttirin Marja eigur og framvegis hevur klædnahandil. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply