Úr myndasavninum – Søguligir kassar á bryggjuni í Vágsbotni

Minnist væl hesar kassar standa á bryggjuni í Vágsbotni. Fyri teym leggja mjólkabátarnir Tróndur og Reynir og við bryggju Sigmundur. (Mynd Christian Holm Jacobsen myndasavn)

Tá eg við sorgblídnu síggi myndina omanfyri, sveima tankarnir um tvær stórar fyritøkur í Havn, tá eg var ungur. Kassarnir á bryggjuni boða frá serligari handilssøgu. Við sorgblídni, tí spell var, at Restoffs Bryggjarí mátti snara lykilin, og sjálvt SISU flutti til Klaksvíkar. Hesar trækassar kenni eg væl, tí eg arbeiddi sum ungur á bryggjarínum. 50 fløskur vóru í hvørjum kassa, fløskurnar lógu vatnrættar, og kassarnir illtungir at bera. Vit síggja merkiseðilin á endunum, og tá kassar við øli ella sodavatni skuldu á bygd við mjólkabátunum, vóru tvær fjalar negldar ovast, so fløskur ikki duttu úr kassanum. Ølkassarnir vóru nakað breiðari enn sodavatnskassarnir, tí ølfløskurnar vóru eitt sindur hægri.

Nógv spor høvdu vit ungu á bryggjarínum. Á hinum kassunum stendur Frants Restoff einaferð størsta bakarí í Havn. Síggi fyri mær Egil Restoff og konuna Michelu, sum seldi okkum breyð og køkur. Hvørkin av hesum fyritøkum eru til longur. Við bryggju liggur postbáturin Sigmundur, og fyri teym mjólkabátarnir Tróndur og Reynir. Myndin tikin seinast í 1950-árunum ella fyrst í 1960-árunum. Tá lógu nógv skip og bátar fyri teym í Havn, tí Molin var ikki longdur, og tí mangan nógvur uppgangur í Vágsbotni. Var uppgangur høvdu skipini trupulleikar at liggja við bryggju, tí nógvur súgur var, og endarnir á skipunum kundu slitna. Tá var betur at liggja fyri teym. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply