
Fremstu gentubátarnir koma fram ímóti málinum. Fyrstur var Drekin úr Havn, síðani Tistil av Tvøroyri, Sævarmoy úr Klaksvík, Ingibjørg úr Havn, Sílið úr Havn, Svalan úr Vági og Tjaldrið úr Runavík. (Mynd Erlendur)
Tað, sum gera barnaróðrarnar og gentu – og dreingjaróðrarnar so áhugaverdar og spennandi, er eisini, at seinastu tvey róðrarárini er manningartalið vaksið heilt nógv. Serliga barnamanningarnar hava sett mett, og gleðiliga er, at so nógv róðrarfeløg um landið manna bátar. Áhugavert eisini at eygleiða, at á varmakeldu róðu bert trý 10-mannafør, har vit vistu næstan úrslitið, áðrenn róð var. Soleiðis kunnu vit halda fram við øðrum bátastøddum.
Men í barnaróðri er heilt onnur støða og kapping, tí bátatalið er so stórt, har neyðugt er at skifta bátarnar í riðlar fyri finaluróðurin. Um fjøruti barnamanningar. Sig so tað. Sum eldri eygleiðara venda eyguni míni minst líka nógv ella kanska meira móti ungdómsrógvingini. Hetta at síggja, hvussu spelkin hesi ungu fara til verka, venja og mennast, har foreldur og næstringar ganga upp í lív og sál, hvussu hilnast hjá teimum ungu. Læs resten








