Úr myndasavninum – Nógv er broytt í Gundadali síðani í 1967

Sera áhugaverd mynd tikin í 1967. (Mynd Havnarmyndir)

Nógv minni koma fram, tá ið eg síggi myndina úr Gundadali tikin í 1967. Tá var eg bara seytjan ára gamal, og tað sýnist, sum hetta eru ikki so nógv ár síðani. Serliga minnist eg nýggja B36 húsið, sum felagið keypti úr Mjørkadali í 1963. Hetta var verulig nýhugsan, tí tá høvdu ítróttafeløgini í Gundadali smá felagshøli bara við skiftingarrúmi og brúsu. Men eisini leita tankarnir til svørtu jarn barakkina, sum bretar settu um undir krígnum. Í barakkini var skipað fyri dansi, men ikki var tespuligt mangan at vera har í dansi, tí sveittin rann niður eftir jarnveggunum í barakkini, og tá var útlufting og blámusoppur ikki uppfunnin.

Í B36 húsinum skipaðu tey eisini fyri dansi, og vit spældu mangan borðtennis í húsinum um veturin. Høgrumegin á myndini er lítil høvd, har familja mín altíð stóð og hugdi at fótbóltsdysti. Síggi fyri mær pápa mín við sigarett í klovanum og pápabeiggja mín við pípu roykja kanska dupult so nógv hesa løtuna, tí teir altíð vóru so spentir at fylgja B36 liðnum. Tá komu minst líka nógvir áskoðarar í Gundadal at hyggja at fótbólti, sum gjørt verður í dag. Tað vóru stórar B36 familjur og stórar HB familjur í Havn, og øll fóru í Gundadal sunnudag.

Ytst høgrumegin sæst hvíldarheimið “Naina”, sum var bygt í 1936, og sum øll árini hevur verið ein sólskinssøga í Gundadali. Í 1967 sóust nógvar barnakonur spáka í Gundadali, sum vóru komnar til Havnar at eiga, men nú síggjast mest fólk við høkjum, sum hava fingið nýggja mjødn ella nýtt knæ og onnur, sum royna at koma seg eftir viðgerð á sjúkrahúsi.

Esso støðin vinstrumegin, sum Frits Jensen bygdí í 1959, havi eg skrivað um áður, men stuttligt at síggja hesa mynd, tá ið hugsað verður um, hvussu nógv er bygt í Gundadali síðani í 1967. Og bygt verður framvegis í Gundadali, tí í løtuni byggir J&K Petersen stóran bygning sunnanfyri sjálvan Tórsvøll. Nærmast síggja vit stoyptan betongplatt, sum er leivd av størstu barakkini, sum bretar settu upp í Gundadali. Og vit mugi ikki gloyma “pisshúsið” høgrumegin svørtu barakkina. Fólk høvdu í dag slett ikki farið inn í “pisshúsið”, sum bara var til menn og dreingir, tí har var altíð skitið, og har luktaði illa.

Fólk í kommununi mugu hava verið framskygd fyri skjótt hundrað árum síðani, tá stórt økið longu tá var lagt av til ítróttarlig endamál í Gundadali. Ongantíð varð gjørd verulig ætlan fyri økið, og tí bygdi man bara, tá ið tørvar var á fótbóltsvallum, hondbóltsvallum, svimjihyljum og hallum. Vit kunnu skjótt vera samd um, at alt er ikki vakurt í Gundadali, tá ið vit hugsa um, hvussu vakur Gundadalur í veruleikanum var. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply