Tveir kendir havnarmenn við Tinghúsvegin eru farnir

Tey tíggju systkini á Tinghúsvegi 35. Frá vinstru Fía, Jógvan, Harald, Óli, Hammer, Niels og Marsanna. Fremst f.v: Anna, Lisa og Gulli. (Myndaeigari Gulli)

Tveir kendir eldri menn við Tinghúsvegin Harald og Hammer Debess doyðu báðir um dagarnar. Harald mikudagin 14. apríl 92 ára gamal og Hammer leygardagin 17. apríl 90 ára gamal. Í 2015 var eg í heiminum hjá teimum báðum til hugnaligt prát. Tey vóru tíggju systkin, og eg fekk familjumynd frá Gulli, sum er yngst og býr á Boðanesheiminum. Hugskotið til greinina fekk eg, tá eg sá mynd, at brøðirnir Óli, Harald og Hammer róðu við Havnarbátinum á ólavsøku í 1950. Niðanfyri kanst tú lesa greinina frá 2015.

Debess dreingirnir vóru mest sum tvingaðir í B36

Á Tinghúsivegi nr. 35 í Havn búgva 85 ára gamli Hammer Debess og 86 ára gamli Harald Debess. Barndómsheimið, har teir búgva, eru 101 ára gomul hús og mest sum einki broytt innan. Húsini vóru smíðað í 1914, og tíggju børn eru uppvaksin á Tinghúsvegi 35. Eg kom at kenna fleiri av systkjunum, tí hinumegin vegin búði pápabeiggi mín Aage Michelsen, og mangan tosaði Aage um hesi arbeiðssomu fólkini, sum hann og konan Helma vóru so væl við. Ikki tí, Aage og beiggjarnir á Tinghúsvegi 35 vóru mótsetningar, tí meðan Aage arbeiddi á kontóri og oftast sást við sigar ella pípu í klovanum, gekk hvønn dag í slipsi og vesti við lummauri, so vóru beiggjarnir hinumegin vegin verkamenn, skutu harur, vóru á floti, arbeiddu á trøðni og ansaði neytum í frítíðini. Aage gjørdi einki av hesum, og eg minnist Aage best sita í lenistólinum í stovuni og lesa blaðið Børsen ella í eini bók. Leygardagin var eg inni á gólvinum hjá Hammer og Haraldi, har ørindi míni vóru at spyrja, hví teir halda við B36, tá pápin Sámal Debess  var við at stovna HB og eisini spældi við HB. Teir siga:

Harald og Hammer Debess. (Mynd Vagnur)
Harald og Hammer Debess. (Mynd Vagnur)

– Pápi okkara var Sámal Debess úr Havn og mamma okkara Elsba Debess úr Funningi. Pápi okkara arbeiddi nógv ár hjá Handilsforeiningini sum krambakallur, seinni arbeiddi hann hjá oljufelag. Vit høvdu kúgv í kjallaranum, og Lina systir mammu búði á Tórgarði, og vit hoyggjaðu har. Tey høvdu kúnna í felag. Pápi okkara var innløgumaður, og vit høvdu altíð nóg mikið av mati, tá hugsað verður um, at so nógvir munnar vóru at metta.

– Vit høvdu sum sagt kúgv, og pápi hevði gott samband út í Koltur, har vit fingu kjøt og eisini fugl. Tveir beggjar mammu sigldu við slupp, og frá teimum fingu vit altíð nógvan fiskamat. Saltfisk og mangan eisini feskan fisk og sild. Í kjallaranum hjá okkum stóðu altíð tunnur og onnur íløt við saltaðum mati, og tá grind var í Havn, vóru vit altíð fúsir at fáa part, siga teir báðir. Vit gjørdust sum ungir innløgumenn og hjálptu til í húsarhaldinum, siga teir.

Foreldrini Sámal og Elsba Debess. (Mynd Gulli)
Foreldrini Sámal og Elsba Debess. (Mynd Gulli)

Haraldur arbeiddi nógv ár sum timburmaður hjá Herlufi Johansen, seinni arbeiddi hann í tretivu ár hjá Hans Hilmari Dam, sum millum annað framleiddi sniðhús. Hammer minnist eg koyra lastbil hjá Valdemar Lützen, hann byrjaði annars at lossa á Vestaru bryggju sum heilt ungur, men so arbeiddi hann eisini í seytjan ár hjá Demich. Beiggi teirra Óli Debess og systkinabarn pápa mín Jóhannes Michelsen róptur Lill, byrjaðu fyritøkuna Demich. “De” frá eftirnavninum Debess og “mich” frá eftirnavninum Michelsen.

Sum ungur minnist eg serliga Hammer og beiggjan Óla frá uttandura svimjihylinum í Gundadali. Óli og Hammer svumu nógv, og tá ymsar svimjikappingar vóru, skipaði Havnar svimjifelag eisini fyri undirhaldi, og tá komu nógv fólk at hyggja at Óla, Hammer, Sverra Djurhuus, Hans Johannes Cementsen og Roberti Poulsen. Hesir spældu “klovn” á vippunum og millum annað svumu teir við nekarakyssum í munninum og súpuskeið í munninum, har eitt egg lá á. Nógvar ymsar skemtiligar stafettir, sum áskoðararnir elskaðu.

Mynd frá umleið 1940. Frá vinstu: Harald, Òli, Gulli, Jógvan og Hammer.
Mynd frá umleið 1940. Frá vinstru: Harald, Óli, Gulli, Jógvan og Hammer. Húsini vinstrumegin eru tey hjá Klæminti Dalsgaard, og húsini hjá Ásu og Gunnari Mikkelsen koma undan.

Tá eg spyrji Harald og Hammer, hví teir gjørdust B36-arar, so smílast teir báðir. – Rætt er, at pápi okkara var við at stovna HB og spældi við HB, men tað vóru dreingirnir longri niðri á Tinghúsvegnum, sum gjørdu okkum til B36-arar. Synirnir hjá Kisan og aðrir dreingir sparkaðu í Losjugarðinum, og vit vildu sleppa at sparka við. Men dreingirnir hjá Kisan løgdu okkum eina við, at bara dreingir, sum hildu við B36, sluppu at sparka í Losjugarðinum. Tú kanst siga, at vit á henda hátt vórðu tvingaðir inn í B36, men B36 hevur verið okkum gott felag. Tá tú spyrt, hvat pápi segði, at vit spældu við B36, so segði hann ongantíð nakað. Hann sat mangan á einum steini í Gundadali við sigar í klovanum og hugdi. Hann blandaði seg ikki uppí, hvat vit gjørdu í frítíðini. Mamma bleiv jú íðin B36 viðhaldsfólk. Og teir halda fram:

– Jógvan og Harald komu at spæla á besta liðnum hjá B36, og mamma okkara Elsba var B36-ari um ein háls. Vit hava stuðlað B36 heilt nógv, og tað gera vit framvegis við stórum upphæddum. Vit koma ikki longur í Gundadal til dystirnar, men vit lurta í útvarpinum, og tú kanst trúgva, at vit eru fegnir um FM-heitini í fjør og í ár. Ovurfegnir er rætta orðið. Til stuttleika kunnu vit nevna, at tá mamma lurtaði í Útvarpinum og hoyrdi, at tildømis HB hevði skotið mál ímóti B36, kundi hon rópa úr køkinum inn í stovuna: “Sløkkið hatta radio beinanvegin”.

kjkjkj
Húsini frá vinstru: Húsini hjá John og Essumiu Jacbosen, síðani tey hjá Kristiani í Ólavstovu, húsini hjá Aage og Helmu, barndómsheimið hjá Haraldi og Hammer, húsini hjá Paula á Lava og uttast til høgru koma undan húsini, sum Richard Long læt byggja.

– Heilt gott vinalag var millum Aage og Helmu og okkum. Vit plagdu at hjálpa Aage við onkrum, og so hjálpti hann okkum at fylla út sjálvuppgávuna. Fá hús vóru her á leiðini, tá vit vóru smádreingir, og kúgvin gekk á beiti niðan fyri húsini hjá okkum. Elst í systkinaflokkinum er Lisa, sum búsettist í Danmark, og tað gjørdi Anna eisini. Men tá Anna á gamalsaldrinum gjørdist einkja, fluttu hon aftur til Føroya. Gulli er yngst og er gift við Kristoffuri Fonsdal, og tey búgva í Jansstovugøtu, siga teir báðir at enda.

Húsini hjá Haraldi og Hammer við Tinghúsvegin. Nú síggja tey ikki fyri nógvu trøunum. (Mynd Vagnur)
Húsini hjá Haraldi og Hammer við Tinghúsvegin. Nú síggjast tey ikki fyri nógvu trøunum. Sunnanfyri barndómsheimið bygdu brøðurnir Jógvan og Óli sær hús. (Mynd Vagnur)

Eftir prátið í stovuni stóðu vit tríggir í gongini og prátaðu eina løtu. Harald segði mær, at hann hevði átt sjey ymsar nýggjar bilar, men hann hevur ikki koyrikort. Hammer koyrir. Eisini søgdu teir mær um allar traðirnar, teir eiga. Haldi tað bleiv til 53.000 fermetrar í alt, sum umfatar fýra traðir og hús og túsund fermetrar í Leynum. Systkini vóru og eru øll sera arbeiðssom, og doktar Poulsen skuldi hava sagt við mammu teirra einaferð: – Hvat hevur tú givið hasum arbeiðssomu børnunum í beinini? Tey eru øll so væl fyri. Av teimum tíggju systkunum eru Gulli, Hammer og Harald á lívi.

Vit endaðu prátið um B36, og Hammer tók nakað soleiðis til: Ein av orsøkunum, at B36 ikki vann nøkur FM-heitið frá 1962 til 1997 var, at spælarar gjørdust mangan ov gamlir á liðnum. Teir ungu sluppu ikki rættilga framat. Men hygg nú, teir ungu fáa møguleikan og klára seg heilt væl, segði Hammer. At B36 fyllir nógv í hugaheiminum hjá Hammeri og Haraldi, var prátið leygardagin prógv um. Í stovuni hjá teimum hongur liðmynd av B36 liðnum, sum vann FM-heitið í 2014. Eisini fingu teir atgonumerki til ársveitsluna, men teir fóru ikki í veitslu. (Vagnur)

Harald og Hammer vóru ovurfegnir, tá B36 endurvann FM-heitið.
Harald og Hammer vóru ovurfegnir, tá B36 endurvann FM-heitið.

.

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply