Úr myndasavninum – Ungdómshugleiðingar um mynd frá 1958

Kappróður á ólavsøku 1958. Serligur dámar í Vágsbotni, tí bátarnir fóru á sjógv við Bursatanga og róðu fram við áskoðarunum í Vágsbotni og hildu síðani leiðina út á málið við Argjaland. (Mynd: Christian Holm Jacobsen myndasavn)

Kom fram á mynd tikin í 1958. Steðgaði á góða løtu, tí her eru so nógv góð minni, tó ikki so nógvar broytingar við sjóvarmálan hesi seksti árini. Hyggi fyrst til høgru vestur eftir niðan ímóti við Landavegin, har vit traðkaðu okkara barna- og ungdómsskógvar. Bátaneystið frá 1950 og Landsbókasavnið frá 1931 eru har, men enn eingi hús at síggja uppi á Heygnum, har brøðirnir Høgni og Poul Mohr við familju bygdu sær húsini. Tankarnir reika hesa løtuna. Fái eisini eyguni á tvær enskar barakkir, sum eg minnist væl, tí har stóðu fýra barakkir og aðrar leivdir frá seinna heimsbardaga.

Húsini hjá postmeistaranum koma undan, eisini tey hjá frú Mohr og frú Rein. Stóru betonghúsini, sum koma undan bátaneystinum, eru tey hjá Hákuni Jacobsen og teimum, og longri suðurin tey hjá Edmundi Holm og tey hjá Tummasi og Jensiu Krog.

Hesi bæði húsini hava sína søgu, tí Edmund og Tummas høvdu frá kommununi fingið byggiloyvi til sethús niðan fyri Dronning Alexandrini hospital við góðum útsýni oman í Sandagerð og suður í Nólsoyarfjørð. Men byggiloyvini vóru tikin aftur, tí byggjast skuldu hús aftrat hospitalinum, og so vóru bæði sethúsini bygd, sum vit síggja á myndini.

Mynd 2021. Ikki so nógv broytt við sjóvarmálan, tó nógvir glastrevjabátar og ikki minst bilar á Skálatrøð. (Mynd Vagnur)

Hesin Edmund Holm, sum var beiggi Dennu Mohr konu Kjartan Mohr, hann var útbúgvin hovmeistari á høgum støði og arbeiddi hjá A.P. Møller millum annað í USA. Tá Edmund gavst hjá A.P. Møller vegna aldur komu hann, bróðirin Mortan og systirin Sanna at búgva í húsunum. Tey vóru úr Hvalba og ógift.

Fara vit á longur suður á myndini, eru teir í holt við at byggja nýggja Sjómansskúlan, sum var vígdur í 1962. Minnist heilt væl hetta arbeiði, tí vit ungu við Landavegin spældu har á leiðini, og tá skúlin var stoyptur í fulla hædd, høvdu vit fragt eftir arbeiðstíð hjá arbeiðsmonnunum at spæla á ymsu hæddunum. Eingin segði nakað um hetta.

Fram við sjóvarmálan er myndin næstan hin sama sum í 1958. Østrøm fabrikkin, Skeiva pakkhús og Müllers pakkhús eru har, to at Gamla hospitalið tí verri mátti víkja fyri nýggjari sleipistøð og bleiv flutt longur niðan. Vit síggja eisini tiltiknu selluna, sum vit ungu hoyrdu ræðusøgur um, har sjúklingar vóru spentir fastir í songina við leðurreimum.

Tvey kend hús síggjast niðan ímóti J.C. Svabosgøtu. Tey hjá Müller og gamla Sjómansskúlin frá 1905 tvey stór og valahús frá gamlari tíð. Myndin er tikin á ólavsøku 1958, og tá var róð frá Argjalandi út ímóti Gulanum og inn í Vágsbotn. Triðja byggistigið av Molanum, sum var liðugt miðskeiðis í 1970 árunum, gjørdi, at ikki kundi longur rógvast inn í Vágsbotn.

Og so at enda Hekla TN 347, sum øll okkara barna – og ungdómsár lá fyri teym á Vestaruvág.. Tað var nakað huldusligt við Heklu, og mangar vóru søgurnar. Vit ungu høvdu fragt at rógva umborð á ymisk skip, sum lógu fyri teym á vágni, men summum dámdi ikki umborð á Heklu. Hekla var bygd í 1897  í Osla sum lítil hvalabátur ella rættari sagt brugdufangari av kenda Colin Archer bátabyggjara. Hundrað slíkir bátar vóru bygdir.

Hekla kom til Føroya í 1948 og bleiv rigga til línu – og brugdufiskarí, men so sagt, sum minnist eg bara Heklu liggja fyri teym á Vesturuvág. Hekla var í 1968 søkt millum Stong og Eystnes. Haldi meg minnast, at tey á Lag hava átt Heklu. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply