Línubáturin Váðasteinur fekk í 1977 navn eftir serligum steini í Hoyvík

Váðasteinur á royndarferð í 1977. Snótuligur línubátur. (Mynd Bambus)

Fekk sendandi vakra mynd av línubátinum Váðasteini, mynd, sum Bambus tók, tá Váðasteinur fór royndarferð í 1977. Johan í Hoyvík átti Váðastein, sum var bygdur á Tórshavnar skipasmiðju. Bátúrin er merktur 401 tons í skipalistanum. Kom herfyri at hugsa um navnið Váðastein, har eg gitti, at talan má vera um stein einastaðni uppi í Hoyvík. Eftir at hava tosað við Hans Simonsen son Johan í Hoyvík, er søgan um navnið Váðastein komin á pláss, og søgan er áhugaverd.

Hugtakandi at ímynda sær, at hoyvíkingar í fyrndini hava tøvt ullklæði á helluni. Har sita tveir fuglar á Váðasteini. (Mynd Vagnur)

Gjørdi skjótt av og koyrdi niðan í Hoyvík og tók nakrar myndir. Váðasteinur liggur niðri við sjóvarmálan vestan fyri dráttin í Hoyvikini. Tú kemur fyrst til urð, síðan hampuliga slætta  hella, og so ert tú hjá Váðasteini. Steinur, sum kann tykjast skædnaður úr bakkanum og endaður í fjøruni.

Tá Johan í Hoyvík í 1977 valdi sær navnið Váðastein eftir steini til nýggja línubátin, gjørdist spurningur, um Váðasteinur skuldi stavast við ð ella Vágasteinur við g. Johan ringdi til Fróðskaparsetrið at spyrja, hvussu navnið skuldi stavast, og svarið var Váðateinur við ð.

Tú sært fuglar sita á Váðasteini. Hetta er havhestur, sum eigur í har á leiðini. (Mynd Vagnur)

Navnið Váðasteinur stavar frá orðinum vaðmali, sum er grovt, tjúgt vovið ullklæði. Við Váðastein á myndini er sløtt hella, og har løgdu fólk ullint pløgg á helluna at tøva, tá líkindi vóru til tess. Bundnu pløggini vóru løgd á helluna, so sjógvurin, sum skolaði upp á helluna gjørdu pløggini vát fyri síðani at torna aftur. Soleiðis tøvdu tey pløggini.

Í 2014 skrivaði eg grein um Váðastein og skiparan Jón ViðStein, sum tá hevði verið skipari á Vágasteini í 25 ár. Hann segði mær, at motorurin á Vágasteini var skiftur í 2003. Váðasteinur hevði frystilast frá byrjan, tí báturin royndi eftir serliga svartkalva, men tá báturin seinni bara fiskaði við línu og ísaði fiskin, var frystiútgerðin tikin úr bátinum. Váðasteinur var fyri árum síðani seldur inn á Toftir. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply