Stóri steinurin, har Vesturkirkjan nú stendur, vekir nógv minni

Handan elsteyran sæst stóri steinurin, sum vit børn hildu okkum eiga. Nógv varð spælt á hesum steini. (Mynd Vagnur)

Vesturkirkjan er granni við barndómsheim mítt við Landavegin, og á bønum, har kirkjan stendur, spældu vit sum børn. Vesturkirkjan fyllir í hesum døgum fjøruti ár. Stóri steinurin á bønum vekir serlig minni, tí á steininum spældu og sótu børn dagliga. Steinurin var á ein ella annan hátt dragandi. – Vit áttu stóra steinin, og har kundu vit í friði sita við okkara dreymum, hildu vit. Grundarsteinurin til kirkjuna varð lagdur í 1968, men ikki fyrr enn 24. februar 1971 var samkoma á bønum, har menn frá byggifyritøkuni Lamhauge & Waagstein settu fyrstu spakarnar í hógvin. (Greinin er skrivað í 2015)

Tað var spennandi hjá okkum ungu at fylgja arbeiðinum at byggja Vesturkirkjuna. Og vit øtaðust, tá ið menn settu upp stóru jarnbjálkarnar, tí kirkjan, sum máldi 42 metrar til hæddar, kom at vera hægsti bygningur í Føroyum. Kirkjan, sum líkist einum skipi, fellir væl inn í lendi, er einføld, vøkur, stílrein og tignarliga. 800 fólk kunnu sita í kirkjuni, og kirkjan hevur frálíkan kirkjukjallara, har sunnudagsskúlin millum annað heldur til. Í kirkjuni er eitt Frobenius orgul við sekstan stemmum.

lklkl
24. februar 1971 gravar teir fyrstu bøkkarnar á bønum, og so kundi arbeiðið byrjað at byggja Vesturkirkjuna.

24. august 1975 varð kirkjan vígd av Eivindi Vilhelm varabiskupi, meðan danski biskupurin Ole Bertelslen frá “Københavns stift” helt vígslurøðuna. Í sambandi við vígsluna vitjaði Ingrid drotning í Føroyum saman við nógvum innbodnum gestum úr Danmark. Í byggitíðini kom eg mangan at tosa við ein føroying, sum búði í Danmark. Maðurin var pápabeiggi Hjaltalin systkini. Hann var eitt slags koparsmiður og stóð fyri at leggja koparið á tekjuna. Vit vóru ikki vón at síggja menn arbeiða so høgt uppi á byggipallum.

Kopartekjan lak tíverri, og nakað seinni kom føroyingurin og hansara menn aftur til Føroya at gera kopararbeiðið umaftur. Koparskoytini megnaðu ikki at standa ímóti vesturættini við nógvum vindi og regni, og so var eitt at gera, og tað var at seta uppaftur høgu byggipallarnar og fara til verka enn einaferð. Síðani bleiv kirkjan tøtt. (Vagnur)

Á hesi myndini frá seinast í 1950-árunum sæst stóri steinurin eisini. Dreingirnir frá vinstu eru Hans Jákup Michelsen, Árni hjá Torvaldi, sáli, og Vagnur.
Á hesi myndini frá seinast í 1950-árunum sæst stóri steinurin eisini. Dreingirnir frá vinstru eru Hans Jákup beiggi mín, Árni hjá Torvaldi, sáli, og Vagnur. Um summarið gingu vit altíð í stuttum buksum og høvdu brún og mangan skitin knø og lør.

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply